NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

DYNAMIT SPÆLIR Á VÁGSBØ

23/12/2023

Comments

 
Picture
​⭐️🇫🇴DYNAMIT SPÆLIR Á VÁGSBØ🇫🇴⭐️
Hittbólkurin Dynamit verður við á Summar Festivalinum næsta ár. ✌️😁

Dynamit hevur havt nakrar ógloymandi framførslur á Vágsbø ígjøgnum árini. Bólkurin spældi fyrstu ferð á Summar Festivalinum í 2005, og tað varð stóra endurreisnin hjá bólkinum, sum var nakað gloymdur, og í grundini var meira ella minni givin at spæla live. 👈

Framførslan í 2005 var framúrskarandi, og móttøkan var betur, enn nakar hevði væntað. Dynamit hevði gjørt comeback, og bólkurin gjørdist eftir hetta størri, enn hann nakrantíð áður hevði verið. 👏🙂

Nú Summar Festivalurin fer at halda 20 ára jubileum í 2024, verður Dynamit sjálvsagt við á palllinum.✌️🙂

– Dynamit hevur heimavøll á Vágsbø, og tað var í grundini Summar Festivalurin, sum gav bólkinum nýtt lív. Tí eru vit sera fegnir um, at vit skulu vera við at halda 20 ára jubileumið hjá Summar Festivalinum. Vit kunnu lova øllum eina minniliga konsert, sigur Niclas Heri Jákupsson, oddamaður í Dynamit. 🤟😀

Dynamit gav fyrstu sangirnar út í 1980'unum og var sera væl umtóktur dansibólkur tá í tíðini. Teir hittaðu við fleiri sangum á útgávum og í útvarpinum, og í nýggjari tíð hava teir lagt landaplágur aftrat. Kendastu sangir hjá Dynamit eru "Grøv nummar 13", "Pápi tín býr ei í Tórshavn", "Á, lat meg vera", "Bangin", "Omman við Gjógv" og "Til allar kvinnur". 👏😁

Hesir sangir verða allir spældir á Summar Festivalinum 2024, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.⭐️🇫🇴✌️

Summarfestivalurin

Comments

Klaksvík til reiðar til Oyggjaleikirnar 2027

22/12/2023

Comments

 
Picture
​Við nýggjari rennubreyt, nýggjum neystið, væntandi nýggjum hotelli, nýtímans ítróttarøki, so er Klaksvíkin væl fyri at taka móti ítróttarfólkunum og mongu gestunum sum koma til Oyggjaleikirnar 2027.

Kunnu kanska ikki hýsa øllum ítróttargreinunum, men teimum flestu, eitt nú fræslum ítrótti, fótbólti, inndura ítrótti og uttandura ítrótti, renningini og er í umboða at gera eitt spildurnýggja skótibreyt og hví ikki byjrað upp á hana í 2024, so tann stóra kappingin kann vera hildin í Klaksvík á leikunum 2027.

Tað er av týdningi at Oyggjaleikirnir 2027 vera hildnir um alt landi og tí er sjálvsagt at fleiri kappingar vera hildnar í Klaksvík, vit eru til reiðar.

Símun á Høvdanum

Comments

Føroya Sjómannadagur takkar fyri og ynskir Gleðilig jól

22/12/2023

Comments

 
Picture
Føroya Sjómannadagur og Jólaskipið takka fyri í kvøld og ynskja øllum eini góð og friðsæl jól

Sjá filmsklipp herundir.

​Føroya Sjómannadagur

Comments

​Stuðul til film 2024 – fyrra umfar

19/12/2023

Comments

 
Picture
​Almanna- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til film í fyrra umfari 2024.

Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, undir hesum hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu.

Stuðulin kann verða játtaður einstaklingum, bólkum ella feløgum.

Freistin at søkja er 1. februar 2024

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 eru 4,5 mió. kr. settar av til endamálið.

Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til endamálið og skulu sendast sum word ella pdf-skjal.

Umsóknarblaðið kann heintast her.

Umsóknir verða at senda til: Almanna- og mentamálaráðið, Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn, t-postur: [email protected].

