NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Jóhanna við nýggjum lag

22/8/2016

Comments

 
Billede
Na Na Na eitur nýggja lagið hjá Jóhonnu Norðberg Niclasen, sum kom út leygarnáttina ... sjá video niðanfyri.
​
- Vit mangla, at føroyingar framleiða mainstream popp-tónleik, sigur Jóhanna Norðberg Niclasen.

​Hoyr meira HER

Kelda: KVF


Comments

Fríggjakvøldið væleydna á Summar festivalinum

10/8/2016

Comments

 
Billede
Eitt sindur seinkað grein, sum skrivað er av Annbjørg á Høvdanum - men tó, so vilja vit so gjarna hava hesa grein í Norðoya Portal, tá ið hon hevur gjørt sær ómak, at skriva ummæli av Summar Festivalinum ...

Dagurin í gjár var sera góður, bæði hvat viðvíkur veðri, og hvat viðvíkur tónleiki. Highasakite høvdu eina stak góða framførðslu við tónleikinum á høgum støði, og tá onkur sangur var, sum fólki kendi, so sungu tey eisini við, men teir vóru bara ikki so nógvir.

Fyri mítt viðkomandi, so var Boyzlife konsertin klárt tann besta, fylgd av konsertini hjá 200 inni í teltinum. Hesar báar høvdu góðan tónleik, men eisini sangir sum fjøldin kendi og tí kundu syngja við. Vit fingu tíanverri ikki serliga nógv við av Sámali Ravnsfjall, hóast hann altíð er góður, og uttan iva, eisini var tað í gjárkvøldið.

Boyzlife megnaðu veruliga at fáa fjøldina upp á kók. Teir tóktust eisini minst líka glaðir og væl nøgdir fyri lurtandi fjøldina, sum fjøldin var fyri teir. Fólk dansaðu og sungu við, og hesa løtuna føldi man veruliga festival hýrin. Vónandi skifta veðurgudarnir meining í dag, so at vit eisini kunna fáa ein rýmuliga turran dag, nú vit fara í gongd við síðsta dagin av summarfestivalinum, men um ikki, so er bara at lata seg í eftir veðrinum. Góðan summarfestival víðari ..!

Comments

Rúmligari á festival økinum í ár !!!

10/8/2016

Comments

 
Billede
Summarfestivalurin tykist ikki at hava havt líka nógv vitjandi í ár, sum undanfarnu árini.

Køðirnar hava verði styttri og tað hevur ikki verið líka tætt pakkað inni á økinum í ár, sum fleiri av undanfarnu árum.

Hettar hevur tó fyri flestu gestirnar bara veri eitt pluss. Helst eiga broyttu kamping viðurskiftini sín part av leiklutinum í hesum.

Okkum er fortalt, at fólk, sum stóðu tætt uppá nummar 100 á bíðilistanum til kamping øki, sluppu framat allíkavæl, so nógvar avlýsingar muga hava verið.

Ein kann eisini freistast at hugsa, at lýsingarátøkini við høvuðsnavninum kanska hevur verið ov smøl, tá vit meta, at fyri tað unga ættarliði kundu baði Highasakite, Boyzlife og Hermes House Band selt líka væl, ella betur sum høvuðsnøvn.


NP 11.08.2016

Comments

Myndir Summarfestivalurin 2016

6/8/2016

Comments

 
Billede
Summarfestivalurin 2016 er liðugur og her nakrar myndir, sjá niðanfyri.

​SáH

Comments

Blakaður út eftir trimum sangum

6/8/2016

Comments

 
Billede
​Norðoya Portalurin kom eitt sindur seint til konsertina hjá Cliff Richard hóskvøldið og fingu klipsa nakrar myndir í kassan, men tá ið
tríggir sangir vóru spældir, so kom ein sum spældi "Bodyguard", sjálvandi frá Tórshavn og blakaði pressuna út.

Jú, jú, ein 75 ára gamal sangari og so spæla stórir uppá tað. Pressan mátti øll út aftanfyri stóra pall og so bleiv ikki tikið meira myndir tað kvøldið.

Ná her myndirnar frá konsertini uppá 1½ sang hóskvøldið á Summarfestivalinum 2016.

SáH

Comments

NÝGGJAR FESTIVALTROYGGJUR FRÁ NAVIA

3/8/2016

Comments

 
Billede
​Navia hevur gjørt nýggjar troyggjur til Summar Festivalin

Aftur í ár ber til at ogna sær snøggar troyggjur, sum eru gjørdur til Summar Festivalin. Í ár er tað Navia, sum hevur framleitt løttu troyggjurnar, ið fáast bæði til kvinnur og menn.

Troyggjan til kvinnur er at fáa í svørtum og hvítum og kostar 599 krónur.

Troyggjan til menn er at fáa í svørtum og ljósagráum og kostar 699 krónur.

Eisini fæst ein Summarfestival húgva í svørtum fyri 299 krónur.

