NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hvar fanin er Dr. Hook nú ..?

26/2/2016

Comments

 
Billede
Upprunabólkurin hevði eina manning uppá 3 persónar og góvust teir at spæla í 1983, sjálvt um Ray gavst eitt sindur áðrenn tað í bólkinum.

​Les meira HER

Men vit kenna kanska serliga best Ray "Eye Patch" Sawyer úr bólkinum Dr. Hook, ið bleiv kendur við sínari heilt serkønu rødd, har hann sang sangir sosum: Sylvia's Mother, Cover of the Rolling Stones og Everybody Making It Big But Me saman við Dennis M. Locorriere og fleiri fleiri aðrar slagarar í 70'inum.

Ray ferðast enn verðina runt við hansara nýggja bandi, sum verður kallað Dr. Hook feat. Ray Sawyer (hann misti annars eygað hjá sær í einari bilvanlukku í 1967) og sjálvur sigur, at hann hevur ongar planir um at gevast - so hvør veit, um ikki Dr. Hook verður at síggja til Summarfestivalin 2017 (hann hevur so í hvørtfall aldurin til tað) ..?

Stovnarin av bólkin Dr. Hook, Dennis Michael Locorriere spælir enn tónleik og er í dag 66 ára gamal og hevur fyri nýliga verið á einari turné við hansara egna orkestri.

George Cummings sum eisini gjørdi sangir fyri Dr. Hook er í dag 77 ára gamal og jú mín, um hann ikki eisini ger tónleik tann dag í dag fyri seg sjálvan og hevur eisini givið eina fløgu út sjálvur í 2005. 

JáH (y) 26.02.2016

Comments

Breaking NEWS: Miley Cyrus er gift

19/2/2016

Comments

 
Billede
Miley Cyrus blívur við at koma á yvirskriftir kring allan heim. Melur hon ikki nakin runt á pallinum ella í einum tónleikavideo, so finnur hon uppá okkurt annað ørt ...

Tað seinasta nýggja er, at 23 ára gamla Miley Cyrus hevur loyniliga gift seg við sjónleikaranum Liam Hemsworth á eini strond í Australia.

Tey hava annars verið góð 4 ár saman - sjálvt um tey í eitt stutt bil - eisini hava verið frá hvørjum øðrum. Hemworth fríggjaði annars til Cyrus í 2012, so tað er ikki nakað nýtt - at hesi bæði also høvdu planir um at gifta seg - sum tey nú eisini hava gjørt í loyndum.

JáH (y) 19.02.2016 

Comments

Taylor Swift vann fyri besta Album

16/2/2016

Comments

 
Billede
Tann besti prísurin kanska á Grammy Awards, sum varð í LA ígjár - fór til Taylor Swift fyri besta album, tí á hennara seinasta album - eru nevniliga fleiri hits, sum runga hava í útvarpinum.

Taylor Swift er sera populer í løtuni og hevur uppá núverandi tíðspunkt turné kring Amerika og um allan heim við hennara nýggju fløgu.

JáH (y) 16.02.2016

Comments

Lady Gaga heiðrar David Bowie

16/2/2016

Comments

 
Billede
Lady Gaga framførdi nakrar sangir hjá David Bowie til Grammy Awards í Los Angeles ígjár og varð íklødd sum David Bowie, sum vit kenna frá Ziggy Stardust tíðini.

Lady Gaga hevur sagt í samrøðum, at hon varð sera inspirera av sangaranum David Bowie, sum fyri stuttari tíð síðani doyði av krabba.

Til nakað heilt annað, so vísur video'ini niðanfyri hevur annars eina fína teori um, at David Bowie dyrkaði djelvuni og tað ger Lady Gaga eisini - eftir hesari video, at døma. Royn og hygg, sjálv/ur og sig so síðan tína meining niðanfyri.

JáH (y) 16.02.2016

Comments

Elton John og David Bowie endaðu sum óvinir

15/2/2016

Comments

 
Billede
BT veit at siga frá, at tónleikarin Elton John og David Bowie faktist ikki vóru væl, tá ið Bowie setti tufflurnar herfyri.

- Hann kallaði meg einaferð fyri eina rock 'n' rolls polet-drotning (sum merkir at vera ein ógvuliga bíligir persónur) og tað helt eg vera í so nógv av tí góða, sigur Elton John við tíðarriti Rolling Stones.

Les meira HER

JáH (y) 15.02.2016
Kelda: BT


Comments

Fólkini heiðraðu Eagles of Death Metal í Olso

15/2/2016

Comments

 
Billede
Orkestri Eagles of Death Metal hevur júst hildið konsert í Oslo - eftir at teir vóru vitni til at framleiðarin í bólkinum og 88 onnur menniskjur blivin sprongd og skotin til deyðis av terroristum - undan konsertini hjá teimum í París tann 13. november síðsta ár.

Les eisini: Minst 128 fólk dripin í París av Terroristum í nátt!

