NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýtt sjónbandalag við Dan Olsen “ger tað, sum fær teg at smíla”

30/5/2022

Comments

 
Picture
Nýtt sjónbandalag kom út í dag. Tað er Írin Conor McQuaid og Dan Olsen sum hava skrivað lagið. 

Dan hevur hesa viðmerking: “Vit hugsaðu, at aftaná alt sum vit hava verið í gjøgnum seinastu tíðina, kundi verið gott at fáa ein jaligan boðskap út: “ger tað, sum fær teg at smíla”.

​Sangurin kom út fríggjadagin. Sjónbandalagið kom út í dag og tað sæst her:

Fyri tað mesta upptikið í London.

Um Dan Olsen:
Argjamaðurin Dánjal Rói Olsen (Dan Olsen) er tónleikari í London, Bretlandi, og hevur hann júst útgivið hetta summarlagið. Meira um Dan Olsen, klikk link herundir:

SáH

​danolsenmusic.com
Comments

Nordic Bridges hátíðarhildið í Toronto, Kanada

30/5/2022

Comments

 
Picture
19. mai var stóra felags norðurlendska mentanarátakið “Nordic Bridges” hátíðarhildið við stórfingnari móttøku á Harbourfront Centre í Toronto, Kanada. Hátíðarhaldið savnaði listafólk, politikarar og embætisfólk úr øllum Norðurlondum og Kanada.

Nordic Bridges byrjaði fyrst í árinum, men vegna korona var ikki møguligt at savna aktørarnar til almennu upplatingina í januar. Í staðin skipaði Harbourfront Centre, sum er ein av leiðandi mentanar- og listastovnunum í Kanada, fyri einum hátíðarhaldi, nú tað aftur er møguligt at savna nógv fólk, fyri at fagna átakinum og listini.

Fyri allar ráðharrar uttan norska ráðharran luttóku umboð á hægsta embætismannastigi. Fyri Føroyar luttók Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Hann tók lut á fundi við Canadian Heritage (kanadiska mentamálaráðið), har ymisk evni vóru umrødd, eitt nú tøknirisarnir og ávirkanin á fólkaræðisligu samrøðuna og mentan og list aftan á covid-19. Eisini var hann við í einum rundborðsfundi við evninum burðardygd í list og mentan, har fleiri nomu við, at burðardygg tiltøk á økinum mugu koma frá mentanarsektorinum sjálvum, og at politiska skipanin eigur at stuðla upp undir hesi tiltøk.

Um kvøldið var døgverði og ymiskt listarligt á skránni fyri 150 innbodnum gestum, og seinni var veitsla fyri 500 fólkum. M.a. luttók Jenni-Juulia Wallinheimo-Heimonen, DJ UYARAKQ og Taqralik Partridge og Gudrun Hasle, sum hevur framsýning í Norðurlandahúsinum í løtuni frá 3. juni. Úr Føroyum var Randi Samsonen, listakvinna, boðin við til tiltøkini, og framsýning hennara, sum var við á bólkaframsýningini Shared Terrain fyrr í ár, var aftur sett upp, so allir luttakarar kundu uppliva hana.

Tað eru starvsfólk á Harbourfront Centre umframt samstarvspartar um alt Kanada, sum gera av, hvørji listafólk skulu fáa í boði at luttaka.

Í vár luttók Katrin Ottarsdóttir, filmslistafólk og rithøvundur, á Toronto International Film Festival, sum hevði fokus á kvinnur sum filmsfólk. Filmur hennara “Maðurin, ið slapp at fara” varð sýndur. Í summar luttekur Eivør á tiltakinum “Summer Music” á Harbourfront Centre, umframt at hon skal spæla í Ottawa. Í heyst fara Edward Fuglø og Heiðrik á Heygum at hava framsýningar á Harbourfront Centre. Skráin er ikki endaliga løgd, og tí kunnu onnur føroysk lista- og mentafólk koma aftrat.

Nordic Bridges er triðja felags mentanarátakið hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Í 2017 var Nordic Matters í London, og í 2013 var Nordic Cool í Washington.

Nordic Bridges byggir á tær fýra súlurnar: listarlig nýskapan, atkomuligheit og inklusjón, sjónarhorn hjá upprunafólki, umframt mótstøðuføru (resilience) og burðardygd.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Myndatekstur:
1&2) Framsýning hjá Randi Samsonsen, listakvinnu. (Mynd: Randi Samsonsen.)
3) Randi Samsonsen
4) Ráðharrar og embætisfólk úr Norðurlondum og Kanada. Vinstrumegin sæst Poul Geert Hansen, aðalstjóri, ið tók lut vegna Uttanríkis- og mentamálaráðið
5) Fundur við Canadian Heritage

Comments

Nýggj fløga, Árna Jacobsen til heiður

29/5/2022

Comments

 
Picture
Sunnukvøldið 29 mai kl 19 Norðoyastevnudag, verður ein serstøk sangløta/konsert í Betesda Klaksvík, í samband við at nýggj fløga, við sangum sum Árni Jacobsen hevur yrkt ella týtt, kemur út.

