NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hanus G. Prikkurin yvir I'ið !!!

15/3/2014

Comments

 
PictureLaila av Reyni í egnum designaðum kjóla
Blást bleiv síðan í gongd av seinni helvt av FMA 2014. Og tann fyrsta sum skuldi syngja varð Laila av Reyni og framførdi hon í egnum designaðum kjóla úr fiskaskravu og seyðaull ... og tað má sigast vera eitt sindur føroyskt/orginalt.

Barbara Samuelsen frá KVF handaði næsta prís Ársins Framleiðari og tann prísin vann Baroli Music.

Sigga Vang frá Dómsnevndini handaði prísin fyri Ársins Videolag og tann prísin vann Greta Svabo Beck við Broken Bones, sum systurin tók ímóti.

Sofus Dahl Christiansen handaði tvær tær fyrstu innan Popp.

Ársins Popp sangari: Hallur
Ársins Popp songkvinna: Greta Svabo Beck 

Siv Gunnarsdóttir hanaði so næsta prís, sum varð Ársins Poppsangur og tann prísin vann Døgg. Siv útnevndu eisini Ársins Poppfløgu og tann prísin vann: Byrta.

Jón Brian Hvidtfelt handaði virðislønina fyri Ársins Poppbólkur ella Einstaklingur og tann prísin vann: Byrta

Og so varð tað Ársins "live" bólkur sum valdur varð av fólkunum (har einans áskoðarin kundi stemma) og tann prísin vann: Swanga.

Seinasta viðurslønin varð Ársins Tónleikaheiður - og hana handaða stjórin á KVF Dia Midjord til Simma. Og til endans sang Hanus G meistarliga sangin Átjan saman við kantabli og tað ljóðaði serstakiliga gott. Bravo, sigi eg bara.

Tey sum annars framførdu í 2. helvt av FMA ímillum handarnar vóru: Laila av Reyni, Allan Tausen, Reduced 2 Ash, Lover Lover, Døgg Nónsgjógv og Kantabli og Hans G.

JáH 15.03.14


Comments

Jógvan Skorheim handaði prísin, sum Kvartetten hjá Betesda vann !!!

15/3/2014

Comments

 
Picture
Helena Dam á Neystabø handaði FMA prísin fyri Rock/Málm/Jazz/Blues og Folk

Ársins Bólkur: Og eisini her fór Týr avstað við prísinum.

Ársins Einstaklingur: Jón Aldará

Ársins átak 2014 varð Heima, har Jón Tyril tók ímóti FMA prísinum.

Ársins nýggi bólkur: Byrta

Vertirnir til FMA 2014 vóru: Barbara Holm & Eyðfinn Jensen

Síðan varð tað tann Opna kategorien, sum Andrea Hendriksdóttir handaði.

Har Eivør vann fyrsta prísin, sum mamman tók ímóti. Og tað varð fyri “Skrímslið”.

Jógvan Skorheim handaði næsta prís, sum Kvartetten hjá Betesda vann, har Eyðun Jacobsen tók ímóti prísinum. Og seinasta prís vann Eivør eisini fyri Ársins Lag: “Lurta Nú”

Ímillum handarnar sang: Jens Marne, Marius, The Abcent Silver King, Kári Sverrisson, Kristina & Hallur, Kamarkórið og so varð tað pausa, har ymisk fólk blivu interviewaði. Higartil so má sigast, at tað er eydnast væl av teimum, sum fyrireikað hava FMA 2014. Sjá annars myndarøð niðanfyri hesa grein. Meira seinni (seinni helvt av FMA 2014)

JáH (y) 15.03.14

Comments

Týr vann Ársins Fløgu innan Rock/Málm/Jazz/Blues og Folk bólkin

15/3/2014

Comments

 
PictureTýr úr Florida
Ársins tekst fór Jóannes Nielsen avstað við. Sverrison tók ímóti prísinum, av tí  at Jóannes Nielsen varð staddur uttanlanda.

