NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Serstøk uppliving á Christiansborg

30/3/2022

Comments

 
Picture
Áleið 100 fólk møttu til ferniseringina og tiltakið, sum Klaksvíkar kommunu skipaði fyri á Christiansborg í gjár.

Bjóðað varð fyrst til fernisering, har Kaj Alstrup, rithøvundur, luttók saman við umboðum frá bókaforlagnum Det Poetiske Bureau, sum hevur útgivið bókina, Fuglekvædet. Talan er um eina danska týðing av Fuglakvæðinum.

Avtalan um hetta tiltakið kom í lag eftir at fólkatingslimurin, Rasmus Horn Langhoff, og aðrir fólkatingslimir vóru á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimurin var sera hugtikin av listini hjá Edwardi og hevur síðan vitjanina samskift við kommununa um, at fáa í lag at stilla hesi listaverk fram á Christiansborg.    

Tað er ikki vanligt, at boðið verður til slík tiltøk á Christiansborg. Rasmus greiddi frá, at hann við hesum ynskir at skapa eina nýggja mentan á Christiansborg, har latið verður upp fyri møguleikanum at hýsa ymiskum tiltøkum, har ymisk list í størri mun fær rúmd á Christiansborg.  

Til ferniseringina bjóðaði Rasmus Langhoff vælkomin. Síðan helt borarstjórin, Karl Johansen, eina røðu. Hann rósti m.a. Edwardi fyri aftur at seta kommununa á heimskortið og fyri at taka av møguleikum, sum mennir hann sum listafólk og eisini gagnar okkum øllum samfelagsliga. Bæði tá ið viðvíkur søguni um Nólsoyar Páll og hansara tulking av Fuglakvæðinum, tí myndlýsingarnar hjá Edwardi seta avgjørt ein skemtiligan og áhugaverdan dám á Fuglakvæði í hesi bókini.

Kaj Alstrup takkaði fyri samstarvið við Edward og fyri tann stóran stuðul, sum teimum er veittur í samband við hesa verkætlan.

Eisini Edward nýtti høvið at siga nøkur orð um myndlýsingarnar. Hann greiddi frá, at allir 12 fuglarnir, sum hann hevur málað, verða nevndir í kvæðinum, og at myndlýsingarnar geva serliga góða meining, tá ið teksturin verður lisin. Tvs., at myndlýsingarnar stuðla undir tekstin, sum eisini er endamálið. Tó segði Edward, at hann í hesum sambandi hevur roynt at seta kvæðið í ein nútíðar samanhang, sum á hendan hátt kann lýsa føroyska samfelagið.

Tað er ikki heilt ókent fyri Edward at mála fuglar í maktfullum eyðkenninsbúna, klædningi. Tí var hann ikki í iva, tá ið hann takkaði ja til uppgávuna frá Kaj Alstrup.  

Edward endaði røðu sína við at siga, at borgin var júst rætta staðið at hava hesa ferniseringina. Søgan, sum byrjaði í Føroyum, er enn aktuel og er nú komin allan vegin inn á borgina. Kvæðið hevur verið dansa av føroyingum í meira enn 100 ár, men dansiringurin er nú víðkaður, soleiðis at tað nú eisini kann verða kvæðið á donskum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Súni nýggjur leiðari í Atlantis

25/3/2022

Comments

 
Picture
Beinta Gregersen, sum hevur verið leiðari í Atlantis síðani 1. mei 2018, hevur ynskt at sleppa úr hesum starvi, tí hon hevur so nógv onnur jørn í eldinum.

Beinta er leiðari av Húsinum – har frítiðarvirksemi er hjá børnum frá 3. flokki og til og við 18 ár. Eisini hevur hon keypt seg inn í Alfa og tekst við nógv ymiskt annað.

Súni Anthoniussen er nú settur sum leiðari av Atlantis, og tekur hann við starvinum formelt 1. apríl. Hann fer at halda fram í sama sniði sum Beinta, sigur hann, tó at onkrar smærri broytingar verða – við onkurum serligum filmum og filmskvøldum, so eyðmerki eftir Súna eisini kunnu síggjast í Atlantis.

Eisini kundi kanska verið talan um onkra serliga kvøldsetu, har eldri myndir og filmir eru á skrá úr heimligum jørðildi, sigur ein áhugaður og fyrikomandi, Súni Anthoniussen.

Vitjanartalið hjá Atlantis hevur verið gott, men sjálvandi hava seinnu tvey árini verið buldraslig vegna sóttina.

Súni er 31 ára gamal og hevur eisini verið knýttur at Húsinum, samstundis sum hann lesur søgu á Fróðskaparsetrinum.
Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í grunninum, Mentanarhús í Klaksvík, sum Atlantis liggur undir, helt stuttar røður fyri Beintu og Súna í Atlantis seinnapartin, har tey eisini fingu blómur og gávur.

Vit biðja Suna vælkomnum og ynskja honum góða eydnu í hesum spennandi og týdningarmikla starvi, har Atlantis hevur stóran týdning fyri Klaksvík.

Í sama andadrátti takka vit Beintu fyri gott arbeiði, har tað fíggjarliga hevur verið tungt vegna serligu sóttarstøðuna, ið verið hevur, men tó hevur hon hórað undan, segði Jóhanna C. Christiansen m.a.

Vit ynskja Súna Anthoniussen góða eydnu!

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Loftbrúgvin aftur longd í trý ár

11/3/2022

Comments

 
Picture
Í dag skrivaðu Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommuna og Uttanríkis- og mentamálaráðið undir nýggjan trý ára sáttmála fyri Loftbrúnna.

