NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Adrenaline við nýggja sanginum Bjarta

26/11/2021

Comments

 
Picture
​Mikudagin kom Klaksvíksbólkurin Adrenaline út við nýggja sanginum Bjarta.

Ein lívligur sangur og eru teir komnir sera væl frá uppgávuni.

Teir í mynda Adrenaline eru:
Sangari: Jónas Kallbsberg Jacobsen
Guitar: Tórður Sóleyarson
Bass: Niclas: Elttør Høgnesen
Trummuer: Høgni Sørensen

Teir hava lagt sangin út á Youtube, hoyr sangin herundir.

​SáH

Comments

18 filmsverkætlanir fáa 1.340.000 kr.

11/11/2021

Comments

 
Picture
Stuðul verður latin 18 umsóknum um stuðul til film í ársins seinna umfari. 20 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 1,9 mió. kr. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Hesi 18 fingu stuðul:

Umsøkjari játtað

Symphor Film - Franklin S. Henriksen

150.000

Konteksta v/ Pætur H. Evensson

30.000

Ferran Casterá og Havnar Sjónleikarfelag

104.000

Andreas Tykjær Restorff

20.000

Barbara Lervig

50.000

Marianna Mørkøre

47.500

Bavian-Projects I/S - Jens Jonas í Dali Wagner

150.000

focus - Fríði Birgirsson Olsen

52.000

Karen Sissal Kjartansdóttir Kristiansen

37.500

ÍVF TROM - Jón Hammer

172.000

Kykmyndir - Jón Hammer

200.000

Drive Studios - Heiðrik á Heygum

30.000

JKT framleiðsla - Jóna Kristin Thomsen

37.000

Terji Mohr Productions

35.000

88 Miles v. Marco Lorenzen - Mariann Sofiasdóttir

75.000

Helmsdal Media - Gudmund Helmsdal

75.000

Symphor Film - Franklin S. Henriksen

30.000

Bjørn Ulvedal Simonsen

45.000

Millum nýggjar verkætlanir kann nevnast, at Jonas í Dali Wagner hevur fingið 150.000 kr. til Tann óveruliga verðin hjá Aldu, ið er ein teknirøð til børn eftir unga leikstjóran Tóka Jansson. Røðin viðger á skemtiligan hátt ymisk evni í gerandisdegnum, sum vaksin og børn kenna seg aftur í.

Ein nýggj føroysk-pólsk framleiðsla hevur fingið 150.000 kr. Hon snýr seg um grindadráp, sum verður lýst úr ymsum sjónarhornum. Talan er um heimildarfilmin To Slay the Grind eftir Symphor Film v/Franklin Henriksen. Filmurin viðger nútíðar føroyingin, har menniskja, siðvenja og náttúra eru í miðdeplinum.

Jóna Kristin Thomsen hevur fingið 37.000 kr. í stuðli til eina røð av stuttfilmum, ið lýsa kreativar mannagongdir innan trý ymisk skapandi øki: veving, málningalist og leiklist. Endamálið við filmunum er at fremja fatanina av, hvat ein kreativ mannagongd er og fáa fram tankar og evni hjá dugnaligum føroyskum listafólkum og listhandverkarum.

Samlaða filmsjáttanin er 2,9 mió. kr. Næsta stuðulsumfar verður lýst í desembur við freist 1. februar 2022.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Comments

​Tillukku Eivør

2/11/2021

Comments

 
Picture
Í sambandi við, at Eivør Pálsdóttir hevur vunnið tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021, hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hesa kvøðu:

Góða Eivør

Hjartaliga tillukku við tónleikavirðislønini hjá Norðurlandaráðnum.

Tú hevur gjøgnum nógv ár bergtikið bæði okkum føroyingar og áhoyrarar úti í heimi við tíni vøkru rødd, nemandi tónleiki og rúnabindandi framførslum. Tín virkisleið sigur frá hørðum og miðvísum arbeiði og tíni inniligu halgan til tónleikin og listina.

Í tínum tónleiki spennir tú víða og um nógvar tónleikagreinar, og samstundis er føroyski mentanararvurin og okkara móðurmál ein varði í tínum tónleiki. Eg vil tí eisini takka tær fyri, at tú so yndisliga og stórsligið hevur borið fram føroyska mentan á altjóða pallinum og givið umheiminum lut í okkara dýrabara mentanararvi.

Virðisløn Norðurlandaráðsins telist millum fremstu mentanarligu virðislønirnar. Virðislønin er tær sanniliga væl uppiborin og er ein staðfesting av tínum dygdum sum songkvinna.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Mynd: www.norden.org

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.