NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Brandar – fyrsta staklagið er komið út!

29/3/2024

Comments

 
Picture
​“I Will Captain” er fyrsta staklagið, sum fólksligi bólkurin Brandar gevur út. Lagið er orkuríkt og dramatiskt, men við einum fólksligum løttum tóna. 

Teksturin lýsir lívið sum nakað stórt og fantastiskt, sum eisini hevur vandar og royndir við á leiðini. Ofta vilja vit hava stýr á øllum viðurskiftum, men mugu tó til tíðir viðurkenna, at vit ikki sjálvi røkka til. 
"Sonur mín, lít á meg, eg skal stýra!"

Kunnu verða orð sum veita linna, troyst og vón í eini truplari støðu.

Lurta eftir sanginum á hesari leinkjuni: https://bfan.link/i-will-captain 

Hans F. Christiansen hevur skrivað bæði orð og lag.
Upptøkur, produserað og mastrað: Alvin Ellebye

Bólkurin er mannaður av:
Hans Fuglø Christiansen (forsangari, gittar og klaver)
Jákup Ingi Thomsen (gittar og el-gittar)
Steffan Klein Poulsen (gittar og ukulele)
Sigmund Klein Olsen (gittar og tangentar)
Teitur Akurstein (bass)
Jóhan Jacobsen (trummur)

Comments

​Almanna- og mentamálaráðið játtar stuðul til seks leiklistaverkætlanir

26/3/2024

Comments

 
PictureMyndatekstur: Samansett mynd frá MINNISBROT eftir dansivirkinum RIVA. Duettirnar “tveyeini” eftir Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting og “Minni: neglir klóra rygg” eftir Beinir Bergsson og Búa Rouch.
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at veita seks verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2024. Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt  virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Hesar verkætlanir fingu stuðul:


Navn á umsøkjarum      Verkætlan        Játtan
Dansivirkið Riva      Kanska ein bygd     190.000 kr.
Trín fram    Løstir - ein nýskrivaður leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið    150.000 kr.
Det Ferösche Compagnie    Trælurin    80.000 kr.
Opera.fo    Papageno    70.000 kr.
Gunnvá Zachariasen    Upphav    90.000 kr.
Leikhús Skift    Lortið út um Havnina    70.000 kr.

íalt  650.000 kr.

Tilsamans vóru níggju umsóknir, og søkt var um 1,7 mió. kr. Játtanin er 650 tús. kr.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.

Myndatøka: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

​Mikukvøldið 20.mars kl. 17:30 er skrúvugudstænasta v/Marjuni Lómaklett

19/3/2024

Comments

 
Picture
Mikukvøldið 20.mars kl. 17:30 er skrúvugudstænasta v/Marjuni Lómaklett.

Blokkfloytunæmingar frá Klaksvìkar Tònlistaskùla luttaka.

Eftir gudstænastuna eru øll vælkomin í kirkjukjallaran til skrúvur og kjøtsós.

On Wednesday, 20th of March at 05:30 pm, we have a spaghetti service with the priest, Marjun Lómaklett.

Flute students from the Klaksvik Musicschool will participate. After the service everyone is welcome for spaghetti and meat sauce in the church basement.

Christianskirkjan

Comments

MORGUNSANGUR MIKUMORGUNIN 20. MARS KL. 10:00

18/3/2024

Comments

 
Picture
​MORGUNSANGUR MIKUMORGUNIN 20. MARS KL. 10:00
Mikumorgunin 20. mars er morgunsangur kl. 10:00. Jóannes Purkhús hevur stutta andakt.

Eftir morgunsangin er kaffi og hugnalig samvera í kirkjukjallaranum.

MORNING SONG WEDNESDAY MORNING 20TH OF MARCH AT 10 A.M.
On Wednesday 20th of March at 10 am we have morning song.

Jóannes Purkhús will have a short devotion.

After the morning song everyone is welcome for coffee/tea and a pleasant moment in the church basement.

Christianskirkjan

Comments

Send okkum gjarna tíni hugskot!

13/3/2024

Comments

 
Picture
​Virkið Vár er aftur á skrá og verður í ár í døgunum 27. apríl - 4. mai 2024. Á sama hátt sum udanfarin ár, so verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum skulu eggja borgarum at brúka m.a. býarrúmið og náttúruna til at vera virkin saman og hugbundin. 

Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við átakinum er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Men eisini at lata upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar hesum endamáli. 

Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum.  

Kunning um tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skulu boðast frá í seinasta lagi mikudagin 19. apríl.

Boða frá her: Virkið Vár 2024

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Væleydnað grækarismessuhald í Varpinum

11/3/2024

Comments

 
Picture
​Sunnudagin skipaðu Skótalið Nólsoyar Pálls og KFUM & K skótarnir fyri grækarismessuhaldi í Varpinum. Í fleiri ár hevur tað annars verið Dansifelagið, sum hevur skipað fyri grækarismessuhaldi í Skálanum, men í ár var roynt nakað nýtt.

Tað serliga við hátíðarhaldinum í ár var, at eftir grækarismessuhaldið, var stór hátíðarløta, tá ið Skótalið Nólsoyar Pálls, hátíðarhelt sín 80 ára stovningardag.

Eftir grækarismessuhaldið, og áðrenn hátíðarhaldið hjá gulu skótunum, var ein stuttur steðgur, og tá tók Karl Johansen, borgarstjóri, orðið. Hann nýtti høvið, at heiðrað báðum skótaliðunum fyri teirra stóra arbeiðið millum børn og ung. Eftir eina stutta røðu, handaði hann teimum hvør sín kekk á 10.000 krónur, sum eina tøkk frá býráðnum.

Í sínari heilsan vísti borgarstjórin m.a. á týdningin av góðum og fjølbroyttum felagsskapum, og rósti skótunum fyri at gera eitt fantastiskt arbeiðið, har børn m.a. læra at skipa seg innanfyri ásettar karmar, fáa møguleika at vera kreativ, stuðla og  hjálpa hvørjum øðrum, og ikki minst hava tað stuttligt.

Nógvir góðir felagsskapir eru í kommununi, og hesum eiga vit sum býráð at stuðla, tí sunnir felagsskapir geva børnum og ungum eina góða barlast til lívið.

Her fleiri myndir, klikk her: "Væleydnað Grækarismessuhald í Varpinum".

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Sirið Stenberg vitjaði borgarstjóran

6/3/2024

Comments

 
Picture
​Fyrrapartin í dag var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og vitjaði Karl Johansen, borgarstjóra. Tey bæði umrøddu nógv mál av felags áhuga á almanna- og mentamálaøkinum.

Fundurin byrjaði við, at borgarstjórin greiddi yvirskipað frá um kommununa. Síðan varð prátað eitt nú Umsorganarheimið Gloria, sum Almannamálaráðið og Klaksvíkar kommuna eru saman um at fíggja.

​Eisini var mentanarhúsið Varpið umrøtt, har borgarstjórin legði dent á, at tað hevur týdning, at kommunurnar verða viðgjørdar eins, tá viðvíkur stuðul til mentanarhús.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Hvør eigur vakrasta urtagarð?

5/3/2024

Comments

 
Picture
Vakrasti urtagarður varð seinast kosin í 2022. Seinni í ár skal heiðurin aftur latast einum vøkrum urtagarði.

Várið er komið og tí er skilagott at byrja at gera sær tankar um møguliga luttøku. Eins og í 2022, so er møguligt at tilnevna egnan urtagarð til kappingina, og/ella at melda ein tú kennir, til vakrasta urtagarð 2024.

Dómsnevndin kemur at døma út frá hesum viðurskiftum:
Gras: væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er burturbeint.
Blómur: deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og onki ókrút í blómuteigum.
Hekkur: tættur og væl kliptur, og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.
Trø: deyðar greinar eiga ikki at vera á trænum, og træið er væl røkt.
Gøtur og tún: hvat er túnið gjørt av (asfalt, flísar, grús, betong o.s.fr.), órudd eigur ikki at liggja í túninum mosi og ókrút eigur ikki at skemma, reint og vakurt.

Dómsnevndin kemur at hava 2-3 skoðanir í gjøgnum summarið, har man vitjar urtagarðarnar og í august 2024 verður vinnarin avdúkaður. Vinningur verður latin til besta urtagarð. 

Dómsnevndin
Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini
Hans Hjalti Skaale, býargartnari
Uttanveltaður sakkønur persónur

Tilmelding og innstilling fer fram umvegis teldupost [email protected] 

Telduposturin skal frámerkjast: Vakrasti urtagarður

Tey sum verða innstillað blíva síðani spurd, um tey ynskja at luttaka.

Freistin at melda til er 3. juni 2024

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.