NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

X-Factor: So gekk tað ikki longur hjá  Sigmund

30/3/2018

Comments

 
Billede
So gekk tað ikki longur hjá Sigmund í X-Factor, sum datt úr X-Factor ígjár.

Sigmund varð annars kosin til at vera stórfavorittur til at vinna X-Factor, har bæði Sigmund og hansara lærari Sanne Salomonsen upplýsa, at tey eru í sjokk av tí, sum hent er.

Men ífylgi Sanne, so er Sigmund ein stjørna longu nú og tað fara at ganga mong ár, áðrenn hann verður gloymdur í tí musikalska pallinum.

Bæði DR3 og TV3 hava givið honum tilboð, at gera sjónvarp sendingar saman við teimum - men meira við Sigmund ikki siga um tað. Nógv bendir á, at 22 ára gamli Sigmund fer at taka tilboðunum - tí hann vil vera ein entertainari og ikki bert ein tónleikari, segði Sigmund at enda í showinum ígjár.

​JáH (y) 31.03.2018

Comments

Ein sangbók á netinum og sum Android App

27/3/2018

Comments

 
Billede
Her er ein sangbók (sum hevur allar sangir frá Grønu Bók og meira) sum liggur á netinum og eisini sum Android App.

Bókin hevur eisini nótar sum melodi, akkordir og tekst.  

Meiningin við hesi bók, er at hjálpa felagssanginum og til at publisera gomul løg sum eru í vanda fyri at doyggja út. 

Tit kunne síggja bókina her: http://sangbok.fo

JáH (y) 28.03.2018
Kelda: Tíðindaskriv frá Jákup W. Hansen

Comments

Erik og Karstin lagt nýggjan sang út á YouTube - Róðursmaður

23/3/2018

Comments

 
Billede
Tann 18. mars 2018 legði Erik Biskopstø  ein vakran sang út á YouTube, við góða sangarnum hjá okkum Karstin Danielsen og eitur lagið Róðursmaður.

Ein sera vakur sangur, hoyr sangin herundir. Orðini eigur Mikkjal Joensen, Lag: Ronnie Hinson og Sangur: Karstin Danielsen.

​SáH

Comments

Avrikssáttmálin gjørdur millum Klaksvíkar Kommunu og Spaniastovu

23/3/2018

Comments

 
Billede
GAMLA KLAKSVÍK – EIN SØGULIGUR MENTANARDEPIL
Seinnu árini eru klaksvíkingar og onnur vorðin von at ganga til mentanartiltøk av alskyns slag í hugnaligu hølunum í gamla einahandilsbygningum í Klaksvík, og hesi verða nú løgd í trygga legu við avrikssáttmála millum Klaksvíkar kommunu og Spaniastovu.

Spaniastova hevur afturvendandi verið karmur um minnisverdar konsertir, fyrilestrar og onnur tiltøk í hópatali. Eitt nú var Spaniastova karmur um vælumtókta Gittartingið, sum herfyri varð heiðrað sum ársins tónleikaátak, tá árligu tónleikavirðislønirnar FMA vórðu handaðar í Norðurlandahúsinum.

Gittartingið er bert eitt av fleiri dømum um virðisskapandi tiltøk, sum lyfta upp mentanarliga lívið í Norðoyggjum; nógv annað er somuleiðis sprottið úr stórum áhuga og ídni hjá fyriskiparunum, og nú verða stig tikin til at uppraðfesta virksemið í økinum, fyri at leggja tiltøkini og harvið mentanarliga útboðið í økinum í eina støðuga og trygga legu komandi árini.

- Spaniastova er ein dýrabar perla fyri mentanarlívið í Klaksvík, og virksemið byggir á eitt stórt ídni og áhaldni hjá fyriskiparunum, sum javnan forkela okkum øll við tiltøkum og framførslum, sum blása lív í mentanarpallin í Klaksvík og Føroyum sum heild. Við at gera avrikssáttmála millum kommununa og Spaniastovu kunnu vit leggja virksemið í eina fasta legu og harvið stuðla tí áhugabygda grundarlagnum, sum bæði er virðismikið og virðisskapandi fyri okkum sum kommunu og lokaløki, sigur Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini.

Oddamaðurin sær markleysar møguleikar
Jógvan Andrias Joensen hevur verið oddamaður og stigtakari í Spaniastovu seinastu mongu árini, og uppraðfestingin av hesum økinum merkir sostatt, at hann burturav fer at starvast við Spaniastovu, við tí fyri eyga at víðarimenna og skapa enn fleiri mentanarupplivingar til borgarar og vitjandi.

Avrikssáttmálin millum kommununa og Spaniastovu inniber millum annað, at Spaniastova skal skipa fyri konsertum, evnisdøgum fyri nýggjar tónleikabólkar og ung, framførslum av ymsum slag og fyrilestrum, skeiðum, temakvøldum og líknandi.

- Umhvørvið og møguleikarnir í søguliga bygninginum eru nakað heilt serligt, og við góðum samanhaldi og samstarvi hava vit fleiri ferðir megnað at savnað rættiliga nógv fólk saman, so her eru óendaligir møguleikar og spennandi ting at arbeiða víðari við, og tað gleði eg meg ótrúliga nógv til at fara í holt við, sigur Jógvan Andrias Joensen, sum eisini sær stórar møguleikar í samstarvi og samspæli millum ymsu mentanartilboðini í býnum og økinum.