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

​Bókaútgáva – Familjufløkjur

15/12/2023

Comments

 
Picture
Í gjár skipaði Títt rúm fyri tiltaki í sambandi við útgávu av bókini “Familjufløkur – Tá ið foreldur sleppa, og børn lofta”. Súsanna O. Skaale, løggildur sálarfrøðingur, hevur skrivað bókina.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, bar fram røðu á tiltakinum. Í røðuni segði landsstýriskvinnan millum annað soleiðis:

“Heitið á bókini, Familjufløkjur,  fekk meg onkusvegna at hugsa aftur á, tá eg sum hálvvaksin genta skuldi royna at tjena mær nakrar pengar við at egna, og eg stóð í kalda egningarskúrinum og hevði funnið mær ein fløkjustamp, sum sá ómøguligur út. Kanska var hann tað, men um eg tá megnaði at biðja um hjálp, so var onkur meira kønur og vinarligur, sum kundi hjálpa mær at greiða fløkjuna. Tað ómøguliga gjørdist møguligt, um hjálpin var har.”

Røðan kann lesast her.

Heilsumálaráðið

Comments

​12 biografstólar til sølu

15/12/2023

Comments

 
Picture
​Talan er um stóru gráu stólarnar, sum hava staðið í Atlantis. Stólarnir eru í góðari góðsku ("eco leather"), og kunnu leggjast niður í fullari longd.

Stólarnir vórðu keyptir til biografin í august 2018. Stólarnir síggja gott út og eru lættir at halda.

Um tú kundi hugsað tær ein ella fleiri av stólunum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Beintu Á. Gregersen á telefon 281810

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála

9/12/2023

Comments

 
Picture
Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á sama karm sum við undanfarin feløg í hesum samráðingarumfarinum: 3,8 fyrsta árið, 4,2 næsta árið og 4,75 triðja árið.

Smávegis broytingar eru gjørdar í sáttmálanum.

Semjan kann lesast her.

Fíggjarmálaráðið

Comments

LGBT+ Føroyar og Sirið á fundi

8/12/2023

Comments

 
Picture
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, sum eisini er landsstýriskvinna í javnstøðumálum, hitti í dag samskiparan hjá LGBT+ Føroyum, Esther Margreth Petersen.

Á fundinum vísti umboðið fyri LGBT+ Føroyar á virksemi og framtíðarætlanir hjá felagsskapinum. Eisini varð víst á kanningar, sum vórðu gjørdar í 2016 og 2022. Hesar vísa, at LGBT+ persónar eru í serligum vandabólki fyri at hava og fáa vánaliga sálarheilsu, og at tey eru fyri happing í nógv størri mun enn aðrir bólkar í samfelagnum. Tí er stórur tørvur á at hava ein vælvirkandi felagsskap, eitt stað at hittast, og at tað samstundis verður røkt fyri, at samfelagið rúmar okkum øllum, vísti samskiparin hjá LGBT+ Føroyum á.

Sirið Stenberg luttekur í norðurlendskum høpi í samstarvi um LGBT+ mál, og hevur eisini róð framundir at fáa LGBT+ Føroyar á fíggjarlógina. Hesi málini hoyra saman við javnstøðumálum í dag, og tað verður ikki broytt, tí er tað eins natúrligt fyri okkum at arbeiða við og fyri LGBT+ málum, sum fyri javnstøðu og øvugt, sigur landsstýriskvinnan. Harafturat vísti Sirið á týdningin at arbeiða við tolsemi, dannilsi og rúmsátt í okkara samfelag, og at hon, eins og hon segði til bæði FIMFF og Faroe Pride 2023, framhaldandi fer at raðfesta hesi mál í sínum arbeiði.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

​Jonhard Mikkelsen 70 ár

4/12/2023

Comments

 
Picture
​Í gjár varð skipað fyri hátíðarhaldi í Løkshøll, nú Jonhard Mikkelsen hin 11. desember  verður sjeyti og eitt av hansara størstu avrikum Sprotin hevur rundað 30 ár. Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, var við og bar fram røðu. Hon segði millum annað:

Jonhard, tú hevur ikki hugt eftir skýggjunum ella vindinum. Tú hevur ótroyttiliga sátt og heystað. Fylgt tínum hjarta fyri móðirmálinum og lagt títt lív og alla lívsorku í tað.
Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna hjá landsstýriskvinnuni:

Góði Jonhard, vitugi og víðskygdi mentanarberi. Hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Ella hjartaliga tillukku við 100 ára degnum, tú 70 og Sprotin 30. Saman eru tit tað Føroyum tørvar.

Og góða Maibritt, børnini og øll familjan. Av hjarta tillukku tit øll.

