NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Steintór Rasmussen fekk Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2017

27/1/2018

Comments

 
Billede
Í gjárskvøldið bleiv Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2017  handað og hesaferð fekk Steintór Rasmussen hana.

Hetta hendi í Atlantis, har nógv fólk vóru komi saman.

Listavirðislønin er 75.000,00 krónur. Undanfarin ár er heiðurin og heiðurslønin farin til Hanus G. Johansen í 2013, Edward Fuglø í 2014 og Eyð Matras í 2015. Ongin fekk hana í 2016 og Steintór Rasmussen fekk hana í 2017.

Steintór Rasmussen hevur sanniliga uppiborið at fingið virðislønina, hann er multikunstarin í býnum og hevur staðið fyri nógvum tiltøkum, tað størsta er Summarfestivalurin, men eisini er hann sangari, sangskrivari og nú eisini rithøvundur. Hann er mest kendur fyri tónleikarin í tónleikarabólkinum Frændur, stórt tillukku Steintór Rasmussen.

Her røðan sum Jógvan Skorheim helt fyri Steintór Rasmussen.

Gott kvøld, øll somul!

Norðurljós er komið fyri at vera.

Alskins upplivingar hava myndað hesa vikuna, bæði til børn, ung, miðalaldrandi og gomul.

Umframt tiltøk at fara til, so er meiri enn so komið fyri, at vit eru tikin á bóli.

Onkur hevur framført inni í FK, onkur annar uttanfyri Kunningarstovuna, og beint sum ljósgongan var komin yvir á Posthúsið, so stóðu tvær standmyndir uppi í bønum.

Endamálið við øllum hesum tiltøkunum er at seta sjóneykuna á mentanarlív og list í síni heild - og so ger tað einki, um vit eisini kunnu hava tað eitt sindur stuttligt samstundis.

Tað var stuttligt at uppliva mongu børnini og ikki minst øll tey vaksnu, til úti-BIO við Djúpumýru í gjár. “Kanska” eitt sindur kalt, men hvat ger tað, tá ið vit eiga klæðir at lata okkum í?

*
Nú til tað, sum alt hetta snýr seg um. Listavirðisløn Nólsoyar Páls.

Hetta er fjórða árið, Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað. 

Undanfarin ár er heiðurin og heiðurslønin farin til Hanus G. Johansen í 2013, Edward Fuglø í 2014 og Eyð Matras í 2015.

Undanfarin ár hevur tiltakið verið nýggjársaftan á Posthúsinum, og hevur bert verið avmarkað til ta einu løtuna um kvøldið.

Í ár hava vit valt at leggja á annan bógv, við fleiri ørvísi tiltøkum og yvir fleiri dagar. Eisini er handanin av Listavirðislønini flutt inn í hugnaligu hølini í Atlantis, so vit kunnu vera heilt vís í, at regn, vindur ella kavi ikki fer at órógva okkum.

***
Eins og tiltøkini hesa vikuna hava verið sera fjølbroytt og kreativ, so er eisini við kvøldsins høvuðspersóni.

Ofta avmarka listafólk seg til eina listagrein, men so er ikki við hesum persóninum.

Í heila tikið hóskar orðið “avmarkingar” seg slett ikki til viðkomandi persón.

Gjøgnum lívið og yrkisleiðina hevur høvuðspersónurin havt nógvar góðar og trúfastar fylgisveinar.

Familja og vinfólk mynda persónin næstan líka nógv, sum persónurin sjálvur, men ein fylgisveinur hevur verið í lívinum hjá viðkomandi í uppaftur longri tíð enn konan, sum hann fann sær í 1981 og tey trý børnini, sum er komin síðan tá: gittarin.

Gittarina hongdi hann um hálsin sum smádrongur og har hevur hon hingið mest sum uttan íhald líka síðan.

Hon er fyrsta og fremsta ljóðføri hansara, og hon eigur pláss í fleiri av hansara kendastu yrkingum. Og tær eru ikki so fáar!

Fjølbroytnið hjá hesum listafólkinum kemur týðiligast til sjóndar, tá vit kaga ígjøgnum repertoir’ið hjá honum. 

Sangir, gátur, yrkingar, filmar, tiltøk, bókaútgávur og annað mangt, eru bert nakað av tí, sum hetta listafólkið hevur avrikað.

Hóast málningalist er ein av teimum fáu greinunum, sum hann ikki hevur kastað seg útí (í hvussu er ikki alment), so málar hann meistarliga við orðum. 

Sum fáur dugir hann at skapa vakurleika við orðum og rímum, og onkursvegna megnar hann eisini at fevna um allar aldursbólkar. 

Harvið tryggjar hann, at øll ættarlið fáa sítt, bæði tá tað ræður um tónleik og skaldskap.

***
Hann er vanur at vera høvuðspersónur og í fokus. Hann hevur dirvi at traðka longri fram, enn nógv onnur vildu torað. Men hann hevur eisini eitt dýrabart talent, sum hann javnan ger nýtslu av: Hann sær møguleikarnar hjá øðrum fyri at skína. 

Sum fáur sær hann potentialið í fólki, og hann er altíð fúsur at geva burturav sínum royndum, sínum tilfari og sínum hugskotum til frama fyri onnur. 

Og endamál hansara er altíð tað sama: hann vil vera til íblástur fyri sína nútíð og framtíð. Hann vil gera mun.

