Stemma HER (skrolla niðast á greinini og stemma)
Bert 21 fólk hava svara NEI til spurningin: Skal Samgongan leggja frá sær? Ímeðan 68 hava svara JA til júst sama spurning.
Tað er ongin ivi í, at tey allerflestu fólkini í Føroyum eru bangin fyri hesari Samgonguni - sum er farin totalt av kós. Tey eldru í samfelaganum eru rakt og tað eru tey ungu so sanniliga eisini, sum lesa.
Hartil so hevur henda Samgonga longu skyldina av, at reiðarar kring alt landið bakka undan og missa sjómenn fleiri hundrað tals túsund krónir í inntøku av hesum. Og til so síðst men ikki minst: Nú fer tað at taka 3 vikur at taka eitt Trygdarskeið, sum fyrr einans tók 3 dagar.
Fer Sonja at koppa Samgonguni ..?
Spurningurin er - hvussu leingi henda Samgonga fer at megna at skerja møguleikarnir fyri tey eldru og yngru í samfelaginum. Fara tað at ganga dagar, vikur, mánaðir ella ár ..? Og hvussu fer Landið tá at síggja út ..? Og hvat nú um uppskotið, har samkynd sleppa at gifta seg í Føroyum, nú knappliga IKKI kemur ígjøgnum ..? Fer Føroya Løgmaður at halda fast í sínum starvi álíkavæl - ella fer Sonja Jógvansdóttir at skapa "split" í Samgonguna ..?
Fer KVF at broyta taktikk ?!?
Spennandi verður tað eisini - um KVF fer eftir hesari Samgonguni - júst sum tey fóru eftir fyrrverandi Samgongu. Tí eitt er so heilt sikkurt og tað er, at KVF eigur sín lut í útfallið endaði soleiðis sum tað nú einaferð enda er. Og spurningurin er eisini - um KVF eigur at sleppa so lætt við at taka ein politisktan leiklut ..?
Her stendur nógv uppá spæl - og hvør einasti persónur í Føroyum er raktur (so ella so) av hesari Samgonguni. Vilja vit spæla við, so hyggja vit bert eftir - ímeðan leikur verður spældur av Løgtinginum. Men vilja vit nakað annað, so krevst ein broyting av hægsta stigi og til tað krevst at tú gevur tína meining til kennar. Ongantíð hevur undirritaði verið so sikkur í sínari søk:
Skriva út Nýval, Aksel V. Johannesen - tí vit føla okkum vera reyvrend av Samgonguni!
JáH (y) 28.11.2015