Samansjóðar Spaniastovu og Fornminnissavnið
Umframt ymsu mentanartiltøkini í Spaniastovu, húsar sami bygningur eisini Norðoya Fornminnissavni, og Andras Sólstein, savnsleiðari, letur væl at samstarvinum millum savnið og Spaniastovu. Tiltøkini á staðnum eru við til at lata økið meira upp fyri almenninginum og skapa lív, sum harvið varpar ljós á hetta serliga søguliga umhvørvið kring Klaksvíksgarðin, og í næstum er ætlanin at seta ein arbeiðsbólk at kanna møguleikar og fortreytir fyri at skipa samlaða virksemið undir ein felags bygnað.

Ein týðandi partur av vakstrarætlanini, sum varð gjørd fyri kommununa í 2011, og sum higartil hevur verið fylgd miðvíst og hevur skapað støðugan fólkavøkstur, var at uppraðfesta upplivingarvinnuna og harundir mentanartilboð, og tað er samansjóðingin av tilboðunum kring Klaksvíksgarðin eitt frálíkt dømi um.

Somuleiðis kann hetta vera við til at menna mentanarlívið og samstundis vera liður í tilvenjingini til nýggju møguleikarnar, sum koma við Mentanarhúsinum, tá tað verður tikið í nýtslu um nøkur ár.

Avrikssáttmálin millum Spaniastovu og kommununa fevnir um fimm ár og kemur í gildi 1. apríl.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

NÝTT STAKLAG : THE CROWBERRY BAND – Gone Like Yesterday

17/3/2018

Comments

 
Billede
16. mars kom nýggja lagið Gone Like Yesterday hjá The Crowberry Band. Lagið snýr seg um eina gamla flammu.

The Crowberrry Band er navnið á orkestrinum hjá Janus á Húsagarði sum bleiv stovnað í 2015, og hevur spælt konsertir í spælistøðum og festivalum kring landið.

Tónleikurin hevur millum annað íblástur í Írskum fólkatónleiki. The Crowberry band koma út við fyrstu fløgu Good Luck í fyrstu helvt av 2018.

Janus á Húsagarði hevur skrivar allar tekstir og løg.

Á Gone Like Yesterday Spæla:

sang: Janus á Húsagarði, kór sang: Brenna
McCormick Jacobsen, kór sang: Malan Thomsen, guitar: Uni Debess, trummir:
Brandur Jacobsen, piano/rhodes/guitar/kór sang: Finnur Hansen, bass: Johannis
av Rógvu Joensen, rytmi guitar: Ragnar Finsson

Sangurin Pub on the Corner kanst tú hoyra á Youtube niðanfyri og er hetta ein sera glaður sangur um eina vælkenda pubb í Tórshavn:

JáH (y) 18.03.2018
Kelda: Olivur Eystberg

Comments

Gongur ordiliga gott hjá Kim Larsen nú

15/3/2018

Comments

 
Billede
Kim Larsen, sum fekk staðfest prostatakreft í januar - hevur tað ordiliga gott nú, sigur kona hansara LiseLotte við Se og Hør.

LiseLotte Larsen sigur, at hann enn er í behandling hjá læknunum - men at læknarnir eru glaðir yvir, at tað er framgongd hjá Kim Larsen.

Kim Larsen hevur hildið ein steðg frá framførslum í eina tíð nú - men skal eftir øllum at døma, framføra í Skanderborg Festivalinum og Fredagsrock í Tivoli í summar.

JáH (y) 16.03.2018

Comments

Tim McGraw small um á pallinum

11/3/2018

Comments

 
Billede
Tað varð á eini konsert í Dublin, at countrysangarin Tim McGraw small um á pallinum, tá ið hann sang sangin Humble & Kind.

Kona hansara, Faith Hill kom á pallin og segði:

- Maður mín er veruliga uppturkaður (dehydreraður). Eg eri kedd av hesum og havi eg tikið tí avgerð, at hann kemur ikki á pallin aftur í kvøld.

Tim McGraw og kona hansara Faith Hill takkaðu teirra fjepparar fyri allar teir heilsur tey fingu frá sjúkrahúsinum og lótu eisini heilsa, at støðan hjá McGraw varð blivin nógv betri nú.

JáH (y) 12.03.2018

Comments

Tannáringur dømdur fyri terror ætlarnir á Bieber konsert

3/3/2018

Comments

 
Billede
17 ára gamli Lloyd Gunton úr Bretlandi (á myndini) hevur fingið 11 ára fongsulstraff fyri at hava havt terror ætlarnir til eina Justin Bieber konsert.

Gunton varð handtikin av løgregluni nakrar fáa tímar áðrenn konsertin hjá Bieber, har Bieber framførdi í Cardiff.

Løgreglan fann Gunton við einum knívi og einum hamara, saman við einum brævið, har tað stóð: "Eg eri ein hermaður hjá IS. Eg havi lagt á Cardiff í dag, tí at stýrið í landinum blívur við at bumbað í Sýria og Irak. Tað fer at vera meiri álop av hesum slag í framtíðini".

Rætturin kravdi, at drongurin ei heldur slapp at royndarleyslatast fyrr enn hann hevði sitið í geglinum í samfull 11 ár.

JáH (y) 03.03.2018

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.