NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Rapp: Papa Wemba deyður!

24/4/2016

Comments

 
Billede
Kendi rapparin Papa Wemba er deyður - einans 66 ára gamal.

Papa Wemba doyði næstan sum Dirch Passer (sáli), har hann hevði undirhildið fyri fólkið í eini konsert í Vestur Afrika.

Hann datt um á pallinum og stóð ikki til at bjarga - sjá klipp niðanfyri:

JáH (y) 24.04.2016

Comments

5 deyð av yvirdosis á Time Warp festivalinum!

16/4/2016

Comments

 
Billede



Fýra menniskjur hava latið lív og støðan er sera álvarsom fyri fimm onnur - eftir eina yvirdosis á tónleikafestivalinum Time Warp í Buenos Aires.

- 4 eru deyð og støðan er álvarsom fyri 5 onnur. Tey eru ímillum 21 og 25 ára gomul, segði Alberto Crescenti, leiðari fyri bjargingatænastuni í dag.

Ávísin La Capital veit at siga frá, at líkini nú skula kannast, tí talan er um eitt ógvusligt slag av narko sum hevur verið runt allan festivalin og tí hava hesi ungu menniskjur latið lív.

Tónleikafestivalurin Time Warp er elektroniskur dansitónleikur og stoffir vera sera oftað brúkt á slíkum festivalum - og er her also talan um hørð stoffir. 

JáH (y) 16.04.2016

Comments

Heimsins festligasta Party orkestur á SF 2016

15/4/2016

Comments

 
Billede
Festligi veitslubólkurin við teimum stóru hittunum spælir á Summar Festivalinum.
Hermes House Band byrjaði sum ein studentabólkur í Rotterdam í Hollandi, og eftir fleiri ár við festligum framførslum millum lesandi hendi tað púra óvæntaða, at teirra endurinnspæling av sanginum I Will Survive/Lalala gjørdist nummar 1 á fleiri hitlistum í Europa.

Hetta gjørdist byrjanin til, at Hermes House Band fekk altjóða flog, og tey stívliga 20 árini síðani gjøgnumbrot hava tey við væl svingandi endurinnspælingum av kendum sangum skapt síni egnu hitt. Sangir sum Country Roads, Live Is Life og Rhythm Of The Night hava allir verið á europeiskumtónatindum.

Hermes House Band er best umtókta party orkestur í Europa, og teirra tónleikur fær føtur at flytast, armar at veipa, og fólk at syngja við, líkamikið um tónleikurin er at hoyra úr hátalarum á bleiktrandi dansigólvum, ella um bólkurin spælir live í Berlin, Paris, London ella á sóloyggjum. Og skilið verður tað sama á Vágsbøi, tá ið Hermes House Band í august kemur á Summar Festivalin at spæla ársins festligastu konsert.
​
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum 4. til 6. august.

Comments

Tónleikaframleiðarin David Gest funnin deyður!

12/4/2016

Comments

 
Billede
Reality-stjørnan og tónleika-framleiðarin David Gest er funnin deyður í einum hotelli í London.

Hann er kanska kendast fyri at vera ein av framleiðaranum av dýrasta showið í søguni, nevniliga Michael Jackson: 30th Anniversary Celebration: The Solo Years í 2001. Eisini varð Gest kendur fyri at brúka eina rúgvu av peningi til plastik-viðgerð og tað sær tú kanska eisini á myndini omanfyri.

Annars so varð Gest eisini giftur við Liza Minnelli í 2003 og bleiv skildur beinavegin við henni. Tey livdu saman, sum konan og maður í eitt og hálvt ár, og eftir tað so saksøkti Gest eks. konuna fyri 65 milliónir, tí hon hevði verið voldilig við hann, tá ið hon drakk. Sakin endaði í 2006 og Gest stakkalin - fekk ikki eitt oyra burturúr eks. konuna Minnelli.

JáH (y) 12.04.2016

Comments

Guns N' Roses spældu í nátt

2/4/2016

Comments

 
Billede
Axl Rose og Slash hava havt eina feita konsert í nátt í Los Angeles, veit Rolling Stones Magazine at siga frá.

Guns N' Roses fór annars sundur í 1993 og tá bleiv Axl spurdir um teir komu saman aftur, har hann so svaraði: Not in this lifetime (umsett: ikki í hesum lívinum) og tískil so skal turné'in hjá Guns N' Roses eftir øllum at døma eita: Not In This Lifetime Tour.

JáH (y) 02.04.2016

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.