NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Mentanarvirðisløn landsins 2019 verður latin Hanusi G. Johansen við hesi grundgeving:

16/1/2020

Comments

 
Billede
“Úrmælingurin og originali trubadururin Hanus G. Johansen hevur gjøgnum eina hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á flestu føroyingum. Hanus G. er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og føroysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísutulkari á hægsta stigi.

Hanus G. skapar við sínum tulkingum eitt serligt huglag, og hann rakar heilt inn í fólkasálina við sínum hjartanemandi og hugtakandi framførslum, sum tíðum eru yndisligar, tíðum daprar og dramatiskar.

Tónleikurin og tulkingarnar hjá Hanusi G. hava ríkað føroyskt mentanarlív í ríkiligt mát. Tónleikastarv hansara hevur verið við til at bera skaldskapin hjá mongum av okkara mætastu yrkjarum víðari til komandi ættarlið, t.d. yrkingar hjá Tummasi N. Djurhuus, Bernhardi Brim og Hans Jacobi Glerfoss og eisini hjá norska skaldinum Jakob Sande. Eina heilt serliga støðu hevur skaldskapurin hjá Poul F. fingið gjøgnum tulkingar Hanusar.

Hanus G. hevur við sínum vísutulkingum havt alstóran týdning fyri mentanararvin og fyri at flyta hann víðari til ungu ættarliðini.

Fyri meistarligu tulkingarnar, vísurnar og tónasmíðið verður Mentanarvirðisløn landsins 2019 latin Hanusi G. Johansen.”

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Comments

​Heiðursgáva landsins latin Simma Arge Jacobsen

16/1/2020

Comments

 
Billede
Heiðursgáva landsins 2019 verður latin Simma Arge Jacobsen við hesi grundgeving:

“Simme Arge Jacobsen slóðaði fyri innan føroyskan popptónleik og var millum tey fremstu í strembanini eftir at seta orð og ljóð á føroyskan popptónleik – á føroyskum. Við løgunum hjá Simma og teimum fekk okkara samtíðar populertónleikur eitt hevdbundið orða- og tónalag, ið ikki var til frammanundan. Hesin tónleikur var við til at mynda tónleikaúrvalið í Útvarpi Føroya frá byrjan, og við eitt hevði ungdómurin fingið eina rødd, ið eisini hevur víst seg at hava staðið ímóti tíðarinnar tonn. Løgini hjá Simma og teimum eru partur av grundarlagnum í modernaðum føroyskum populertónleiki í tíðarskeiðinum eftir Seinna Veraldarbardaga. Vit kenna tey øll, og tey verða sungin í felagsskapi og veitslulagi.

Simme hevur verið ein drívmegi í føroyska tónleikalívinum líka síðani fimmtiárini. Hann hevur verið tónlistamaður og sangskrivari, hevur sett á stovn tónleikaklubba og tónleikafelag, og eisini læt hann í 1959 upp tónleikahandil, sum enn í dag er til undir sama navni, “Simme Musikkhús.” Við handilsvirkseminum vísti Simme á, at tað ber til at gera tónleik og geva út á føroyskum, og við Simma gjørdist tónleikur eisini ein møguligur vinnuvegur. Simme hevur av sonnum gingið undan og hevur verið ein fyrimyndarligur stuðul og kveikjari í føroyska tónleikaumhvørvinum.

Fyri slóðbrótandi tónleikastarvið verður Heiðursgáva landsins 2019 latin Simma Arge Jacobsen.”

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Comments

​Landsstýrismaðurin letur serstaka virðisløn

16/1/2020

Comments

 
Billede
Í ár hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, valt at lata eina serstaka virðisløn. Forlagið Leirkerið í Gøtu fær serstøku virðisløn landsins 2019 við hesi grundgeving:

“Síðani 1982 hevur Leirkerið staðið fyri týdningarmiklum og mennandi starvi innan útgávu av andaligum tilfari: bókum, sálmum og bløðum.

