Síðsta ár skipaði Klaksvíkar Sjónleikarafelag fyri einum frekum showið, sum bleiv kallað Syndarlig Jól og hesaferð so verður tað skipa fyri enn einum frekum showið, sum tey á Gomlu Brandstøð kallað fyri Buldralig Jól.
Hetta er svartur humor, satira og grovt skemt. Hetta er, sum sagt, ikki fyri sartar sálir og krevst at ein er 18 ár fyri at sleppa ígjøgnum nálareygað at síggja showið, tá ið summar sketchunum eru í so grovar til teir yngru áskoðarnir. Ja, tað er tíð uppá, at Klaksvíkar Sjónleikarafelag borðreiðir við enn einum showið, sum fær teg at krympa tær.
Borðreitt verður við sangi, skethjum og talentshowið, sum ongantíð fyrr er borðreitt á nøkrum føroyskum palli fyrr. Vit gera eisini tjúkt grin burturúr KVF, Sjúkrahúsinum, Kommunini, Jólunum, KÍ og fleiri onnur ting, sum vit tó ikki fara at avdúka her.
Júst sum síðsta ár, so hava sjónleikarnir valt, at framføra 6 ferðir - har tað einans sleppa 50 fólk at síggja showið Buldralig Jól ísenn. So hevur tú ikki keypt atgongumerki til Buldralig Jól enn, so er at skunda sær - tí fólk eru longu byrjaði at keypa atgongumerkir á www.atgongumerki.fo. Sýningarnir vera tann 8. desember, 9. desember og 10. desember í Gomlu Brandstøð í Klaksvík.
Leikarar hesaferð eru:
Louis Poulsen, Emry Jo, Durita Samuelsen, Jógvan á Høvdanum, Barbara Hentze, Snæbjørg Gustavsdóttir, Durita Joensen, Høgni Poulsen og Jancy Poulsen. Ljóð -og ljósmenn eru: Rói L. Poulsen og Kristian D. Heinesen.
Vit gleða okkum at síggja teg.
Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Skrivari hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag