NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Nýggjur sangur: Um leið tín liggur í myrkri

30/6/2020

Comments

 
Billede
Her ein vakur sangur frá Eyðun Jacobsen, klikk link niðast í greinini.

-Um leið tín liggur í myrkri-. Ein sangur við Eyðun Jacobsen, sum Árni Jacobsen setti føroysk orð til. Mylon LeFevre eigur lagið.

Tónleikurin er innspældur í Crossroad Studios í Arden NC.
Eyðun eigur allar røddirnar.
Røddirnar er innsungnar í EB Studio í Klaksvík.

Erik Biskopstø hevur ljóðblanda og mastra.

https://youtu.be/x0ghN2moCA8

Eyðun Jacobsen

Comments

Summarfestivalurin 2020 avlýstur

29/6/2020

Comments

 
Billede


Landsins størsta tónleikatiltak verður ikki hildið í ár. Summar Festivalurin boðar í kvøld frá, at eingin festivalur verður hildin í 2020. Orsøkin er koronusmittan.

Myndugleikarnir hava boðað frá, at eingin stór tiltøk skulu haldast fram til endan av august, og eingi útlit eru fyri, at hesi tilmæli verða broytt. Tí hevur Summar Festivalurin nú tikið endaliga støðu um, at festivalurin verður ikki hildin í ár.

– Vit harmast, at vit mugu avlýsa, men vit hava ikki annað val. Tilmælini um frástøðu og avmarkingar í at savna fólkamongdir gera, at vit kunnu ikki halda Summar Festivalin í ár, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum.

Øll atgongumerki, sum eru keypt til Summar Festivalin í 2020, verða galdandi til festivalin í 2021. Arbeitt verður við at flyta høvuðsnøvnini í ár til festivalin næsta ár. Meira verður at frætta um hetta seinni.

Um onkur ynskir at lata sítt atgongumerki innaftur og fáa pengarnar endurgoldnar, kann tað gerast í seinasta lagi 31. juli 2020. Á heimasíðuni sf.fo kann meira lesast um, hvussu atgongumerki kunnu latast innaftur.

Øll atgongumerki til Summar Festivalin 2020 verða flutt til 2021. Um tú vilt lata atgongumerki innaftur, kann tað gerast fram til 31. juli 2020.

ATGONGUMERKI 2020 GALDA Í 2021
Øll atgongumerki til Summar Festivalin 2020 verða galdandi til Summar Festivalin 2021. Hetta verður gjørt automatiskt. Tí skalt tú einki gera, um tú ætlar at brúka atgongumerkið næsta ár.

ATGONGUMERKI KEYPT ONLINE
Atgongumerki til Summar Festivalin 2020, sum eru keypt online, kunnu latast innaftur fram til 31. juli 2020. Fyri at fáa atgongumerki strikað og pengarnar endurgoldnar, skalt tú senda teldubræv til adressuna sf20retur@gmail.com. Upplýsast skal navn og bíleggingarnummar.

ATGONGUMERKI KEYPT Í HANDLI
Atgongumerki til Summar Festivalin 2020, sum eru keypt í Telebúðum ella øðrum handli, kunnu latast innaftur fram til 31. juli 2020. Hetta eru prentað atgongumerki. Atgongumerkini skulu sendast í brævi til: SF Music, Postboks 212, 710 Klaksvík. Atgongumerki skulu leggjast í brævbjálvan saman við kontonummari, sum pengarnir skulu flytast til. Summar Festivalurin endurrindar eisini postgjaldið.

SUMMAR FESTIVALURIN 2021
Summar Festivalurin 2021 verður hildin 5. til 7 august.

SPURNINGAR
Spurningar um atgongumerki ella annað kunnu sendast til sf20retur@gmail.com

Summarfestivalurin

Billede
Comments

​BankNordik stuðlar nýggjari føroyskari list

23/6/2020

Comments

 
BilledeLeiðsla í BankNordik og stýrið fyri BankNordik-savnið, tá ið nýggja avtalan, varð undirskrivað. Frá vinstru: Árni Ellefsen, Helgi A. Fossádal, Guðrið Poulsen, Árni Winther, Jákup Simonsen og Turið F. Arge.
​BankNordik hevur avgjørt at lata BankNordik-savninum 150.000 kr. um árið til at keypa føroyska nútíðarlist fyri. Serstaka peningaliga játtanin hevur til endamáls at endurnýggja og framtíðartryggja savnið, so tað í størri mun endurspeglar nútíðina í listarligum høpi.

“Tað er nýbrot í Føroyum, at peningur á henda hátt verður markaður til at keypa listfrá virkandi føroyskum listafólkum, og vit fegnast um, at BankNordik-savnið nú av álvara gerst ein viðleikari hjá føroyskari nútíðarlist. Við nýggju avtaluni fær BankNordik-savnið møguleika at ogna sær tíðarbæra dygdarlist á hvørjum ári, og hetta fer avgjørt at gera savnið meira viðkomandi og áhugavert,” sigur Helgi A. Fossádal, formaður í stýrinum fyri BankNordik-savnið.

BankNordik-savnið er skipað sum ein sjálvsognarstovnur við einum stýri, ið er sett saman soleiðis, at tað bæði umboðar kunnleika um føroyska list og innlit í fíggjar- og handilslig viðurskifti. Nýggja avtalan er í fyrsta umfari galdandi frá 2020 til 2024, og tað er stýrið fyri BankNordik-savnið, ið skal umsita stuðulsjáttanina og keypa listaverk til savnið. Í avtaluni er ásett, at árliga stuðulsupphæddin skal brúkast til at keypa nýggja føroyska upprunalist, ið er framleidd av virknum listafólkum. Umframt nýggju játtanina letur BankNordik á hvørjum ári 150.000 kr. til raksturin av savninum. Samanlagda árliga upphæddin til BankNordik-savnið er sostatt 300.000 kr.

