NÝTT STAKLAG: Útistongd TÓNLISTAFÓLK: Elin Brimheim Heinesen ÚTGÁVUDAGUR: Fríggjadagin 14. september 2018
"Útistongd" er fjórða skering og fjórða staklagið av fløguni „Handan stjørnurnar“ hjá ELINI BRIMHEIM HEINESEN, sum kom út í summar. Staklagið kemur út fríggjadagin 14. september 2018 á iTunes og Spotify.
ELIN BRIMHEIM HEINESEN hevur verið virkin sum songkvinna og sangskrivari á føroyska tónleikapallinum síðani mitt í 70‘unum. Hon er kanska mest kend sum onnur helvtin av NALJA, ið síðst í 80‘unum gav út eitt kassettuband við væl umtóktum løgum sum „Á, tann deiliga Havn“, „Sjeikurin“ og „Eitt dýpi av dýrari tíð“.
Fløgan „Handan stjørnurnar“ hjá Elini er í roynd og veru fyrsta fløgan, hon gevur út sum einstaklingur. Hóast Elin leingi hevur verið virkin sum tónleikari, hevur hon higartil einans tvær útgávur á baki: NALJA saman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey skrivaðu fimm løg hvør, og so útgávuna „Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir“ saman við Ad Libitum, sum kom í 2010 við kendum evergreens.
Á fløguni „Handan stjørnurnar“ eru 12 sangir, sum Elin hevur skrivað orð og lag til. Fløgan kom á marknaðin leygardagin 7. juli 2018. Trý stakløg: „Søti mín“, „Tú vart altíð har“ og „Landið handan stjørnurnar“ eru givin út sum stakløg undan hesum staklagnum. „Útistongd“ kemur út á Tunes og Spotify fríggjadagin 14. september. Lagið er 3 minuttir og 46 sekundir til longdar, og stílurin í lagnum er folk-kendur poppur.
Spældi nógvan fólkatónleik í 70'unum
Tá Elin gekk í Studentaskúlanum í Hoydølum frá 1974-77, gjørdi hon nógvan fólkatónleik og spældi og sang saman við øðrum studentaskúlanæmingum, serliga Ívari Bærentsen, sum vit m.a. kenna frá Spælimonnunum í Hoydølum. Tey vóru m.a. á konsertferð í Skotlandi, Orknoyggjunum og Hetlandi saman við Spælimonnunum o.ø. Elin var eisini rættiliga virkin í Havnar Jazzfelag hesi árini og aftaná Studentaskúlan, har hon var nevndarlimur og sang til konsertir, bæði fólkatónleik, blues og jazz. Tað var júst um hesa tíðina, at Elin skrivaði lagið „Útistongd“.
“Útistongd“ lýsir, hví nógv samkynd rýmdu úr Føroyum fyrr
Sjálv sigur Elin soleiðis um lagið: „Hetta lagið skrivaði eg á heilt ungum árum um tveir vinir, eg hevði, sum kendu seg noyddar at flyta úr Føroyum. Hetta kundi eins væl snúð seg um øll, ið av ymsum ávum ikki kenna, at tað er pláss fyri teimum í Føroyum. Mínir vinir vóru par og óttaðust samfelagsins dóm og ta viðferð, teir væntaðu at fáa, um teir dittaðu sær at vísa kærleikan til hvønn annan opið. Samfelagið var ikki serliga tolsamt mótvegis samkyndum júst tá, og samkynd vóru ikki altíð líka væl viðfarin, so tey flestu valdu at rým a úr Føroyum – ofta við sorg í hjartanum og við sakni eftir elskaða heimlandinum. Hetta er tíbetur broytt nógv til tað betra í dag. Men tað er umráðandi at minnast til, hvussu tað var einaferð, soleiðis at vit tryggja, at tað ongantíð verður soleiðis aftur. “
Les meira um Elina Brimheim Heinesen her: http://heinesen.fo
Fylg Elini her: https://www.facebook.com/ElinBrimheimHeinesen/
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen Ljóðtøkni og ljóðbland: Finnur Hansen Tilrættislegging og framleiðsla: Elin Brimheim Heinesen og Finnur Hansen Mastering: Jan Eliasson, Audioplanet ApS Kórútseting: Elin Brimheim Heinesen Strúkaraútseting: Finnur Hansen Sangur: Elin Brimheim Heinesen Kór: Elin Brimheim Heinesen, Finnur Hansen og Malan Thomsen Ljómborð, elgittar og harmonika: Finnur Hansen Trummur: Rógvi á Rógvu Bass: Arnold Ludvig Akk. gittar: Elin Brimheim Heinesen og Rúni Eysturlíð Violin og bratch: Angelika Nielsen Cello: Tóri Restorff Jacobsen
TUTL Records, Niels Finsens gøta 9C, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, olivur@tutl.com
Útistongd
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen
Veðrið er gott uttanfyri. Luftin er támut og heit. Børnini spæla á bønum og í túninum í onkrari veit. Fólkini ganga á vegnum og eru so kát og so ber. Men teir báðir inni her liva í eini heilt aðrari verð. Nei, eingin veit at siga, hvar vit enda. Nanana nana nanana.
Í Føroyum er helst gott at vera. Vit vuksu og blómaðu her. Tí kennist tað tungt at rýma úr okkara vælkendu verð. Men her er ei rúm fyri øllum. At enda her gjørdist ov trongt, og soleiðis er lívsins gongd. Slík sum vit verða útistongd. Nei, eingin veit at siga, hvar vit enda. Nanana nana nanana.
Vit vita ei, hvat okkum væntar, men mugu ei fella í fátt. Vit vita, at onkustaðni botnar, men at leypa krevur dirvi og mátt. Vit vita, at hóast vit enda eitt stað, sum vit ei kenna til, so fylgir sólin tó við, ja, sólin er kortini við. Nei, eingin veit at siga, hvar vit enda. Nanana nana nanana.
TUTL Records, Niels Finsens gøta 9C, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, olivur@tutl.com