Men tølini, sum altíð vera brúkt, at tað eru gott 800-900.000 grindahvalar (Pilot Whales) runt í heiminum - stemma also ikki - tí tey seinastu tølini hjá Altjóða Hvala Stovninum vísa á, at tað eru minst eina millión grindahvalar eftir í heiminum og tað kann bert vísa tað, at vit føroyingar (uttan himpr) kunna drepa enn fleiri grindahvalar til næsta ár.
Paul Watson hevur roynt dúglig at logið um, at tað ikki eru so nógvir grindahvalar eftir í heim - men tølini hjá Altjóða Grinda Stovninum (International Whaling Commission) lúgva neyvan og tey vilja halda uppá, at 780.000 eru so 100% sikkurt eftir - men kanska kann tað vera heilt upp til eina millión grindahvalar eftir úti í høvunum.
So - um so er, at vit drepa 800 hvalar um árið, so merkir tað púrt onki fyri stóra hvalastovnin. Og ikki kunna argumentini hjá Watson brúkast til nakað sum helst. Nei, Sea Shepherd er einans í Føroyum fyri at skaffa meiri pening til fleiri nyttuleysar framtíðar herferðum.
Og so skalt tú eisini vita, at djórini (á landi & sjónum) er Guðs gáva til okkum menniskjur og vit føroyingar skula ikki førka okkum ein tumma fyri Paul Watson og hansara harkaliði av sokallaðum SS hermonnum.
JáH (y) 29.09.2015
Link:
https://iwc.int/estimate
http://marinebio.org/species.asp?id=354