---

Eg takki so miriliga fyri høvi at bera tær eina heilsu. At brúka nakrar minuttir at lýsa og takka tær Jonhard er ein ómøgulig uppgáva. Her er upp í ammur og kør av avrikum, eginleikum og góðum orðum. Avrikum, sum tæna tjóðini, og føroyska málinum, við so stórum týdningi og mátti, at tíðin langt síðan er komin til, at tú sjálvur Jonhard kemur út í bók. Míni evni røkka ikki til at bera tær eina nóg stóra tøkk. Orðið takk er so lítið og innihaldið og ríkidømið í tær og tínum verki so stórt. Tó, so sigi eg takk!

---

Gjøgnum hetta árið havi eg luttikið í fleiri tiltøkum, sum tú og Sprotin hava skipað fyri. Tit hava sett merkisfólk í miðdepilin, og heiðrað tey. Tað hevur verið ein fantastisk ferð gjøgnum lívsleiðirnar hjá mentafólkunum og í veruleikanum samfelagið. Hetta hevur sett mentafólki sólina, sum hevur kastað sólargeiðslar aftur á okkum øll. Men onkur hevur sett hesi megnar fólk í sólina. Tað hevur tú Jonhard. Tí tæna øll hesi tiltøk eisini tær til heiðurs og æru. Nú, loksins, er tíðin komin til at seta teg í sólina. Og onki er meira sjálvsagt enn tað.

---

Nú Runavíkin av sonnum er blivin ein mentararmiðdepil verður hátíðarhaldið her. Bíða bara. 80 ára føðingardagurin verður allarhelst í Faktorshúsinum Inni á Fitjum har tú nú hevur sett sær fyri at gera mentanarmiðdepil í heimbygdini. Ella, kenni eg teg rætt so siga vit 75 ára dagurin. Lyndi og arbeiðsorkan lata ikki dagarnar fara til onkis - ongin tíð er at spilla, tá ið tað kemur til at byggja land. Úr tínari lækju verður ræsi ongantíð turt, men har rennur ein støðugur streymur av vatni og megi so alt kann liva og grógva, og vit onnur  kunnu uppliva tað, sum Christian Matras nevnir “slík hugans undur stór”. Tú ert sjálvt vatnið. Tað lívgevandi.

---

“Tann, sum bara hyggur eftir skýggjunum kemur ongantíð at sáa. Tann, ið bara hyggur eftir vindinum kemur ongantíð at heysta” (Prædikarin 11:4) Hesi sannleiksorð eru bíbilsk og tú Jonhard ert besta dømi um at so er.

Tað verður sagt so nógv gott um teg;

“Jonhard er nógv tann besti lærari eg havi havt” segði ein næmingur.

“Jonhard hevur heilt serlig evni at fáa fólk at trúgva uppá seg sjálvi” segði ein rithøvundur.

“Jonhard breyt, saman við Hannu, upp úr nýggjum í Hoydølum”

“Jonhard er ein av hesum persónasjunum sum er púra líka til, í eygnahædd, einki hástórt og háfloygt er yvir honum. Hann arbeiðir nátt og dag, men ringir tú til hansara so gevur hann sær tíð”

Jonhard, tú hevur ikki hugt eftir skýggjunum ella vindinum. Tú hevur ótroyttiliga sátt og heystað. Fylgt tínum hjarta fyri móðirmálinum og lagt títt lív og alla lívsorku í tað. Tú hevur verið lærari á studentaskúlanum og á læraraskúlanum. Sitið í Málráðnum, arbeitt á Fregnum, týtt bøkur og uppbygt lívsverkið Sprotan við útgávum og ikki minst aldarinnar stórverki netorðabøkurnar.  Týdningurin av hesum kann illa lýsast í orðum. Eftirtíðin kemur at vísa, at hetta var størsta málsliga átak í okkara tíð.

---

Eg haldi tað vera eina so sigandi søgu í byrjanini av sprotatíðini, at næmingar í skúlunum mótmæltu, og fóru í trappuverkfall, tá ið ivamál tók seg upp um vit framhaldandi skuldi hava ókeypis atgongd til netorðabøkurnar- til at sprota. Ungdómurin tók sakina í egnar hendur og í tí stilla fóru tey í verkfall, settu seg í trappurnar, og mótmæltu. Tey vildu hava orðabøkurnar. Tað gjørdi nakað. Tey, og vit øll fingu orðabøkurnar.

Tað var eisini nokk so symbolst, at tað fyrigekk so friðarliga. Tað er faktisk soleiðis, at eg upplivi teg Jonhard, og eg spyrji meg sjálva, hvussu kann eitt menniskja, sum hevur útint so nógv og so stórt vera so stillført.

