Lykilin til at fáa børnini at trívast í skúlanum er í Finnlandi, at børnini ikki fáa skúlating heima og ei heldur skula børnini ganga alt ov leingi í skúla.
Ein skúlavika í Finnlandi er áleið 20 tímar og onkuntíð enntá minni enn tað. Tey í Finnlandi halda nevniliga, at børnini vera koyrd skúlatroytt av, at hava ov nógvar tímar í skúlanum og at børn skula eisini fáa loyvið til at vera børn.
Skúlabørnini í Føroyum eru ímillum heimsins vánaligastu skúlabørn í miðal - og kanska hevði tað verið eitt gott hugskot, at skúlarnir í Føroyum at læra okkurt frá skúlunum í Finnlandi. Taka vit ein 5. flokk í Føroyum, so hava hesi børn 30 tímar um vikuna - pluss skúlating og tá er (sum sagt) ikki nógv til, at børn sleppa at spæla.
Í Finnlandi hava tey eitt slíkt system, at børnini hava bert 20 tímar um vikuna og restina ... ja, tað fer til spæl og børnini sleppa, sum sagt, at vera børn. Og so skal heldur ikki takast frá Finnlandi, at tey hava heimsins besta skúla til børn við heimsins bestu karakterum.
JáH (y) 20.05.2016
Kelda: Where to Invade Next (filmur hjá Michael Moore)