NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Wham-stjørnan doyði Jóladag

25/12/2016

Comments

 
Billede
Beint tá ið ein helt, at tað kundi ikki blíva verri, so komu nýggjheitirnar at sangarin og popp-ikoni George Michael er deyður - einans 53 ára gamal. 

Sangurin, sum vit kanska best um jólini Last Christmas hjá Wham, varð kanska eyðkennislagið hjá George Michael, umframt sangurin Faith.

Løgreglan hevur boða frá, at teir ikki vita - hví hann er deyður og kallað deyða Michaels fyri ófrágreiddan, tó meiri fæst at vita um deyða hansara teir komandi dagarnir, lovar løgreglan í Thames Valley. Hansara tíðindatalsmaður segði við fjølmiðlarnir at hann doyði friðsælt í Goring, Oxfordshire.

Vit á Norðoya Portali fara so at minnast til George Michael við at lurta eftir niðanfyri-standandi sangi:

JáH (y) 26.12.2016 

Comments

Jólakonsert í Christianskirkjuni

17/12/2016

Comments

 
Billede
Sunnukvøldið 18. desember, kl. 20.00, verður tann árliga jólakonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri við luttøku av Klaksvíkar Hornorkestri og Kórinum í Christianskirkjuni. 

Andakt verður við Marjun Lómaklett, presti. 

Kelda: Fólkakirkjan

Comments

Toto spælir á SF leygarkvøldið 12. august 2017

10/12/2016

Comments

 
Billede
Stóra tónleikanavni TOTO spælir á Vágsbøi á Summar Festivalinum leygarkvøldið 12. august 2017. Hetta skrivar SF um Toto
á teirra heimasíðu:

TOTO
Bólkurin Toto var stovnaður í Los Angeles í USA seint í 1970’unum, og í 1980’unum taldist Toto millum størstu rockbólkar í heiminum.

Útgávan Toto IV frá 1982 setti veruliga ferð á yrkisleiðina hjá bólkinum, sum hittaði við sangum sum Rosanna, Africa og I Won’t Hold You Back. Árið eftir vann Toto heili 7 Grammy heiðurslønir, og tað var ein staðfesting av høga listarliga og tøkniliga støðinum hjá bólkinum, sum blandaði ymiskar tónleikastílir og fekk alt at ganga upp í hægri eind í stórslignum rockhittum.

Toto lat í 1970’unum sangir sum Hold The Line, I’ll Supply The Love og Georgy Porgy frá sær, og eftir stóra gjøgnumbrotið í 1982 løgdu teir gjøgnum 80’ini og 90’ini nógv hitt afturat rúgvuni – eitt nú sangir sum I’ll Be Over You, Stop Loving You og Pamela.

Sum aðrir av legendarisku rockbólkunum hevur Toto verið ígjøgnum nógv síðani byrjanina. Teir hava skift tónleikarar og havt onkran steðg, men bólkurin hevur yvirlivað øll tíðarrák og allar kreppur og er framvegis virkin og í sera góðum formi. Toto er kent fyri at spæla framúr væl live, og soleiðis er tað framvegis. Tí skulu føroyingar rokna við einari konsert við bólki í toppformi, sum kann spæla ein rockklassikara fyri og annan.

Manningin í Toto er nú Joseph Williams (sang), David Paich (keyboard og sang), Steve Porcaro (keyboard), Steve Lukather (gittar og sang). Saman við teimum spæla fleiri aðrir tónleikarar á konsertunum, sum teir hava kring heimin.

Toto spælir á Summar Festivalinum leygarkvøldið 12. august 2017.

Kelda: www.sf.fo

SáH

Comments

Madonna: Kvinnur hata kvinnur !!!

7/12/2016

Comments

 
Billede
58 ára gamla Madonna er í øðini, at tað nú er staðfest, at tann nýggji Forsetin í Amerika kemur at eita Donald J. Trump og hon gevur kvinnunum skyldina yvir at hann vann ...

- Kvinnur hata kvinnur og eg trúgvi at tað er tann einkla orsøkin. Kvinnur stuðla ikki aðrar kvinnur. Menn stuðla menn og kvinnurnar stuðla teirra menn og teirra børn, sigur Madonna við fjølmiðlar í Amerika eftir at hennara kandidatur Hillary Clinton tapti.

- Eg haldi, at talan er um øvundsjúku. Tað er tað manglandi evni, at góðtaka at ein kvinna gott kann stýra einum landið. Og tá ið tað er sagt, so havi eg onki ímóti at fólk sum Trump eru til í hesu verð. Men ein slíkur persónur sum hann skal bara ikki stýra landinum, sigur ein heldur bersøgin Madonna.

​JáH (y) 08.12.2016

Comments

Lady Gaga lýður av PTSD

7/12/2016

Comments

 
Billede
Umframt at sangarinnan Lady Gaga stríðist við at vera kend, hjartasorg og kroniskari pínu - so hevur 30 ára gamla Lady Gaga fortalt alment, at hon eisini lýður av PTSD (Post Traumatisk Stress Disorder).

- Eg lýði av PTSD og eg havi ongantíð fortalt hetta fyri nøkrum. Men familja, vinir og kenningar hava veruliga stuðla mær í øllum eg geri, og tað hevur eisini bjarga lívinum hjá mær, fotaldi Lady Gaga fyri fjølmiðlunum.

- Í dag havi eg so fortalt verðini hvat mær bagir og henda hemmiligheit ger teg til skammar, fortelur Lady Gaga, sum júst nú hittar við sanginum Born This Way.

JáH (y) 08.12.2016

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.