NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kim Larsen er deyður

30/9/2018

Comments

 
Billede
Danski fólkasangarin, Kim Larsen er deyður, hann doyði ígjár 72 ára gamal. Hann hevur leingi barst við sjúku og eitt nú fekk Larsen konstantera prostatakreft fyri nøkrum mánaðum síðani.

Les eisini: Gongur ordiliga gott hjá Kim Larsen nú

Kim Larsen hevði seks børn og eina konu, sum øll vóru samlaði um Kim Larsen til tað allersíðsta.

Kim Larsen hevur eisini verið nakrar ferðir í Føroyum og eitt nú minnist undirritaði, at hann spældi konsert einaferð í Norðurlandahúsinum - har hann, sum ein tann fyrsti kom á pallin við einari sigarett í kjaftinum og slapp hann ikki at roykja - jamen, so helt hann heldur ikki nakra konsert.

R.I.P, Kim Larsen. Tú ert deyður - men tín tónleikur livur víðari.

JáH (y) 01.10.2018

Comments

Eitt lag um tey, sum rýmdu, tí tey kendu seg útistongd

12/9/2018

Comments

 
Billede
TÍÐINDASKRIV

NÝTT STAKLAG: Útistongd TÓNLISTAFÓLK: Elin Brimheim Heinesen ÚTGÁVUDAGUR: Fríggjadagin 14. september 2018

"Útistongd" er fjórða skering og fjórða staklagið av fløguni „Handan stjørnurnar“ hjá ELINI BRIMHEIM HEINESEN, sum kom út í summar. Staklagið kemur út fríggjadagin 14. september 2018 á iTunes og Spotify.

ELIN BRIMHEIM HEINESEN hevur verið virkin sum songkvinna og sangskrivari á føroyska tónleikapallinum síðani mitt í 70‘unum. Hon er kanska mest kend sum onnur helvtin av NALJA, ið síðst í 80‘unum gav út eitt kassettuband við væl umtóktum løgum sum „Á, tann deiliga Havn“, „Sjeikurin“ og „Eitt dýpi av dýrari tíð“.

Fløgan „Handan stjørnurnar“ hjá Elini er í roynd og veru fyrsta fløgan, hon gevur út sum einstaklingur. Hóast Elin leingi hevur verið virkin sum tónleikari, hevur hon higartil einans tvær útgávur á baki: NALJA saman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey skrivaðu fimm løg hvør, og so útgávuna „Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir“ saman við Ad Libitum, sum kom í 2010 við kendum evergreens.

Á fløguni „Handan stjørnurnar“ eru 12 sangir, sum Elin hevur skrivað orð og lag til. Fløgan kom á marknaðin leygardagin 7. juli 2018. Trý stakløg: „Søti mín“, „Tú vart altíð har“ og „Landið handan stjørnurnar“ eru givin út sum stakløg undan hesum staklagnum. „Útistongd“ kemur út á Tunes og Spotify fríggjadagin 14. september. Lagið er 3 minuttir og 46 sekundir til longdar, og stílurin í lagnum er folk-kendur poppur.

Spældi nógvan fólkatónleik í 70'unum

Tá Elin gekk í Studentaskúlanum í Hoydølum frá 1974-77, gjørdi hon nógvan fólkatónleik og spældi og sang saman við øðrum studentaskúlanæmingum, serliga Ívari Bærentsen, sum vit m.a. kenna frá Spælimonnunum í Hoydølum. Tey vóru m.a. á konsertferð í Skotlandi, Orknoyggjunum og Hetlandi saman við Spælimonnunum o.ø. Elin var eisini rættiliga virkin í Havnar Jazzfelag hesi árini og aftaná Studentaskúlan, har hon var nevndarlimur og sang til konsertir, bæði fólkatónleik, blues og jazz. Tað var júst um hesa tíðina, at Elin skrivaði lagið „Útistongd“.


“Útistongd“ lýsir, hví nógv samkynd rýmdu úr Føroyum fyrr

Sjálv sigur Elin soleiðis um lagið: „Hetta lagið skrivaði eg á heilt ungum árum um tveir vinir, eg hevði, sum kendu seg noyddar at flyta úr Føroyum. Hetta kundi eins væl snúð seg um øll, ið av ymsum ávum ikki kenna, at tað er pláss fyri teimum í Føroyum. Mínir vinir vóru par og óttaðust samfelagsins dóm og ta viðferð, teir væntaðu at fáa, um teir dittaðu sær at vísa kærleikan til hvønn annan opið. Samfelagið var ikki serliga tolsamt mótvegis samkyndum júst tá, og samkynd vóru ikki altíð líka væl viðfarin, so tey flestu valdu at rým a úr Føroyum – ofta við sorg í hjartanum og við sakni eftir elskaða heimlandinum. Hetta er tíbetur broytt nógv til tað betra í dag. Men tað er umráðandi at minnast til, hvussu tað var einaferð, soleiðis at vit tryggja, at tað ongantíð verður soleiðis aftur. “


Les meira um Elina Brimheim Heinesen her: http://heinesen.fo
Fylg Elini her: https://www.facebook.com/ElinBrimheimHeinesen/


Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen Tilrættislegging og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen og Finnur Hansen Mastering: Jan Eliasson, Audioplanet ApS Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen Strúkaraútseting: Finnur Hansen Sangur: Elin Brimheim Heinesen Kór: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen og Malan Thomsen Ljómborð, elgittar og harmonika: Finnur Hansen Trummur: Rógvi á Rógvu Bass: Arnold Ludvig Akk. gittar: Elin Brimheim Heinesen og Rúni Eysturlíð Violin og bratch: Angelika Nielsen Cello: Tóri Restorff Jacobsen
TUTL Records, Niels Finsens gøta 9C, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, [email protected]

Útistongd

Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen


Veðrið er gott uttanfyri. Luftin er támut og heit. Børnini spæla á bønum og í túninum í onkrari veit. Fólkini ganga á vegnum og eru so kát og so ber. Men teir báðir inni her liva í eini heilt aðrari verð. Nei, eingin veit at siga, hvar vit enda. Nanana nana nanana.

Í Føroyum er helst gott at vera. Vit vuksu og blómaðu her. Tí kennist tað tungt at rýma úr okkara vælkendu verð. Men her er ei rúm fyri øllum. At enda her gjørdist ov trongt, og soleiðis er lívsins gongd. Slík sum vit verða útistongd. Nei, eingin veit at siga, hvar vit enda. Nanana nana nanana.

Vit vita ei, hvat okkum væntar, men mugu ei fella í fátt. Vit vita, at onkustaðni botnar, men at leypa krevur dirvi og mátt. Vit vita, at hóast vit enda eitt stað, sum vit ei kenna til, so fylgir sólin tó við, ja, sólin er kortini við. Nei, eingin veit at siga, hvar vit enda. Nanana nana nanana.

TUTL Records, Niels Finsens gøta 9C, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, [email protected]

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.