NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ólavsøkuframsýning 2021

24/7/2021

Comments

 
Picture
Aftur í ár skipar Listafelag Føroya fyri ólavsøkuframsýning í Listasavni Føroya. Síðani 1948 hevur hendan framsýning Listafelagsins verið fastur táttur á ólavsøku.
 
Felagið heitti í vár á Hansinu Iversen, listakvinnu, um at standa fyri framsýningini. Hansina tók á seg uppgávuna og hevur sett saman eina fjølbroytta framsýning. Hon nýtir eisini høvið at heiðra okkara mæta listamann Ingálv av Reyni, sum hevði fylt hundrað í fjør, við úrvalsverkum og katalogi um listamannin. Hansina Iversen hevur biðið listafólkini Jóhan Martin Christiansen, Rannvá Kunoy, Julie Sass og listaummælaran Kinnu Poulsen skriva hvør sín tekst um Ingálv av Reyni til katalogið, sum eisini inniheldur verklista og er lutaseðil til vinning, sum Listafelag Føroya lutar vinnaranum 22. august. Upplýsingar um tað verða at síggja á heimasíðu Listafelagsins: listafelag.fo
 
Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen hava staðið fyri at hanga framsýningina upp. 
Málningurin Kompositión frá 2001 prýðir plakatina og katalogið, og málningurin verður at síggja á ólavsøkuframsýningini í ár. Svanna Højgaard Joensen hevur sniðgivið plakat og katalog.

Hansina Iversen greiðir frá málninginum Kompositión: "Tá filmurin "Ingálvur - Ferðin inn í tað ókenda" varð vístur í Havnar Bio fyrr í ár, festi hesin stóri ljósi, ekspressivi málningurin seg í tilvitskuna, og eg fór beinanvegin at spyrja meg fyri um málningin, tí eg mátti síggja hann í veruleikanum. Og málningurin skuldi vera høvuðsverkið á ársins ólavsøkuframsýning. Tað gekk skjótt og væl at finna fram til málningin, sum Eyðun av Reyni eigur. Eyðun var so beinasamur at læna mær málningin til framsýningina"

Heitið á framsýningini "Grøn eru grá hús" er setningur tikin úr teksti hjá Karsteni Hoydal. Ingálvur av Reyni bað hann skriva ein katalogtekst til framsýning, tá málningarnir vóru broyttir nógv, og Ingálvur hevði funnið fram til sítt abstrakta, ekspressiva myndamál. Ingálvur av Reyni vónaði, at teksturin hjá Karsteni Hoydal kundi fyrireika áskoðararnar upp á tað, ið teir fóru at síggja á framsýningini.
   
Ólavsøkuframsýningin letur upp í Listasavni Føroya ólavsøkuaftan kl. 15 og er opin til kl. 20. Ólavsøkudag er opið frá kl. 11 til 20. Framsýningin heldur fram til 22. august.

Á framsýningini eru 6 verk eftir Ingálv av Reyni. Listasavnið hevur lænt okkum 3 av teimum. Hini eru lænt frá Julionnu Klett, Maluni Marnersdóttir og Eyðuni av Reyni.
Opið var fyri øll at senda verk inn til ólavsøkuframsýningina, og kurator hevur valt burturúr rúgvuni, og tað blivu til 119 verk tilsamans. Ongin umsøkjari er soldaður frá.
Tey luttakandi eru: Alma á Lava, Anja Finsdóttir, Anna Kathrina Højgaard, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Dagmar L. Mouritsen, Ellis Katrine Mortensen, Filippa Zachariassen, Finleif Mortensen, Fríða Matras Brekku, Helena Dam, Herdis Sandberg Rasmussen, Hergeir á Mýruni, Jana Jonhardsdóttir, Jan Nystrøm, Jensina Olsen, Jessica Yvonna Arge Klevang, Jóhan Martin Christiansen, Julie Sass, Kirstin Helgadóttir, Lyon Hansen, Maibritt Marjunardóttir, Ole Wich, Ólavur S. T. Thorsteinsson, Paulina Winther, Rakel Helmsdal, Randi Samsonsen, Randi Sundberg Michelsen, S. T., Tordis Vang, Trina Gaard og Jón Sonni Jensen.

Heilsan
Listafelag Føroya

Comments

Summarhugnin verður nú klokkan 19:00 á Gerðagøtu 6

24/7/2021

Comments

 
PictureEyðun Nolsøe og Karl Martin Samuelsen fara at spæla í kvøld. Havi ikki hoyrt um Anfinn Nielsen eisini spælir....
Hesi spæla til Summarhugnan

Rani Nolsøe
Páll Brim
Eyðun Thorgeirsson
Mikkjal Hvannastein
Karl Martin Samuelsen
Eyðun Nolsøe (Hjarnar)
Ólavur Á Váli Olsen
Eyðun Jacobsen

Byrjað verður klokkan 19:00 og tiltakið endar umleið klokkan 23:00.

