Tveir dagar eftir, at fleiri brynjaði mótmælisfólk yvirtóku ein almennan bygning í Oregon, við tí grundgeving, at bóndirnir á tí partinum av Amerika vóru troytt av stýrinum - eru tey enn í bygninginum og ætla sær ikki at rýma haðani fyrr enn onkur broyting er komin í tí amerikonsku skipanina. Trupuleikin er hinvegin, at tað hesu mótmælisfólkini ynskja er heldur trupult, at ordna her og nú.
Tað byrjaði við at faðir og sonur, Dwight og Steven Hammond vóru handtiknir leygardagin fyri eldáseting - har tey brendu 130 hektara av grasið, sum teir vildu vera við - varð illgras. Trupuleikin varð, at tað teir brendu varð almenn jørð og tá ið teir settu eld á - spreiddi eldurin seg meira enn teir hildu eldurin fór at gera. Hetta er annars púra vanligt at gera í Amerika - tó krevst loyvið at gera slíkt og hetta er eisini upprunin til, at 150 mótmælisfólk hertóku sama dag ein almennan bygning í Oregon, USA.
Sakførarin hjá Hammond familju sigur annars við fjølmiðlarnir í dag, at bæði sonur og faðir ikki vilja vera settir í samband við yvirtøkuna av tí almenna bygninginum.
JáH (y) 04.01.2016