Ein Oscar vigar í dag eini 8,5 pund - so hon vigar ikki heilt lítið.
Á Oscar show'inum brúka tey eisini fólk, sum eru "seat fillers" sum merkir tað, at tú ert ein persónur sum einans skalt fylla eitt setur í tí stóra salinum. Og skuldi hetta havt tín stóra áhuga, so er tað trist - tí einans limur í Academy sleppa at vera stóla fyllarar.
Í ár 2000 blivu 55 Oscars stolnar av innbrotstjóvum. Øll Oscars steypini blivu beinavegin funnin - uttan tríggjar, sum tó blivu funnar nøkur ár seinni.
Marlon sum tá varð limur í American Indian Movement, stuðlaði eisini indianara - sum mangan blivu misnýttir av Hollywood indistri'inum.
Indianarakvinnan, sum bar navnið: Littlefeather (merkir Lítli fjørður) helt taluni hjá Marlon Brando - har hon fortaldi frá, at Brando noktaði at vera ein partur av tí amerikanska slaktinum í Wounded Knee - har fleiri túsund indianarar lótu lív.
Í fyrstandi bleiv Littlefeather buha - men eftir hon varð liðug við sína talu - fekk hon heiður og klapp frá øllum í salinum.
JáH (y) 25.02.2015