Tiltakið er ókeypist og verður Summarhugnin hildu í millum Skýlið og Pike.

Góða Norðoyastevnu

SáH

Comments

Leikur og leskiligur biti á Eðge í Mikladali

22/7/2021

Comments

 
Picture
​Føroyingar, ið ferðast í egnum landi: 

Leikur og leskiligur biti á Eðge í Mikladali 

Komið og njótið blíðskapin á Eðge í Mikladali í summar. Fá eina heildaruppliving, stórsligna náttúru, leskiligt ábit og leik um kópakonuna. Til ber at spáka sær ein túr oman á helluna at síggja standmyndina av kópakonuni, - rúnarbundin til ævigar tíðir. 

Eðge er gamalt pakkhús, sum er bygt um til Kafe. Í kjallaranum er hugnaligt rúm, har leikurin verður framførdur. Pláss er fyri 30 áskoðarum. 

Kópakonan – í øðrum hami. 
Vit kenna øll søgnina um kópakonuna í Mikladali, vøkru havsins gentu, sum varð rænd ham sín og noydd at giftast mikladalsmanni. Øll hava eina ímynd av hvussu hamurin sá út, kistan og lykilin. Í søgukjallaranum á Eðge verður søgnin fortald á kenslubornan hátt. Søgugongdin er samantvinnað við persónligari frásøgn við eskimoiskum ísletti. Alt knýtt saman við stemningsfullum tónleiki. Leiktíð uml. 45. minuttir.    
Handrit og leikari: Eyð Matras
Tónleikur og tónleikari: Magni Husgaard
Leikstjórn: Sigrún Valbergsdóttir . 

Busssambandið er gott, so ikki er neyðugt at hava bil við í oynna. 

Atgongumerkið fæst á atgongumerkid.fo.
Prísurin pr. persón er 495kr og við í prísinum fært tú leskiligt ábit, áðrenn sýningina og suppu og dessert aftana sýningina.
Aldursmarkið er 10 ár.

Comments

TÓNLEIKATILTAK LEYGARKVØLDIÐ

22/7/2021

Comments

 
Picture
Í samband við tónleikatiltakið, Summarhugni, sum verður leygardagin 24. juli, verður parkeringsøkið við KÍ skýlið stongt fyri allari ferðslu leygardagin millum kl. 16.00 og 00.00. Heitt verður tí á fólk, sum hava bil standandi í økinum, um at flyta bil teirra.

Talan er um eitt ókeypis tiltak við tónleikaframførslum av ymiskum slag, sum verður á parkeringsøkinum aftanfyri Gamla skýlið.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

SUMMAR FESTIVALURIN 2021 ER AVLÝSTUR!

14/7/2021

Comments

 
Picture
Óvissan um koronusmittuna og almennu tilmælini gera, at Summar Festivalurin 2021 verður avlýstur.

Landsins størsta tónleikatiltak skuldi haldast dagarnar 5. til 7 august, men tað verður av ongum. Hetta er annað árið á rað, at Summar Festivalurin verður avlýstur orsakað av koronufarsóttini.

– Tað er framvegis rættiliga ógreitt, um tað ber til at savna stórar fólkamongdir fyrst í august mánaði, og óvissan ger, at vit nú velja at avlýsa Summar Festivalin, sigur Erik Biskopstø, stjóri fyri Summar Festivalin.

– Vit hava seinastu tíðina arbeitt miðvíst við fyrireikingunum til ársins festival, men nú velja vit at traðka á bremsuna. Summar Festivalurin er eitt risastórt tiltak, sum krevur sera nógv arbeiði frá nógvum fólki, og vit halda ikki, at tað er ráðiligt at halda fram við fyrireikingunum, tá ið møguleiki er fyri, at festivalurin kann verða avlýstur, stutt áðrenn hann skal haldast. Óvissan og vágin eru heilt einfalt ov stór, sigur hann.

– Vit hava glett okkum til halda Summmar Festivalin í ár, og vit harmast um, at tað er neyðugt at taka hesa avgerð, men vit kenna okkum ikki hava annað val, sigur Erik Biskopstø.

Í næstum kemur kunning um endurrindan av atgongumerkjum.

Summar Festivalurin 2022 verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

Summarfestivalurin

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.