NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

U2 avlýsir konsert í Amerika

16/9/2017

Comments

 
Billede
U2 avlýsti eina konsert, sum teir áttu at hava í statinum St. Louis í Amerika. Orsøkin er, at ógvusligar mótmælisgongir eru statinum í løtuni, eftir at ein hvítur politistur bleiv fríkendur - eftir at hava skotið ein svartan mann til deyðis í 2011.

U2 upplýsir á heimasíðuni, at teir vilja ikki seta teirra fjepparar í vanda og at fólkini, sum goldið hava fyri teirra atgongumerkir, fáa peningin afturgoldnan.

Mótmælisgongdirnar sum eru í St. Louis eru eisini ógvusligar, tí sambart AP, so hava í minsta lagi 10 politistar fingið skaða, orsaka av mótmælisgongunum.

Tey sum standa aftanfyri mótmælisgongunum finna seg ikki í, at politisturin bleiv fríkendur, tí tað sigst, at 36 ára gamli Jason Stockley skal hava skotið 24 ára gamla Anthony Lamar Smith 5 ferðir - fyri síðan at tveita ein pistól í bilin hjá Smith, so at tað skuldi síggja út sum sjálvforsvar.

JáH (y) 17.09.2017

Comments

​Væleydnað gittarting í rokkhøvuðsstaðnum

10/9/2017

Comments

 
Billede
Klaksvík var karmur um Føroya fyrsta gittarting hetta farna vikuskiftið.

Gittartingið byrjaði í Spaniastovu fríggjadagin, tá ið Signhild V. Johannesen, virkandi borgarstjóri og forkvinna í mentanarnevndini bjóðaði vælkomin til Klaksvíkar. Síðan setti Rigmor Dam, mentamálaráðharri tingið.

Á skránni var millum annað framsýning við nýggjum og gomlum Høfner gittarum og fyrilestur. Harafturat vitjaði Sissel Guttormsen, stjóri í Rockheim, sum er víðagitið rokksavn í okkara norska vinarbýi Tróndheim, og leygarkvøldið var trubadurkonsert, har lutakast eisini var um ein Høfner gittara.

Niðanfyri eru myndir frá gittartinginum, og vit endurgeva eisini vælkomu-røðuna hjá Signhild V. Johannesen, virkandi borgarstjóra og forkvinnu í mentanarnevndini.

"Góðan dag, øll somul
Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar
Føroya fyrsta gittarting, sum vit seta hol á um eina løtu, staðfestir nakað, sum nógv kanska leingi hava vitað.
Nevniliga, at Klaksvík er rokkhøvuðsstaður í Føroyum.

Vit hava altíð kallað okkum fiskivinnuhøvuðsstað, og burturúr tí hava vit bæði fingið ríkidømi, vælferð, mentanarlig tiltøk og standmyndina av Húkinum í Borðoyavík. 
Men í dag átaka vit okkum enn ein leiklut.
Vit eru rokkhøvuðsstaður. 
***
Rokksøgan í Klaksvík hevur nógvar hetjur.
Gjøgnum seinastu mongu áratíggjuni hava einstaklingar og bólkar í hópatali givið okkum útgávur og hitt í hópatali, sum tilsamans hava verið við til at menna okkara mentanarliga samleika.

Allir okkara mongu úrmælingar - frá Jógvan Gerðalíð og Jørgin Dahl, til Frændur og Danny and the Veetos - hava verið, og eru framvegis, týðandi partar av føroysku tónleikasøguni.

Tí er tað eisini upplagt, at Føroya fyrsta gittarting verður hildið her í býnum.
***
Eins og húkurin er eitt sentralt amboð, tá vit fáast við fisk, so er gittarin sentralur í flestu fólksligu tónleikasjangrum.
Hann er populerur og skiftiligur.
Tey flestu kunnu læra at brúka hann, men bert fá gerast úrmælingar.
Hann er inniligur og rørandi við hvørt, og harðligur og intensur við hvørt. 
Hann kann bera framførslur og útgávur sum einasta ljóðføri, men hann kann eisini vera stuðlandi og sambindandi.

Sjálvt um eg ikki sjálv eri gittaristur, so dugi eg at staðfesta, hvussu serligt tilknýtið kann vera millum ein tónleikara og hansara ljóðføri. 

Søgan um gittaran “Red Special” er eitt gott dømi um hetta.
Queen-gittaristurin Brian May evnaði saman við pápa sínum gittaran, sum hann brúkti á øllum útgávum og flestu framførslunum við heimskenda bólkinum.
Í dag er gittarin søguligur og ikoniskur. 
Eg havi lisið, at Brian May ynskti sær ein gittara, sum skuldi vera livandi.
Hann skuldi eisini kunna samvirka við May sjálvan og við fjøldina. 
Í ljóðførinum leitaði hann also eftir menniskjaligum eginleikum.
Og tað er akkurat tað, ljóðførini kunnu. Tey kunnu gerast livandi og framkalla kenslur hjá okkum menniskjum.
***
Men ein annar felagsnevnari er eisini millum ljóðføri og menniskju.
Tey megna einki sjálvi. 

Sjálvt heimsins besta gittar má spælast við dugnsemi, á sama hátt sum sjálvt heimsins máttmiklastu menniskju mugu samvirka við onnur.
***
Áðrenn eg lati orðið frá mær vil eg nýta høvið at takka tykkum, sum hava syrgt fyri, at hetta tiltakið er komið í lag. 
Hugflog og íverksetarahugur eru lyklaorðini, tá ið hugskot sum hesi skulu umsetast til veruleika, og skráin fyri gittartingið avdúkar, at hetta eiga tit fyriskiparar í ríkiligt mát. 

Tað eru vit sum býráð og býur glað og takksom fyri, tí hetta skapar lív, mentan og trivnað fyri okkum, sum búgva her í Klaksvík, og samstundis ger tað okkum eisini áhugaverd hjá øðrum at vitja.

Hjartaliga vælkomin til rokkhøvuðsstaðin og takk fyri."

Kelda: www.klaksvik

​SáH

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.