NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Jógvan spælir á Torginum

25/7/2016

Comments

 
Billede
Fuglfirðingurin Jógvan Joensen vann fram sum ein bjørt stjørna í donsku X Factor kappingin í fjør.

​Við sannførandi framførslum, framúr musikaliteti og einum tryggum úttrykki vann Jógvan seg allan vegin í finaluna, har hann endaði næstfremstur av øllum teimum hundraðtals fólkunum, ið høvdu bjóðað seg fram í kappingini.

Síðani hevur Jógvan arbeitt víðari við sínum tónleiki, og hann hevur latið útgávu frá sær. EP-útgávan kom fyri jól í fjør og kallast Love That You Love. Mest spældi sangurin hjá Jógvani er helst sangurin, sum hann gjørdi til X Factor finaluna. Sangurin kallast Best Kept Secret.

Jógvan Joensen spældi á Summar Festivalinum í fjør, og festivalurin er fegin um at bjóða evnaríka tónleikaranum vælafturkomnum á landsins størsta tónleikatiltak.

Comments

Forsetafrúgvin, Michelle Obama rockar saman við James Corden

23/7/2016

Comments

 
Billede
Forsetafrúgvin hevur sett seg í bilin saman við James Corden, sum er vertur fyri The Late Late Show (ikki ein stavifeilur - showið eitur Late Late Show) og hon syngur karaoke í bilinum saman við honum.

Sjá klipp niðanfyri:

JáH (y) 24.07.2016

Comments

Nú nærkast til tann stóra Summarfestivalin!

23/7/2016

Comments

 
Billede
Nú nærkast til tann stóra Summarfestivalin, sum hevur ein hópin av nøvnum í skránni í ár - og tað er jú heldur onki at siga til, tí ígjøgnum ár og dag, so er kappingin ímillum festivalarnar bert blivin størri og størri.

Eitt nú, so fer heimskendi Cliff Richard á pallin hóskvøldið og vit fara eisini at hoyra Boyslife á pallinum, ið er ein samanblanding av Boyzone og Westlife (sum eisini fer at bloykja mong kvinnuhjørtur). Og so fer tann stóri festurin ávorliga vera settir ígongd, tá ið Hermens Houseband fer at spæla ... tað og mangt mangt annað fer at henda á Summarfestivalinum og vit á Norðoya Portali fara sjálvandi at fylgja uppundan Føroya størsta tónleikatiltakið.

Meira samrøður o.a. um Summarfestivalin seinni ...

JáH (y) 23.07.2016

Comments

ÚTSELT til Tórsfest 2016

23/7/2016

Comments

 
Billede
Longu nú er boða frá, at tað er ÚTSELT til tónleikatiltakið Tórsfest, sum byrjar í dag - og hvussu nógv atgongumerkir eru seld - er ilt at spáa um, men talan man nokk vera um fleiri túsund og hava hesi atgongumerki kosta 390 + avgreiðslugjald og hevði tað kosta 500 kr við dyrnar, sum tó verður av ongum, tá ið tað nú longu er útselt.

Til tónleikatiltaki verður at hoyra: Carpark North, Sean Kingstong, Saybia og fleiri fleiri onnur, sum tú sær á myndini omanfyri.

JáH (y) 23.07.2016

Comments

Eitt helvitis BALL á Summarfestivalinum!

21/7/2016

Comments

 
Billede
Eitt sum ein kanska fer at gleða seg allermest til á Summarfestivalinum er bandið úr Hollandi, Hermens House Band, ið kann samanlíknast við Dynamitt. Tey elska at ballast og spæla eina ballingarsangir - so tað skal nokk blíva til eitt helvitis ball á Summarfestivalinum.

​JáH (y) 21.07.2016

Comments

SF 2016 Highasakite - Someone Who'll Get It

19/7/2016

Comments

 
Billede
​Hesin sangurin kann upplivast á Summarfestivalinum fríggjakvøldið 5. august.

​Sjá filmsklipp av sanginum herundir.

SáH

Comments

Selja nú dagbillettir til Cliff Richard

18/7/2016

Comments

 
Billede
Summar Festivalurin setur nú eitt avmarkað tal av dagsbillettum til sølu.

Summar Festivalurin nærkast í hvørjum, og áhugin fyri landsins størstatónleikatiltaki er sum vant sera stórur.

Í ár hava fyrireikararnir fingið poppikonið Cliff Richard at spæla á festivalinum, og ikki minst er stórur áhugi um hansara framførslu, sum verður hóskvøld á festivalinum.