Orkestri byrjaðu teirra konsert-ferð seinasta leygardagin og tá ið teir spældu í Oslo ígjár - heiðraðu fólkini teir í fleiri minuttir, áðrenn teir sluppu at spæla. Tey sungu, rópti og klappaðu fyri teimum og bólkurin sum hevur hildið fleiri mánaðir pausu eftir París álopini sigur við fjølmiðlarnir:

- Tað hevur tikið nakrar mánaðir at koma ígjøgnum hetta, men tað er tað vert, siga teir úr Eagles of Death Metal.

JáH (y) 15.02.2016

Comments

Cliff Richard á Summar Festivalin 2016

15/2/2016

Comments

 
Billede
Livandi legenda í stórformi kemur á Summar Festivalin í Klaksvík at spæla 

Hann telist millum upprunaligu poppstjørnurnar í tónleikasøguni, og hann er millum kendastu tónleikanøvn í heiminum yvirhøvur. Tá ið hansara tónleikaligu avrik og sølutøl skulu samanberast við aðrar tónleikarar og bólkar, tosa vit um nøvn sum The Beatles og Elvis Presley. 

Síðani seinast í 1950’unum hevur Cliff Richard verið virkin í tónleiki. Hann hevur øll árini givið nýggjar útgávur út, samanlagt fleiri enn hundrað útgávur, og hann stórtrívist framvegis á pallinum, har hann mest av øllum minnir um eina ævigt unga poppstjørnu.
 
Eftir The Beatles og Elvis Presley er Cliff Richard mest seljandi tónleikarin í Onglandi, har hann í hálva øld hevur havt yvir 130 sangir á hitlistunum. Cliff Richard og Elvis Presley hava sum teir einastu megnað at havt sang ovast á almenna enska hitlistanum í fyrstu seks áratíggjunum av listanum – frá 50’unum til 00’ini. Samanlagt hevur Cliff Richard selt omanfyri 250 milliónir plátur kring heimin.

Síðani Cliff Richard í 1958 hittaði við sínum fyrsta sangi, Move It, sum John Lennon hevur kallað fyrsta enska rocksangin, hevur Cliff Richard havt óteljandi hitt, og her á okkara leiðum kenna vit nógvar av sangum hansara – til dømis Summer Holiday, Lucky Lips, Livin Doll, Congratulations, We Don’t Talk Anymore, Daddy’s Home, Some People og fleiri aðrar.

Og nú er tað umsíðir veruleiki. Ein av størstu poppstjørnunum í tónleikasøguni kemur til Føroya at hava konsert. Cliff Richard spælir á Summar Festivalinum 2016.

Kelda: Summar Festivalurin

​SáH

Comments

Vinnarasangur frá Grand Prix'num stolin ?!?

14/2/2016

Comments

 
Billede
Sum tey flestu vita, so eydnaðist ta ikki Kristel Lisberg ígjár í tí danska Melodi Grandprix'num - har afturímóti boybandi Lighthouse X fór avstað við sigrinum.

Ekstra Bladet hevur í dag eina áhugaverd grein um, at vinnara sangurin hjá Lighthouse X faktist (fyri tann part skuld) gott kundi verið stolin frá tí týsku sangarinduni Helene Fischer. Og her muga vit frá Norðoya Portali geva teimum rætt - tí hesir sangir minna fantastiska nógv um hvønn annan (hinvegin gera allir sangir frá Grand Prix'num ikki tað ..?). Lurtað sjálv/ur niðanfyri:

JáH (y) 14.02.2016

Comments

Poppband úr Bretlandi doyðu í einari ferðsluvanlukku ígjár

14/2/2016

Comments

 
BilledeViola Beach
Hesir fýra á myndini til vinstru lótu allir lív ígjár - umframt teirra fyriskipari ...

Teir doyðu allir í einari ógvusligari ferðsluvanlukku ígjár í Svøríki, har teir júst høvdu havt eina konsert.

Teir koyrdu ígjøgnum bummin og síðan av eini brúgv í Södertälje, Stockholm og fóru 25 metrar niður í kanalina og beint niður í deyðans hendur.

​ Svenska løgreglan kannar nú málið og ilt er enn at spáa um bilførarin varð ávirkaður ella ikki, tá ið hann koyrdi. Teir fimm sum lótu lív ígjár vóru ávíkavist 19 til 35 ára gamlir.

Hoyr annars sang niðanfyri av bretska bandinum Viola Beach niðanfyri:

JáH (y) 14.02.2016 

Comments

Kristel Lisberg: Ímorgin verður tað !!!

12/2/2016

Comments

 
Billede
Ímorgin er tað, at føroyska kvinnan, Kristel Lisberg skal royna seg í tí danska Melodi Grand Prix'num og KVF tosaði júst fyri eina løtu síðani við hana í Útvarpinum - og tá virkaði hon til at vera øgiliga spent til í annaðkvøld, tá ið slagið fyri alvor skal standa.

Lisberg liggur tó á fjórða plássi á heimasíðuni hjá DR við 2.888 stemmum - ímeðan duo'in Muri & Mario liggja nummar eitt við 7.766 stemmum. So vilja tit fáa okkara føroying eitt sindur meira upp við stemmum, so er at fara á heimasíðuna www.dr.dk og geva henni eitt klikk - tað er faktist gratis at stemma har ..!

JáH (y) 12.02.2016 

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.