Tak nú t.d. India, har tú kanst fáa 10 ára fongsulsstraff fyri at hava sex við sama kyni. Men nú er tað vón fyri framman hjá samkyndum úr India.
Hægsti Rættur úr India ætlar at taka uppskotið framm aftur, har fleiri hava tikið stig til, at samkynd kunna sleppa hava sex - uttan at vera straffaði fyri tað. Lógin kemur frá, tá ið Bretar áttu India og er 148 ára gomul og bleiv avskaffa í 2009 - men tikin í nýtslu aftur í 2013.
Samkynd í Føroyum sleppa at hava sex við hvørt annað - uttan at straffast fyri tað, og nú manglar bert at uppskotið kemur ígjøgnum, har tey samkyndu eisini sleppa at giftast við hvørt annað. Mangir føroyingar eru tó ímóti hesum - hóast meirilutin nokk er fyri, at so skal vera, at hvør ein føroyingur eigur somu rættindir, sum ein annar.
JáH (y) 02.02.2016