Ársins húsið varð Valkyria hjá Týr og at taka ímóti prísinum vóru tvær dámur, sum boðaðu frá, at Týr vóru staddir í Florida – men teir takkaðu so fyri prísin via Satelit (sí mynd)

Jens Marne sang ein friðaligan rock sang (Every Blue Bird Needs To Fly) og ein sindur villari sang (Nothing Gonna Change My Love) í show’inum og megnaði hann tað sera væl og fekk fjøldina við sær.

Eftir hetta handaði Hans Jacob Hjelm prísin innan Rock/Málm/Jazz/Blues og Folk - og Ársins Sang vann Marius og Ársins Fløgu vann Týr við fløguni Valkyria. Og beint, sum eg siti og skrivi syngur Marius so fagurt í heimasíðuni hjá KVF (og sjálvandi "live" í NLH). Meira um hetta seinni.

JáH (y) 15.03.14




Picture
Marius takkar fyri FMA prísin
Picture
Jens Marni rokkar í NLH
Comments

Fer at standa ímillum Eivør og Byrta á FMA

15/3/2014

Comments

 
Picture
So upprann tann stóri dagurin, at tað føroyska tiltakið FMA (Faroese Music Awards) varð á skránni. Tað stóra tiltakið byrjar kl. 19.30 á NLH og kann tað eisini síggjast "live" á netinum hjá www.kvf.fo.

Vit á Norðoya Portali eru (nærum) 100 % vísur í, at tað stóra slagið fer at standa ímillum Eivør Pálsdóttir og Byrta. Og her verður also tosað um hvør av teimum fer at vinna flest prísir á FMA.

Eisini kann roknast við, at Týr fer avstað við onkrum prísi - har kann so nevnast prísurin Ársins Fløga, sum teir heilt klárt hava uppiborið.

JáH (y) 15/03-14

Comments

Útselt til FMA 2014 - Føroysku tónlistavirðislønirnar

14/3/2014

Comments

 
Picture
Tað er ein stórur áhugi fyri tær føroysku tónlistavirðislønirnar, og kann boðast kann frá, at tað longu er útselt til tiltakið sum verður ímorgin kl. 19.30. Sagt verður frá, at tað eru yvir 200 tónleikara eru til tiltakið, sum eisini verður "streama" í netinum av fyrireikaranum.

Og mong eru á listanum til tey "útvaldu" á FMA 2014 - hygg bert eftir listanum niðanfyri:

Innan Popp-bólkin er tað:

Ársins sangari: Teitur - Høgni Reistrup - Knút - Jens Marni - Hallur Joensen

Ársins songkvinna: Greta Svabo Bech - Guðrið Hansdóttir - Guðrun Pætursdóttir Háberg - Døgg Nónsgjógv - Laila Carlsen

Ársins fløga: Byrta – Byrta, Story Music – Teitur, Undirgangstónar – Swangah, Áðrenn vit hvørva – Høgni Reistrup og With Stars & Legends – Hallur

Ársins sangur: Loyndarmál – Byrta, Tú tók mína hond – Døgg Nónsgjógv, Shut Up & Sing – Greta Svabo Bech, Rock And Roll Band – Teitur og Heyah – Allan Tausen

Ársins bólkur/einstaklingur: Byrta, Teitur, Greta Svabo Bech, Høgni Reistrup og Swangah

Innan Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk-bólkin er tað:

Ársins sangari ella einleikari: Kári Sverrisson, Jón Aldará og Høgni Lisberg

Ársins bólkur ella einstaklingur: Týr, Hamferð og Kári Sverrisson & Bendar Spónir

Ársins fløga: Valkyrja – Týr, Evst – Hamferð og Nøkur fá fet aftrat – Kári Sverrisson & Bendar Spónir

Ársins sangur: Stóra lívmóðurin – Kári Sverrisson & Bendar Spónir, Tokan – Marius og Svævar Knútur og Nation – Týr

Tey tilnevndu innan Opna bólkin:

Ársins einleikari ella bólkur: Eivør, Bendar Spónir og Kvartettin í Betesda

Ársins fløga: Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen, Skrímslið, lítla systir mín - Eivør og Bendar Spónir – Hvussu bendir man spónir

Ársins lag/verk: Lurta nú – Eivør, Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen og Hin nýggi sangurin – Bendar Spónir

Ársins nýggi bólkur/einstaklingur: Byrta, Døgg, Greta, The Absent Silver King, LoverLover, Flamma, Allan Tausen, Laila av Reyni, og Jákup Lützen. 