Summarfestival troyggjurnar og húgvan eru at fáa í básinum hjá Navia á Summar Festivalinum. Básurin stendur við Norðoya Sparikassa oman móti tjaldøkinum.

Kelda: Summarfestivalurin

Comments

​Cliff Richard: DEILIGT AT VERA Í FØROYUM

3/8/2016

Comments

 
Billede
Tað er ein Cliff Richard í toppformi og sera góðum hýri, sum er komin til Føroya í dag. Cliff lendi í privatflogfari í Vágum seinnapartin, og í kvøld tekur hann sær av løttum.

- Tað er deiligt at vera í Føroya. Umsíðir fái eg møguleikan at vitja tykkara vakra land, og eg gleði meg sera nógv til at spæla konsert her, sigur Cliff Richard.

- Fólk kenna nógvar av mínum sangum, og eg haldi, at mann skyldar fólki at spæla kendar sangir á slíkari konsert, so eg ætli mær at spæla nógvar av mínum bestu sangum fyri føroyingum, sigur Cliff Richard.

Cliff Richard hevur verið virkin sum tónleikari síðani 1950’ini, og hann hevur spælt ymisk sløg av tónleiki – popp, rock ’n roll og eisini gospel. Hann ætlar sær at tríva í sangir frá teimum ymsu tíðarskeiðunum.

- Eg havi hoyrt, at føroyingar syngja væl við á konsertum, og tað dámar mær sera væl, sigur Cliff Richard.
Nógvir føroyingar kenna væl gospelsangirnar hjá Cliff Richard, og hóast hann vanliga ikki spælir gospelsangir á slíkum konsertum, ger hann eitt undantak í Føroyum, tí hann hevur fingið áheitan um tað. Sum tað skilst á lagnum, fer Cliff Richard at syngja vakra sangin Millennium Prayer á konsertini á Summar Festivalinum.

Konsertin við Cliff Richard verður á Vágsbøi í Klaksvík hóskvøldið kl 22:00.

Kelda: www.sf.fo

SáH

Comments

Karstin Danielsen hitar upp fyri Cliff Richard!

2/8/2016

Comments

 
BilledeMyndaánari: Karstin Danielsen Facebook
Karstin Danielsen hevur skapt sær sítt heilt egna ljóð innan country og fer tað eisini at seta sín dám á, tá ið Karstin Danielsen skal spæla í Torginum á Summarfestivalinum, beint fyri navnframa Cliff Richard.

Á Youtube hava fleiri av hansara løgum fingið fleiri túsund hits og undirritaði veit, at í mongum ballum vera hansara frálíku sangir eisini spældir. Vit á Norðoya Portali gleða okkum, at hoyra Karstin spæla hóskvøldið kl. 21.00 á Torginum.

​JáH (y) 03.08.2016

Comments

SF 2016: Kampingvognarnir byrjaðir at koma!

2/8/2016

Comments

 
Billede
Myndin til vinstru er tikin á morgni ígjár og sum tú sær á myndini, sum er tikin beint við Svimjihøllina - so eru kampingvognarnir byrjaðir at koma kring alla Klaksvíkina.

Hóast tað ikki verður beint aftanfyri pallin á Summarfestivalinum í ár, so hava kampingvognarnir fingið pláss ymsa staðnis kring Klaksvík - og lítil ivi er í, at kampingfólkini ikki fara at hava tað minst líka stuttligt sum tey fyrru árini.

JáH (y) 03.08.2016

Comments

Pallur í serflokki

2/8/2016

Comments

 
Billede
Eingin pallur í Føroyum kann samanberast við stóra pall á Summar Festivalinum.

Summar Festivalurin hevur seinnu árini hýst teimum størstu konsertunum her á landi, og til tað krevst pallur og útgerð á altjóða stigi.

Nú er vanligt at tosa um stóra pall til tey ymisku tiltøkini í Føroyum, men eingin annar pallur í Føroyum kann samanlíknast við stóra pall á Vágsbøi. Pallurin er risastórur, og hann er á tremur við nýggjastu ljóð- og ljósútgerð.

Ljóðtøkni er veitari av ljóði og ljósi til Summar Festivalin, og fyritøkan letur gjøgnum útlendskar og føroyskar samstarvspartar alla neyðuga útgerð og vitan til pallarnar.

Krøvini frá teimum útlendsku bólkunum kunnu verða krevjandi, men Summar Festivalurin setur stóra heiður í at veita bólkunum tað, sum teir biða um. Tað er eisini hetta, sum ger tað gjørligt hjá Summar Festivalinum at leggja pall til konsertir við heimsstjørnum sum Cliff Richard, The Scorpions, Westlife, Roxette Lukas Graham og øðrm. Uttan ein pall á altjóða stigi, høvdu hesar konsertir ongantíð verið veruleiki.

Stóri pallur á Vágsbøi skal komandi vikuskiftið hýsa konsertum við eitt nú Cliff Richard, HighasaKite, Hermes House Band, Boyzlife, Kristinu Bærendsen og Signar í Homrum.

​Kelda: SF.fo

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.