NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvíkar Hornorkestir spælir jólasang

30/11/2015

Comments

 
Comments

Uni Debes tulkar The Doors!

28/11/2015

Comments

 
Picture
Nú kunnu Doors-fjepparar og onnur, sum dáma góðan gamlan rock/blues tónleik, gleða seg!

18. desember 2015 kl. 20 fer Uni Debess á pall í Reinsarínum at spæla løg eftir kenda rockbólkinum The Doors.

Við sær á pallin hevur hann Finn Hansen á keyboard og Per Ingvald Højgaard á trummum.

Um tiltakið sigur Uni: “Tónleikurin hjá The Doors hevur fylgt mær gjøgnum allan mín uppvøkstur og hevur verið ein stórur íblástur til tónleikin, sum eg havi gjørt og hevur yvirhøvur eisini havt ávirkan á tann vegin, sum eg eri farin tónleikaliga. Eg spæli altíð løg hjá The Doors, tá eg framføri á teimum ymisku støðunum, og eg havi leingi hugsað um at gera eina konsert bert við løgunum hjá hesum framúr góða bólki, sum rockaði í 60’unum og fyrst í 70’unum.”

Løgini, sum verða at hoyra hetta kvøldið, eru mest tey blueskendu hjá The Doors, men nøkur av teimum stóru hittunum verða sjálvandi eisini spæld.

Keyp atgonguseðil HER

JáH (y) 28.11.2015
Kelda: Reinsaríið/Perlan

Comments

Símon & Jacob: Fiskafrikadello

18/11/2015

Comments

 
Picture
Ein hevur ikki hoyrt so nógv frá Jacob Haugaard og Simon Von Kunoy, men nú hevur hetta heldur løgna parið skapt henda heldur løgna (og góða) Frikadellu-sang, sum tú kanst hoyra niðanfyri ...

JáH (y) 18.11.2015

Comments

Fyrrverandi trummusláarin úr Beatles er deyður

15/11/2015

Comments

 
Picture
Í hesari vikuni doyði so tann fimti Beatle'in og varð hann ein persónur, sum spældi trummur í albuminum hjá The Beatles "Love Me Do".

Talan er um Andy White, og ikki Ringo Starr - og hevur Andy mangan tosað um sína tíð, tá ið spældi trummir fyri teir eitt stutt tíðarskeið. Men sjálvt um hann visti at The Beatles var nakað heilt serstakt, so bleiv tað also Ringo Starr, sum bleiv endiligi trummusláari hjá The Beatles. White sjálvur spældi víðari trummir fyri kend nøvn, sosum: Rod Stewart, Marlene Dietrich og Burt Bacarach.

Tann "fimti" Beatle'in Andy White doyði tann 9. november í ár av eini heilabløðing og bleiv 85 ára gamal.

​JáH (y) 13.11.2015

Comments

ÚTSELT til Dramakonsertina Rósa Maria

11/11/2015

Comments

 
Picture© KVF
Tað er útselt til allar 5 komandi dramakonsertirnar hjá Rósa Mariu - og verður tað tískil ein eykasýning mánadagin 16. nov.

Sjá eitt brot úr konsertini HER

Hvussu leingi tey fara at spæla Dramakonsertina Rósa Maria eftir Jens Paula Heinesen er enn óvist - tí eftirspurningurin er eftir øll at døma stórur. 

Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstirnar, og Jónleif Jensen hevur smíðað og lagt øll løgini til rættis í dramakonsertini - so roknast kann við einum ordiliga brakið av einari konsert, um tú ert so eydnusamur, at tú hevur skaffa tær eina billett.

​JáH (y) 11.11.2015

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.