NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ummæli: Sum um einglarnir spældu fyri tær

26/11/2018

Comments

 
Billede
Tá ið eg fann útav - at tónleikara-skaldið Ennio Morricone skuldi hava hansara seinastu konsertferð við hansara gigantiska orkestri, so varð onki annað at gera uttan at keypa sær eina billett.

Konsertin vardi í góðar 3 tímar - og føldist tað sum um, at einglarnir spældu fyri tær. Gott 20.000 áhoyrarar vóru til konsertina hjá Ennio Morricone í O2 arena'uni í London - og tað varð púra kvirt ímeðan spæld vóru tey ymisku vøkru løgini, sum Ennio hevur gjørt í góð 60 ár.

Og tað er kanska heldur ikki so løgið - at hetta er seinasta konsertferðin hjá Ennio Morricone, tí maðurin er 90 ára gamal og at standa uppi á einum palli og venja 200 tónleikarar uppá eingang - krevur sín mann og eitt heilt ótrúligt áhaldni, sum Morricone so meistaraliga vísti ígjár - á eini tí bestu konsertini, sum undirritaði hevur upplivað.

Temalagið frá The Good, The Bad and The Ugly bleiv sjálvandi spælt - umframt lagið The Man With The Harmonica frá filminum Once Upon A Time In The West (1968).

Skal eg geva konsertini nakrar stjørnur - so vil eg geva konsertini ígjár 6 útav 6 stjørnum. Bravo, sigi eg bara.

JáH (y) 27.11.2018 

Billede
Billede
Comments

Filmsklipp frá Søren Ryge um 12 veðrar í Føroyum

9/11/2018

Comments

 
Billede
​Her kunnu tit síggja filmsklippi frá tá ið Søren Ryge var í Føroyum og vitjaði. Filmurin bleiv vístir í DR1 tann 8. november, klikk her ella á myndina, "Søren Ryge: Sandheden om misikken og 12 væddere på Færøerne".

SáH

Comments

Fantastiski Victor Borge og Anton Kontra (Video)

8/11/2018

Comments

 
Billede
Skemtarin og tónleikarin Victor Borge (1909 - 2000) hevur mangan fingið smíli framm hjá føroyingum og her er ein framførsla av honum og Anton Kontra, sum er ótrúliga væl gjøgnumførd.

Tey vilja vera við til - at Borge enntá improvoseraði hetta stykki ..!

Sjá klippi niðanfyri:

JáH (y) 08.11.2018
​Kelda: Youtube

Comments

Atlantsløg á Spotify

5/11/2018

Comments

 
Billede
Tíðindaskriv:

Mánadagin 5. november eru 100 ár liðin síðani sangarin, tónaskaldið og skaldið Regin Dahl var føddur.

Í 2005 stóð Plátufelagið Tutl fyri útgávuni av bokssettinum Atlantsløg, ið inniheldur savnaðu upptøkurnar av løgum Regin Dahls. Nú hevur Tutl tikið stig til at fáa øll tey 439 atlantsløgini útgivin talgilt.

Regin Dahl fór blaðungur niður á Sorø Akademi at lesa. Tá Danmark var hersett í 1940 endaði Dahl í útlegd í Keypmannahavn, og hann fluttaði ongantíð heim aftur. Hóast Regin Dahl hevði lívlanga tilveru í Danmark, var hann alt lívið merktur av einum djúpum longsuli eftir Føroyum. Henda longsul setti hann í orð og tónar í sínum rúgvusmikla listarliga verkið. 

Tónleikaligi parturin er skjalfestur í umfatandi Atlantsløg útgávuni. Snotiliga boksin inniheldur heili
439 løg á 25 fløgum. Meginparturin av tilfarinum stavar frá upptøkum, ið Mentunargrunnur
Studentafelagsins við Niels á Velbastað á odda tók stig til í tíðarskeiðnum 1973-1977

Nú eru Atlantsløg so við eitt vorðin øllum heiminum tøk í tí talgilda!

JáH (y) 05.11.2018

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.