Loftbrúgvin hevur til endamáls at breiða út kunnleika um føroyska list í útlondum við at stuðla føroyskum listafólkum við loftvegis flutningi úr Føroyum í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri landoddarnar.

“Loftbrúgvin er við til at vekja ans og áhuga fyri Føroyum og føroyskum listafólkum úti í heimi, og hon skapar eitt ótrúliga stórt virði fyri okkum øll. Eisini er Loftbrúgvin við til at stuðla uppundir listaliga umhvørvið í Føroyum, tí Loftbrúgvin er við til at gera tað gjørligt hjá listafólki at búgva og virka her heima. Vit ivaðust tí ongantíð í at leingja samstarvið, og vit eru errin av og fegnast um, at vit kunnu stuðla tí stóra arbeiðnum, sum føroysk listafólk standa fyri,” siga samstarvspartarnir í sambandi við, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.

“Korona hevur havt við sær, at seinastu tvey árini hava verið sera avmarkandi fyri okkara listafólk, og tí hevur Loftbrúgvin kanska ongantíð havt so stóran týdning sum júst nú, so Loftbrúgvin frameftir eisini kann vera við til at varpa ljós á okkara gávaðu listafólk og ríka listarliga umhvørvi,” leggja partarnir afturat.

Talan er um eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum byrjaði  í 2015.

Tað vóru Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, sum í dag skrivaðu undir nýggja trý ára sáttmálan.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Comments

Johild: – Tað er ein góður vani at fara í kirkju sunnudag

10/3/2022

Comments

 
Picture– Mær dámar væl at koma til gudstænastu her í heimbygdini, sigur Johild Túgvustein úr Æðuvík.
Orð & mynd: Snorri Brend/www.folkakirkjan.fo.

ÆÐUVÍK 4/5: Tað er eingin klokka sum kallar inn til gudstænastuna í dag. Men fyri Johild hevur tað ikki so nógv at siga: Hon fer, eins og hon hevur verið von, frá húsum í góðari tíð, áðrenn gudstænastan byrjar.

Soleiðis var eisini henda sunnudagin 6. februar, tá hon og 24 aðrir æðuvíkingar vóru til gudstænastu, saman við sóknarprestinum.

55 ára gamla Johild er ein av trúgvu kirkjugangarunum í bygdini, – og sum hon sigur:

– Tað er bæði einfalt og best, um tað at fara til gudstænastu er ein partur av tí, sum tú annars gert ein sunnudag.

– Ja, tað er líkasum ein góður vani at fara til gudstænastu. Men vegna korona hevur verið alt ov langt síðani, at vit seinast kundu hava tað her, sigur Johild Túgvustein, sum leggur aftrat:

– Tað er so skjótt at man kann koma burtur frá hesum. Tí má ein halda tað við líka at fara í kirkju sunnudagar.

IKKI FREMMANT
Vit hitta Johild til eitt prát, eftir at gudstænastan henda sunnudagin er liðug.

Her hevur enn einaferð verið ein gudstænasta við sóknarprestinum Ova Brim, sum bæði hevur prædikað og spælt undir til sálmasangin.

Henda dagin vóru vit 25 fólk í kirkju. Eins og gjørt hevur verið við undanfarnum samrøðum úr Æðuvík, fær Johild sama spurning, sum bæði kirkjufólkið Katrina og deknurin Aslaug hava fingið: Hvat dámar tær at koma til gudstænastu her í heimbygdini?

Heldur ikki hjá Johild er nakar ivi um svarið:

– Jú, tað dámar mær sera væl, staðfestir hon.

Í SUNNUDAGSSKÚLA
Tey í Æðuvík eru heppin í so máta, at gudstænasta við presti er 3. ella 4. hvønn sunnudag. Er gudstænasta ikki her, fer Johild onkutíð í kirkju í Fríðrikskirkjuni.

– Vit hoyra líkasum saman við teimum á Toftum, so tað er ikki fremmant fyri mær at fara hagar.

Fyri hana og bygdarfólkið er tað tó sera gott, at ein sleppur undan at fara av bygdini, um ein ætlar sær í kirkju.

Her var eitt missiónshús bygt fyri skjótt 40 árum síðani, og hevur hetta verið karmur um ymisk sløg av tiltøkum hesi árini.

Í missiónshúsinum var barnagarður í kjallaranum, og tað er eisini her, at boðið verður inn til ábit og drekkamunn aftaná serstakar gudstænastur. Lærusveinaskúlin Podas, sum er á nógvum støðum kring oyggjarnar, hevur somuleiðis verið her í bygdini.

– Og ja, eg havi faktist eisini gingið í sunnudagsskúla í niðaru hæddini í missiónshúsinum. Tað var ein góð tíð!

AVMARKINGAR VIÐ KORONA
Fyri Johild – og helst øll onnur kirkjufólk kring oyggjarnar – hevur korona-tíðin verið ein stór avbjóðing og hevur haraftrat avmarkað møguleikarnar at sleppa í kirkju.

– Ja, nú hevur korona verið í heldur langa tíð, tá vit ikki eru sloppin til gudstænstu. Seinasta gudstænastan var í roynd og veru 2. jóladag í fjør.

– Men her í Føroyum hava vit so havt tann stóra fyrimunin, at gudstænastur hava verið sendar beinleiðis í sjónvarpinum. Tað hevur verið sera gott, sigur Johild Túgvustein.

Og hon leggur aftrat:

– Mær dámar nú best at fara til gudstænastu her í Æðuvík. Hetta er mítt stað!

Fólkakirkjan

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.