
Føroya Symfoniorkestur. Solistur Eric Silberger. Dirigentur: Bernharður Wilkinson. P. Tschaikowsky, Op. 35 - steðgur - Sibelius: Symfoni nr. 2 46´
Kostnaður 150 kr. (keyp atgongumerki hjá www.nlh.fo)
Fyri tveimum árum síðani gav FSO okkum møguleikan at hoyra kendu klaverkonsertina eftir Tjaikovskij við framúrskarandi, unga russiska pianistinum Tavel Raykerus. Nú er aftur eitt av heimskendastu verkunum á skránni til heystkonsertina hjá FSO, violinkonsertin av Tjaikovskij (opus 35 í d-dur) við unga amerikanska violinvirtuosinum, Eric Silberger.
Konsertin er skrivað við Genfervatnið í Schweiz í 1878, og var upprunaliga ætlað kenda violinistinum Leopold Auer; men hann sendi nótarnar aftur og segði, at hetta kundi ikki spælast. Ein annar violinistur gjørdist áhugaður, Brodskij, og hann framførdi hesa ikki serliga takksomu uppgávu í Wien í 1879. Kendi ummælarin Hanslick gav henni ein rættiliga ónærisligan dóm:
“Nú spæla teir ikki longur á violinina; teir skræða í hana,
so hon bæði fýsir og gresjar,
og hon verður bankað gul og blá,
og tað er nógv fyri at siga,
at tað finst tónleikur, sum stinkar.”
Tjaikovskij tók sær hetta ummæli sera nær, og hann lærdi seg tað uttanat og bar tað fram við hvørt høvi. Men hóast henda lemjandi dóm, so er violinkonsertin í dag eitt av kendastu og best dámdu verkunum hjá Tjaikovskij, og tað er neyvan nakar ferðandi violinvirtuosur í dag, sum ikki hevur hesa konsertina á síni tónleikaskrá. Konsertin er í trimum satsum:
Satsur, allegro, byrjar við einum inngangi í orkestrinum, sum bendir á høvuðstemaið, sum síðani í piano verður tikið við av solistinum, sum improviserandi arbeiðir við temanum, so tað ber brá av einum yndisligum dansi. Sum móttema kemur eitt meira sangbært lag, sum víðkast til eina tekniska avbjóðing fyri solistin av teim allar torførastu og kemur í hæddina í kadansuni og økist enn meira í eini kvikari og brlillantari koda.
Satsur, Canzonetta, Andante. Eftir ein stuttan inngang frá blásarunum tekur solisturin við og spælir eitt serkent, melankolskt, slaviskt lag. Blásararnir koma aftur við innganginum, sum spaluliga kámast burtur til knappliga verður flutt yvir í Sats, Finale, Allegro vivacissimo. Eftir aftur ein inngang frá orkestrinum, har høvuðstemaið verður presenterað og einari stuttari violinkadence, taka brúsandi dansirútmur við. Temaið verður ment yndisligt og skemtiligt. Solisturin hevur úr at gera og er alla tíðina í undangongu, so satsurin endar í einum “rokasligum” endaspurti.
Fylg Føroya Symfoniorkestrið á www.fso.fo
JáH (y) 22.10.2015
Kelda: Norðurlandahúsið