Øll kenna tíni avrik, men øll kenna ikki Jonhard. Tað sigur nakað í sjálvum sær. Tað fær meg at hugsa um kærleiksbræv Paulusar, har hann sigur, at kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður, kærleikin øvundar ikki, kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp. Hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna o.s.fr. Hesi orðini lýsa júst teg góði Jonhard.

---

Fyri tíni megnar- og merkis avrik hevur tú fingið Heiðursgávu landsins í 2010 og eisini fyrstu altjóða mentanarvirðislønina, sum íslendska stjórnin, Háskóli Islands og stovnur Vigdis Finnbogadóttir fyri mál, lat í 2020. Soleiðis skrivaði tú teg eisini í norðurlendsku málsøguna.

Í gundgevingum og røðum í samband við hesar stóru heiðurslønir verður millum annað sagt um teg;

Jonhard hevur í skjótt 40 ár arbeitt við og fyri føroyskum máli. Hann broytti og endurnýggjaði lærugreinina føroyskt. 1990-árini vóru vekingartíð og broytingartíð, vit fingu nýggja lærugreinakunngerð, starvið sum lærugreinaráðgevi varð stovnað, skeið fyri føroysklærarar  o.a. – rúm 100 ár eftir tjóðskaparrørsluna, og Jonhard var í broddi fylkingar.

Og tú verður lýstur sum sannur arvtakari V.U. Hammersheimbs, háskúlamenninar og A.C. Evensen.

Stór orð, sonn orð, um stór avrik og stórt menniskja!

---

Føroyska málið er gamalt, men føroyskar bókmentir eru  nýggjar. Skaldskapur hevur gjøgnum øldir og ættarlið verið borðin á mannamunni. Skrivaða málið er so mikið nýtt, at omma mín í Porkeri t.d. ongantíð hevur havt føroyskt í skúlanum. Í hennara skúla og ungdómstíð var føroyskt hvørki í skúla ella í kirkju. Tey bæði samleikaskapandi støðini fólk søkja sær lærdóm, vísdóm og trúgv. Og vit skulu eisini heilt inn í 1970’ini áðrenn føroyskt var próvtøkumál í studentaskúlanum.

---

UNESCO, ST-stovnur fyri útbúgving, vísindi og mentan vísir á, at av umleið 7.000 málum, sum verða tosað í heiminum í dag, eru um 3.000 teirra at meta sum so hótt, at tey ikki verða tosað í næstu øld.

Sæð við UNESCO eygum so ert tú Jonhard við at tryggja heimsins mentanararv við tínum ótroyttiliga arbeiði føroyska málinum at frama. Títt virki og tín týdningur er sjálvsagt alstórur fyri tíni nærmastu, men tú ert eisini ómissandi bæði í føroyskum- og heimshøpi.

Málið tekur øldir at byggja upp, men tað nýtist ikki meira enn eitt ættarlið til at missa tað burtur.

---

Sprotin legði herfyri eitt brævaskifti út millum teg og norska Jon Fosse. Tit samskifta tykkara millum á føroyskum og norskum. Tit skilja hvønn annan, so lík eru málini. Perlan í øllum er, at Jon Fosse sigur, at tað var ikki fyrr enn hann skrivaði á móðurmálinum, sínum egna málføri, at hann megnaði at skriva tað, sum lá honum á hjarta. Tess djúpri hann fór inn í sítt egna mál, tess neyvari og betri fekk hann borið fram tað, sum lá á sinni. Jon Fosse fekk sum kunnugt Nobelvirðislønina fyri bókmentir i ár. Eitt talandi dømi um megina í móðurmálinum, sum kenslumál, sál og samleika og um týdningin av tí arbeiði tú tekst við Jonhard.

---

Abbi mín í Vági var ikki peningaliga ríkur. Tó átti hann størsta ríkidømið í tokkanum til bókmentir. Hann las alt, sum kom út, og elskaði bøkur. Tað lærdi meg nakað um virðir,  og at týdningarmestu virðini ikki kunnu gerast upp í bankabókini, men í sjálvari bókini.

Sum Christian Matras segði tað

“Tá fekk eg vatn við dýran jarðarbrunn,

sum meira var enn drekka fyri munn”

Jonhard, tað vatn vit fáa úr tínum jarðarbrunni er so nógv meira enn drekka fyri munn.

Hjartaliga tillukku við degnum. Drív á. Vit hava brúk fyri tær. Tú hevur ómissandi virði.

Takk fyri!

Almanna- og mentamálaráðið

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.