“Endamálið við BankNordik-savninum er at tryggja, at áhugaverdu listaverkini í savninum fáa ta útbreiðslu, ið tey hava uppiborið. Í dag umboðar savnið tó ikki nútíðarlistina og tey virknu føroysku listafólkini í dagsins samfelag. Tí vilja vit við árligu játtanini til keyp av nýggjari list stuðla føroyska listaumhvørvinum og samstundis tryggja, at BankNordik-savnið mennist og gerst uppaftur meira áhugavert við einari samanrenning av eldri list og nútíðarlist, “sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Tað var í 2017, at BankNordik stovnaði BankNordik-savnið og samstundis lat savninum 623 listaverk í gávu umframt pening til árliga raksturin. Umframt at sýna fram og leiga verk út til almennar stovnar og privatar fyritøkur, er endamálið at menna savnið og stuðla menningini av føroyskari list. Í stýrinum fyri BankNordiksavnið sita Helgi A. Fossádal, formaður, Guðrið Poulsen vegna LISA, Árni Winther vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag og Jákup Simonsen vegna Føroya Kommunufelag. Tey, ið eru áhugað í at fáa meira at vita um møguleikarnar fyri at leiga listaverk úr savninum, eru vælkomin at seta seg í samband við stýrisformannin.

​BankNordik

Comments

Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!

5/6/2020

Comments

 
Billede
Hjálp, hjálp og aftur hjálp! Jú føroyingar eru, hesar Koronamerktu dagar, gestir í einum veruligum hjápargildi, har vit sjálvi eru vertir.

Higartil hevur fólkið í hesum frálíka Føroyalandi hjálpt ymiskum samfelagsbólkum, sum á ein ella annan hátt, merkja ella fara at merkja tann fíggjarliga smeitin, ið stendist av koronavirusinum. Fyrst varð hjálparpakki 1 kunngjørdur, ið skuldi verða fyri alt fólkið og fyritøkur -ein sera umfevnandi pakki, við fyrsta eygnabrá. Men so var ikki. Summi stóðu ikki nevnd á “til og frá” lepanum á hesum góða pakka, og tí var hjálparpakki 2 givin -somuleiðis til fólk og fyritøkur í Føroyum. Men tað vóru fleiri, ið ynsktu sær nakað annað í pakkan, og tá ið nakað av gávupappíri leyp av, eftir at tveir teir fystu pakkanir vóru pakkaðir inn og givnir, so kundu vit líka so væl geva ein hjálparpakka afturat. Tí góvu vit hjálparpakka 3 til okkum sjálvi, frá okkum sjálvum, og vit fegnaðust um at ferðavinnan og menta- og listafólk, nú eisini vóru boðin við í hettar hjálpargildið, har sokallaða “temaið” er “Korona” (um tú ikki er við uppá Koronatemaið, so verður tú støðgaður í hurðini. Tí heilt erligt, um tú ikki er við uppá korona, hví vilt tú so yvirhøvur at koma til hettar gildið?).

Eftir at innihaldið í hjálparpakka 3 varð avdúkað fyri viku síðani, birtist vón í bløðandi amatørleikara hjørtum Klaksvíkar sjónleikarafelags. “Vit eru listafólk. Vit fáa eisini pakka!” vónaðu vit. Tað er jú soleiðis, at sjálvt um okkum dáma best at geva, so er eisini deiligt (og neyðugt) hjá okkum at fáa av og á. Tí tað vit fáa, hjálpir okkum at geva -áhaldandi.

Tí hevur tú nú møguleika at seta í verk hjálparpakka 4, ið kann koma í staðin fyri atgongumerkið, tú annars hevði keypt til Norðoyastevnuteitið 2020.

Norðoyastevnuteitið er vanliga staðið har vit øll hjálpast við at nøkta teir tørvir, vit nú einaferð hava. Tað er her vit hjálpa tykkum við at venja láturmusklarnar, lætta um dapurhugan og eftirlíka tykkara forvitni. Og tað er her, at tit hjálpa okkum við at breiða útyvir kistubotnin.

Noy! Hjálparpakki 3 hjálpti okkum ikki, tí eitt hvørt yvirskot ið hevði staðið av Norðoyastevnuteitinum, skal beint í landskassan aftur. Og tað er júst á Norðoyastevnu, at vit við tiltikna teitinum, hava møguleika at fáa eitt yvirskot, ið skal gjalda fyri aðrar leikir og tiltøk. Vit vilja so fegin áhaldandi hava møguleika fyri at tokkabinda tykkum, við okkara ótømandi hugflogi og virkismátti.

Ja! Eg vil fegin seta í verk hjálparpakka 4(leinkja til atgongumerki.fo) https://www.atgongumerki.fo/1140457/hjalparpakki-4-klaksvikar-sjonleikarafelag-at-frama

Vit í Klaksvíkar sjónleikarafelag halda í hvussu so er á fram at geva. Hettar gera vit eitt nú til stroymda tiltakið á Norðoyastevnu, men nú tá ið temaið til hjálpargildið er korona, so eru vit sjálvandi við uppá tað!

Gerið so væl Føroya fólk: Koronavirus “syng við sjónbandalag”, ið kann hjálpa tykkum at finna fram góða lagið hesar koronadagar.

Góða Norðoyastevnu!

Klaksvíkar sjónleikarafelag.

(Leinkjan til sjónbandalagið er her niðanfyri)
​



Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.