JáH (y) 14/03-14

Comments

Samrøða við Erik Biskopstøð um Twisted Sister

12/3/2014

Comments

 
Picture
1. Hvussu ber tað til, at tit hava fingið eitt so mega kul navn sum Twisted Sister at koma til Summarfestivalin ..?

Okkara royndir, sum festivalfyriskipararar í 10 ár siga okkum, at føroyingar elska eitt gott og forførandi rock show á Vágsbøi, tí her eru bestu karmarnir viðv. Palli, ljóði og ljósi, sum tú kanst uppliva í Føroyum. Innan rock hava vit m.a. Havt The Scorpions, D-A-D og Týr áður, og tað hava fólk dámt sera væl. Tá ið tað kemur til Rock show, so fæst tað næstan ikki nógv betri enn Twisted Sister.

2. Kunna vit rokna við einum showið frá Twisted Sister, sum vil nakað ..? 

Ja, tað kunnu vit avgjørt, og tað hava vit eisini frætt frá føroyingum, sum hava uppliva Twisted Sister live. Teir siga, at teirra lívliga og orkufulla framførsla er nakað heilt serligt, og karismatiski frontsangarin er framúr góður undirhaldari og rocksangari. Ein skrivaði til okkum á fb: “Sá teir á Sweden Rock Festival 2012. Feit konsert, og Dee Snider syngur sum fyrsta dagin. Gleðið tykkum!”

3. Sangarin úr Twitsted Sister Dee Snider beskrivar bólkin sum eina blanding av Slade og Sex Pistols. Hvussu vilja tit á Summarfestivalinum beskriva Twisted Sisters ..? 

Vit vilja lýsa teir sum eitt av kendastu rock bólkunum frá 80-unum, og teir høvdu nøkur hitt, sum øll kenna. Annars so eru teir so kendir, at tað er ikki neyðugt hjá okkum at fortelja fyri fólki, hvørjir teir eru, tí øll kenna Twisted Sister.

4. Nú spælir tú sjálvur tónleik - hvussu oftað hevur tú ikki lurta til intro'ina hjá Twisted Sister's "We're Not Gonna Take It" ..? 

Eg var púra bergtikin av TS í 80-unum, og eg hugdi ofta eftir video'unum og ikki minst havi eg óteljandi ferðir spælt trummuintro'ina í We're Not Gonna Take It. Eg og Kristoffur Mørkøre høvdu eitt lítið Muppet Show barnatrummusett í 80-unum, og tá royndu vit mangan at spæla ta taktina.

5. Mong eru tey, sum vóna at klaksvíksbólkurin Dynamit aftur verður við í ár. Kunna vit rokna við tí ella kemur okkurt orkestur ístaðin ..? 

Tað er ein stórur møguleiki fyri, at Dynamit verður við í ár.

6. Hvat gleðir tú teg allermest sjálvur til á SF 2014 ..? 

Eg gleði meg altíð til heildina á festivalinum og at síggja gleðina í fólki, tá ið tey hugna sær saman við góðum vinum. Tað er alt ov sjálvdan, at man stendur á bønum, tá ið stóru konsertirnar eru, men eg kundi gott hugsað mær at verið á bønum, tá ið Twisted Sister fara at rocka.

JáH (y) 13/03-14


Comments

Politistur sagsøkt Beverly Hills eftir deyða Whitney Houston

12/3/2014

Comments

 
Picture
Ein politistur úr California hevur sagsøkt statin Beverly Hills, tí at hann eftir egnari útsøgn hevur fingið noktað at blivi forfremmaður í samband við at sangarindan Whitney Houston doyði fyri gott 2 árum síðani.

Politisturin sigur, at honum ikki dámdi hvat ein av granskaranum segði um líkið av Houston á hotellinum, har hon bleiv funnin. Og hevur hetta ført við sær, at politisturin er fjernaður frá SWAT, sum standa fyri sera farligum operatiónum.

