
Fýra menniskjur hava latið lív og støðan er sera álvarsom fyri fimm onnur - eftir eina yvirdosis á tónleikafestivalinum Time Warp í Buenos Aires.
- 4 eru deyð og støðan er álvarsom fyri 5 onnur. Tey eru ímillum 21 og 25 ára gomul, segði Alberto Crescenti, leiðari fyri bjargingatænastuni í dag.
Ávísin La Capital veit at siga frá, at líkini nú skula kannast, tí talan er um eitt ógvusligt slag av narko sum hevur verið runt allan festivalin og tí hava hesi ungu menniskjur latið lív.
Tónleikafestivalurin Time Warp er elektroniskur dansitónleikur og stoffir vera sera oftað brúkt á slíkum festivalum - og er her also talan um hørð stoffir.
JáH (y) 16.04.2016