18. desember 2015 kl. 20 fer Uni Debess á pall í Reinsarínum at spæla løg eftir kenda rockbólkinum The Doors.
Við sær á pallin hevur hann Finn Hansen á keyboard og Per Ingvald Højgaard á trummum.
Um tiltakið sigur Uni: “Tónleikurin hjá The Doors hevur fylgt mær gjøgnum allan mín uppvøkstur og hevur verið ein stórur íblástur til tónleikin, sum eg havi gjørt og hevur yvirhøvur eisini havt ávirkan á tann vegin, sum eg eri farin tónleikaliga. Eg spæli altíð løg hjá The Doors, tá eg framføri á teimum ymisku støðunum, og eg havi leingi hugsað um at gera eina konsert bert við løgunum hjá hesum framúr góða bólki, sum rockaði í 60’unum og fyrst í 70’unum.”
Løgini, sum verða at hoyra hetta kvøldið, eru mest tey blueskendu hjá The Doors, men nøkur av teimum stóru hittunum verða sjálvandi eisini spæld.
Keyp atgonguseðil HER
JáH (y) 28.11.2015
Kelda: Reinsaríið/Perlan