Seinastu mánaðirnar hava vikuskiftispass til Summar Festivalin verið til sølu, og forsølan hevur gingið sera væl. Nú setur Summar Festivalurin serligar dagsbillettir til sølu.

Dagsbillettir til hóskvøld eru sera nógv eftirspurdar, og tí hevur Summar Festivalurin avgjørt at selja 500 dagsbillettir til hóskvøld í forsølu. Vanliga verða dagsbillettir bert seldar við dyrnar, men festivalurin hevur valt at gera eitt undantak í ár.

Tí verða 500 dagsbillettir til hóskvøld settar til sølu. Sølan av hesum atgongumerkjum byrjar mánakvøldið 18. juli kl. 19.00, og selt verður bert umvegis søluskipanina á heimasíðuni hjá festivalinum, www.sf.fo.

Tá ið tey 500 atgongumerkini eru seld, verður forsølan steðgað, og síðani ber bert til at keypa dagsbillettir við inngongdina til festivalin, og tá verður prísurin nakað hægri, enn hann er í forsøluni.

Dagsbillettir til fríggjakvøld og leygarkvøld verða ikki seldar í forsølu – tær kunnu bert keypast við inngongdina til festivalin.

Dagsbillettir til hóskvøld kunnu keypast her

Kelda: Summarfestivalurin 2016

Comments

G! Festivalurin er av fyri hesa ferð!

16/7/2016

Comments

 
Billede
Rýtmur úr Afrika og føroyskur dansur í einum fjósið - so verður tað ikki nógv meira G! enn júst tað sama. Sendikvinnan hjá Norðoya Portali veit at siga frá, at stemmingurin á G! hevur verið sera góður og fólkini, sum hava vitja festivalin hava veruliga hugna sær - sjálvt um veðrið kanska hevur spælt teimum eitt puss.

G! hevur megna at hildið G! standardin og er av fyri hesa ferð. Vit á Norðoya Portali takka fyri eina sera góða uppliving saman við G!óðum fólkum og G!óðum tónleiki.

JáH (y) 17.07.2016
Myndatakari: Annbjørg S. á Høvdanum

Comments

Vit telja niður til eina G!óðanátt á enn einum óG!loymandi G!

16/7/2016

Comments

 
Billede
Nú leygarkvøldið klemmar okkum á síðsta festivaldegi á ársins G!, telja vit so smátt niður til midnátt, tá ið síðstu nøvnini trína inn á hvør sín pall - bretsku Dub Phizix & Strategy á Sandinum, íslendsku Agent Fresco á Spæliplássinum og føroysku Janus & Uni í Fjósinum.

Kl. 00:20 framføra íslendsku Agent Fresco á Spæliplássinum við eini áhugaverdari tónlistablanding av poppi, alternativum, art, metal og sonevndum math/rokni-rokki.
Kl. 02:15 framføra føroysku Janus & Uni í Fjósinum við fangandi fólksligum blústónum.

Kl. 02:45 fara bretsku Dub Phizix & Strategy sum síðsta høvuðsnavn at skelva Gøtusand út á náttina. Teir eru høvdini handan nýggjan stíl innan D'n'B, ið smeltar ávirkanir úr øllum heiminum saman, og hvat stíli viðvíkur halda teir seg ikki til kendar frymlar.

Teirra eyðkenda ljóð ræður yvir Drum and Bass verðini og strekkir samstundis sínar springandi rútmur longur út á elektroniska tónleikapallin.

So kom og ringið eina G!óðanátt inn á einum óG!loymandi G! festivali!

JáH (y) 16.07.2016
Kelda: G! Festivalurin

Comments

Stemningurin á G! er i hæddini !!! (Myndarøð)

16/7/2016

Comments

 
Billede
​Hóast tad ikki er sól, so er turt, og fólk hugna sær. Børnini spæla a Sandi um, onnur hygga dær i heingikeiggjum, ella slappa av i pottunum. Og hoast tad ikki er beinleidis, 30gradir C so eru eisini onnur sum hætta sær ein svimjitur.

Annika Hoydal vid bólki, hevur akkurat verid á pallinum, og sum so mangan fyrr, so fingu tey fólkini vid, til teirra mongu sangir, sum eftir hondini eru blivnir folkaogn.
Samanumtikid ein Gód konsert , og fólk eru vaknadi og vid uppá eitt super Kvøld afturat

​Annbjørg S. á Høvdanum 16.07.2016
Tikið myndir: Annbjørg S. á Høvdanum 

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.