***
Helst av somu orsøk er hann eisini ein afturvendandi figurur í flestu søgunum um mentanarlívið í Klaksvík, óansæð um vit tosa um ungdómshús og dansistað í 80’unum og tá tað ræður um húsið, sum í kvøld er karmur um heiðranina av honum. 

Stutt sagt er hann fjølbroyttur og fólksligur, og á onkran hátt kunnu vit øll spegla okkum í onkrum parti av honum.

Tað finst neyvan eitt mansbarn í Føroyum, sum ikki dugir at syngja við til fleiri av hansara sangum og hann er í roynd og veru fólkaogn fyri alla tjóðina. 

Tess hepnari eru vit í Klaksvík at eiga hann og hansara serliga tokka til heimstaðin. 

Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2018 verður latin Steintóri Rasmussen!

Comments

Vetrarjazz 2018

15/1/2018

Comments

 
Billede
​22. - 28. januar 2018 skipar Havnar Jazzfelag fyri Vetrarjazz fyri 10. ferð. Hetta verður hátíðarhildið við eini sera spennandi skrá av føroyskum og útlendskum jazzi, einum høvuðsnavni, sum fer at blása øll um koll, og einum stórfingnum jazz-marathon endabresti.

Í 7 dagar fara 23 bólkar at spæla 28 konsertir á 9 ymsum spælistøðum: Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Kaffihúsinum, Havnar Kirkju, Sirkus, Perluni, Hvonn, SMS og Blábar.

Høvuðsnavnið á Vetrarjazz 2018 er ongin minni enn Grammy®-vinnandi norska saksofonstjørnan og úrmælingurin Marius Neset, sum fer at framføra saman við sínari kvartett. Við sínum nýskapandi tónleiki og gandakenda spæli verður Marius av altjóða kritikarum mettur at vera væl á veg upp á allarhægstu jazz-tindar. Fyrsta útgávan hjá honum “Golden Explosion” varð í 2011 skýrd av The Guardian at vera besta jazz-útgáva tað árið – frammanfyri útgávur hjá bæði Keith Jarrett og Joe Lovano.

Konsertin við Marius Neset verður leygardagin 27. januar í Norðurlandahúsinum. Hesin leygardagurin verður eisini stóri veitsludagurin á Vetrarjazz. Tá verða teir 10 vetrarnir hátíðarhildnir við ikki færri enn 10 konsertum uppá ein dag. Byrjað verður í Havnar Kirkju kl 11.30, og síðan verður farið runt til ymisk spælistøð, áðrenn endað verður við jam-session í Blábar á midnátt.

Skráin hendan leygardagin, eins og á restini av festivalinum er sera fjøbroytt.

Átta fyrstafloks útlendskir bólkar og solistar vitja – tað mesta síðan fyrsta festivalin í 2009 – og føroyski jazz-heimurin bjóðar bæði kend og nýggj, spennandi nøvn. Vit sleppa m.a. at hoyra nýggju, væl-svingandi kvartettina hjá Guðruni Sólju Jacobsen og ein spildur nýggjan bólk úr Klaksvík. 

Legendariski bólkurin Plúmm verður aftur á skránni í ár við nógvum nýggjum og spennandi tilfari, og sjálvandi verður Yggdrasil, sum varð tilnevndur Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2017, við. 

Børnini og tey ungu verða ikki gloymd á Vetrarjazz. Tórshavnar Musikkskúli skipar saman við vitjandi tónleikarum fyri verkstovum fyri næmingum í ymsum aldrum, og sunnudagin 28. januar verður ein stuttlig barnakonsert við virðislønta bólkinum Univers på Vers. 

Flestu konsertirnar á Vetrarjazz eru ókeypis. Fullfíggjaða skráin til Vetrarjazz verður kunngjørd so við og við næstu dagarnar á facebooksíðuni hjá Havnar Jazzfelag og á heimasíðunum hjá ymsu spælistøðunum.

JáH (y) 16.01.2018
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Sangarin úr The Cranberries er deyð - einans 46 ára gomul

15/1/2018

Comments

 
Billede
Sangarin úr The Cranberries Dolores O'Riordan er deyð - einans 46 ára gomul.

Tíðindatalsfólkið hjá henni, Lindsey Holmes hevur boða frá, at Dolores doyði brádliga mánadagin og enn er ikki funnin orsøk til deyða hennara.

Dolores O'Riordan er kendast fyri sangin Zombie her um leiðir. Hoyr kenda sangin frá 90'unum niðanfyri.

JáH (y) 16.01.2018

Comments

Teddy Edelmann er deyður

1/1/2018

Comments

 
Billede
Maðurin sum gjørdi svenska sangin Himmelhunden kendan kring alt Danmark er deyður.

Í sanginum Himmelhunden, spyr sangarin um hann ikki kann taka hundin við sær til Himmals. Eisini her í Føroyar hava vit eina versión av sanginum, sum Símun Von Kunoy hevur sungið inn.

Teddy Edelmann doyði av KOL og lungakreft nýggjársdag og bleiv 76 ár. Og um Teddy fer at møta hundinum hjá sær í himmalinum er ilt at spáa um, men tað vóna vit sjálvandi á Norðoya Portali.

JáH (y) 02.01.2018

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.