NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tónleikakvøld í Elim í Søldarfirði leygarkvøldið

30/9/2019

Comments

 
Billede
​Leygarkvøldið 5 okt kl 19, verður sang og tónleikakvøld í Elim í Søldarfirði. Á skránnið verða framførðslur og felagssangur. Tey sum koma at luttaka eru, Petur Hans Hansen, Magni Christiansen, Oasubrøður, Eyðun Jacobsen og Zamar. 

Aftaná verður drekkamunnur og okkurt gott afturvið og tá verður eisini Open Mic, her kan ein og hvør, sum hevur ein andaligan sang á hjarta, sleppa til mikrofonina, at syngja.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Comments

​Gittarhetja spælir í Føroyum

4/9/2019

Comments

 
Billede
Gittarúrmælingurin Casper Esmann hevur tvær konsertir í Føroyum um vikuskiftið

Heimskendi danski gittarspælarin Casper Esmann vitjar í Føroyum um vikuskiftið. 

26 ára gamli Casper Esmann er úrmælingur at spæla fingraspæl á akustiska gittar. Fingrarnir ferðast hugtakandi eftir gittarstreingjunum, og burtur úr kemur ljómandi tónleikur, sum fangar oyru og sinn. 

Casper Esmann byrjaði sum 14 ára gamal at spæla gittar, og hann var so íðin at venja og læra, at fá ár seinni var hann sum tikin úr leikum. Stóra fyrimyndin er Tommy Emmanuel, sum eisini skapti áhugan fyri gittarspæli. 

Casper Esmann hevur seinastu árini havt nógvar konsertir og eisini givið tónleik út – fimta útgávan »Fingerstyle Arrangement« kom herfyri. Í fjør luttók Capser Esmann í gittarkappingini »Guitarist of the Year«, sum er eitt slag av heimsmeistaraheiti innan hesa serligu gittarsjangru, og hann varð nummar tvey í kappingini. 

Hetta vikuskiftið hevur Casper Esmann tvær konsertir í Føroyum. Fríggjakvøldið 6. september spælir hann í Blábar í Havn, og leygarkvøldið 7. september spælir hann í Jacqson í Klaksvík. Báðar konsertirnar verða kl. 21.00.
 
Avmarkað atgongd er til konsertirnar, og atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo
​
​
SáH


Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.