Politisturin hevur sagt, at granskara ímillum annað segði, at Whitney Houston "enn sá gott út", ímeðan hann hugdi at líkinum í baðikarinum, har hon bleiv funnin deyð.

JáH (y) 12/03-14


Comments

Lily Allen: Mínir seinastu singlar eru vánaligar

12/3/2014

Comments

 
Picture
Tann enska sangarindan er samd við einum skuffaðum fjeppara og fer eftir plátuselskabunum og útvarpstøðunum.

Tann 5. mai varð Lily Allen aftur við einum nýggjari plátu. Og hon vónar Kanye West sum seinasta ár gav út "Yeezus" kann flenna eftir hennara plátu, sum er inspirera av hansara. Hennara eitur nemliga "Sheezus" og opinbart eru ikki allir fjeppara sum eru nøgdir við smagsprøvarnir av tí nýggja tónleikinum, sum fjeppara hava hoyrt av tí nýggju plátuni.

Ein fjeppari, Reg Wilding, hevur á Twitter skriva um sína misnøgd av 2 av songunum, nevniliga "Hard Out Here" og "Air Balloon". "Keðiligt popp-møsn" kallar hann tað. Og onkuntið kann ein vera so eydnusamur, at tú fær svar aftur frá tónleikaranum og hesa ferð fekk Wilding svar frá Lily Allen á hennara Twitter: "what you've heard so far yes. All i can do is do my best, the labels and the radio stations won't play the better stuff" umsett: "Tað tú hevur hoyrt higartil ja. Alt sum eg gera er mítt besta og er tað skuldin hjá plátufeløgunum og útvarpstøðunum sum ikki vilja spæla tann betra partin"

JáH (y) 12/03-14


Comments

Dynamit aftur á Summarfestival 2014

12/3/2014

Comments

 
Picture
Tað er ein góður møguleiki fyri at klaksvíksbólkurin Dynamit aftur verður á skránni hjá Summarfestivalinum 2014. 

Vit á Norðoya Portali høvdu eina samrøðu við Erik Biskopstøð, har vit spurdu um Dynamit aftur verður við í ár og til tað kundi Erik so svara okkum: "Ja, tað er ein stórur møguleiki fyri at Dynamit aftur er við í ár !!!"

Og tað gleða vit okkum nógv til - tí sjálvt um roknast kann við einum brakið av konsert við Twisted Sister, so stendur Dynamit also ikki langt aftanfyri teir, tá tað kemur til undirhald á pallinum.

JáH (y) 13/03-25

Comments

Søgan um Lynyrd Skynard & Con Air

10/3/2014

Comments

 
Picture
Lynyrd Skynyrd er eitt amerikanst rock orkestur sum bleiv kent í 1970'inum við songunum "Sweet Home Alabama" og "Free Bird". Tá teir vóru á toppunum við teirra succes - doyðu 3 limir í bólkinum í einari flogvanlukku í 1977.

Teir limirnar sum yvirlivu - byrjaðu aftur av nýggjum í 1987 har tann yngri beiggin hjá Ronnie Van Zant, (sum doyði í flogvanlukkuni) Johnny Van Zant bleiv sangari í bólkinum. Men Lynyrd Skynyrd endaði ikki á Rock and Roll Hall of Fame fyrr enn tann 13. Mars 2006. 

Og til stuttleikar kann nevnast, at eisini í 1997 blivu Lynard Skynard nevndir í filminum Con Air við Nicolas Cage í høvuðsrolluni. Skurkarnir eru júst sloppnir avstað við at kapra ein flúgvara og so verður sungið & dansað til sangin hjá Lynard Skynyrd "Sweet Home Alabama" har tað letur í tí eina skurkinum: "Beskriva ironi. Nakrir idiotar sum dansað í einum flúgvara til ein sang, ið bleiv kendur av einum bólki sum doyði í einari flogvanlukku."

Hygg eftir klippinum niðanfyri:

JáH (y) 10/03-14

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.