Brøðurnir Zacharias Zachariassen og Flóvin Tyril eru persónarnir aftan fyri Leirkerið. Bókaútgávurnar eru nógvar í tali, og dentur hevur alla tíðina verið lagdur á góðan og vakran málsligan búna.

Í áratíggju hevur Leirkerið staðið fyri einum vælumtóktum bókaringi, og skipað hevur verið fyri einum stórum savni av talgildum sangum, sálmum og tónum. Menninir aftan fyri Leirkerið hava yrkt, týtt og skrivað sálmar, sangir og bøkur, bæði fyri børn og vaksin. Leirkerið hevur eisini skipað fyri einum vælvirkandi nethandli og hevur í mong ár staðið fyri blaðútgávu.

Miðvísa og stillføra virksemið brøðranna handan Leirkerið hevur birt uppundir, lívgað og ríkað stóra og týðandi partin av føroysku mentanini, ið trívist í kirkjum og samkomum runt landið. Tað hevur verið ein týdningarmikil íblástur og eggjan hjá mongum, og innihaldið í rúgvismikla tilfarinum, íroknað granskingar, ið lagt er úr hondum teirra, stendur og verður standandi sum ein týðandi varði í føroyska bókmentaheiminum.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Comments

Torradagar í Klaksvík 17. – 23. februar

14/1/2020

Comments

 
Billede
​So eru Torradagarnir aftur á skrá 17. – 23. februar 2020, og eru tey, ið ynskja okkurt sett á skránna vælkomin at gera vart við seg á [email protected] ella ringja til Klaksvíkar kommunu.

Skráin er ikki liðug enn, men m.a. Fiskivinnutingið tekur samanum fiskivinnulóggávuna og verður ein partur av leikpallinum á Torradøgunum í miðhøllini á Skúlatrøð hesaferð.

Eisini verða ymsar hugnaløtur í Smæruni við m.a. Jógvan Arge, rithøvundi sum greiðir frá um tíðina í Føroyingahavnini í Grønlandi, tá ið menn vóru til lands við opnum bátum. Kári P. Højgaard, sum hevur roynt hetta í verki, fer at greiða frá sínum royndum í við opnum báti har og um sambandi millum manningarnar, ið har vóru.

Torradagar í Klaksvík 17. – 23. februar

”Søgur av Flemish Kap” verður aftur á skrá, við framløgum og práti við sjómenn, sum hava verið á Flemish Kap. Eisini verður víst brot úr filminum Trolmenn, sum sjónvarpssnillingurin, Zacharis Hammer er í ferð við at gera.

Njál Djurhuus kemur at greiða frá serstaka lívi sínum við nógvum hendingaríkum á leiðini. Bókin, sum kom út um hann fyri stuttum, er útseld, tó at hon er komin í tveimum uppløgum.

Ein serstøk framløga verður um Arktis og tær broytingar, har henda vegna broytta veðurlagið. Tikið verður upp hvørjar fylgjur hetta kann hava fyri fskiskap á okkara leiðum.

Ein myndamaður úr Eysturríki, Christoph Ruhsam, sum hevur verið í Arktis, greiðir frá í myndum um broytingar í ”landslagnum” har. Vinmaður hansara, Wolfgang Schöner, professari, greiðir eisini frá um hesi somu viðurskifti við eini meira gjøllari sjóneyku.

Heilsurenning, Heilsukáfé og Matiné er eisini á skrá. Matstovurnar plaga at spíla seg út við nógvum áhugaverdum á matarseðlinum. Spennandi fiska-bufféin hjá Umsorganarheiminum, Gloria verður aftur á skrá og so mangt annað.

Torradagarnir verða 17. – 23. februar og sum sagt er skráin ikki liðug enn, men verður meir at frætta seinni.

Tey, ið ynskja okkurt sett á skrá kunnu gera vart við seg á [email protected] ella ringja til Klaksvíkar kommunu á tel. 410000.

Gott um hetta tilfarið – Heiti, staðseting og tíð var okkum í hendi í seinasta lagi 10. februar 2020.

Billede
Billede
Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.