Á fløguni eru seytjan sangir við Betesdakórinum, Kvartettini í Betesda, Vitin, Zamar, Eyðun Jacobsen, har afturat syngja børnini hjá Elisabeth og Árna, Alex, Jóna og Rani, ein sang.

Tónleikurin til fløguni er innspældur í Crossroad Studios í Arden NC við Jeff Collins sum produsara.

Røddirnar eru tiknar up í studionum hjá Erik Biskopstø, Pætur Gerðalíð og Torkil Mørkøre. Ljóblanda og mastra hava Erik Biskopstø, Torkil Mørkøre og Kristoffur Mørkøre.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa sangløtu og har ber sjálvandi eisini til at ogna sær fløguna.

SáH

Comments

​KONSERT V/KVINNUKÓRINUM CRESCENDO ÚR HORSENS FRÍGGJAKVØLDIÐ, 27.MAJ KL. 19.30

25/5/2022

Comments

 
Picture
Fríggjakvøldið, 27.maj kl. 19.30 er konsert við kvinnukórinum Crescendo úr Horsens. Kórleiðari er Bente Lund Degn. Kórið varð upprunaliga stovnað í 1981 sum "Horsens Korskoles Kvindekor". Tá Kórskúlin í 1989 helt uppat, helt kvinnukórið tó fram sum sjálvstøðugt kvinnukór. Kórið telist millum bestu kórini í Horsens.

Konsertskráin er samansett av kirkjuligum tónleiki, harav ein stórur partur er knýttur at Kristi Himmalferð. Umframt at kórið eisini fer at syngja nakrar danskar og føroyskar sangir, og ein rytmiskan kórsats.

Vælkomin á konsert Fríggjakvøldið, 27.maj kl. 19.30.

CONCERT WITH THE WOMENCHOIR CRESCENDO FROM HORSENS IN DENMARK ON FRIDAY, 27TH' OF MAY AT 07.30 PM.
On Friday, 27th' of May at 07.30 pm we have a concert with the womenchoir Crescendo from Horsens in Denmark. Choir leader is Bente Lund Degn. Originally the choir was founded as the Horsens choir school's women's choir. When the choir school ended in 1989,  the women's choir continued as an independent women's choir. The choir is among the best choirs in Horsens.

The choir have a program of church music, much of which is aimed at the Ascension of Christ, and a section of Danish and Faroese songs, as well a single rhytmic song.

Welcome to the concert on Friday, 27th' of May at 07.30 pm.

Christianskirkjan

Comments

​KONSERT V/HADERSLEV DOMKIRKES DRENGEKOR KRISTI HIMMALFERÐARDAG 26.05 KL. 20.00

23/5/2022

Comments

 
Picture
​Kristi Himmalferðardag, 26.05 kl. 20.00 verður konsert í Christianskirkjuni við Dreingja- og mannskórinum úr Dómkirkjuni í Haderslev. Leiðari er organisturin í Dómkirkjuni, Henrik Skærbæk Jespersen. Kórið er mannað við 50 sangarum í aldrinum 9 ár og uppeftir. Teir ungu dreingirnir syngja allir sopranstemmurnar, meðan teir vaksnu syngja alt, tenor og bass. Kórið hevur ferðast víða um og fleiri ferðir sungið fyri teimum kongaligu til barnadóp og onnur høvi. Teir hava sungið í øllum Dómkirkjunum í Danmark, og fara teir eisini at syngja til gudstænastuna í Havnar kirkju sunnudagin 29.maj kl. 11.00.

Á skránni er danskur, svenskur og enskur kórtónleikur, og sum eykanummar fer kórið at syngja eina útseting, sum kórleiðarin hevur gjørt av vælumtókta sanginum hjá Steintóri Rasmussen "Tað kundi verið eg".

Kristi Himmalferðardag kl. 20.00 - vælkomin á konsert.

CONCERT WITH THE BOYS' AND MEN'S CHOIR FROM HADERSLEV CATHEDRAL ON CHRIST'S ASCENSION DAY, 26TH' OF MAY AT 08 PM.
On Christ's Ascension day, 26th' of May at 08. pm, there will be a concert in the Christians church with the Boys' and Men's choir from the Cathedral in Haderslev. Choir leader is the organist  in Haderslev Cathedral, Henrik Skærbæk Jespersen. The choir consists of 50 singers from 9 years and up. The young boys are all singing the soprano voices, while the adults are singing the alto, tenor and bass. The choir has travelled extensively abroad, and has several times participated by singing for the royals for infant baptisms and other ceremonies. The choir has been in all the Cathedrals in Denmark, and will also participate at the service in the Cathedral in Tórshavn on Sunday, 29th' of May at 11 am.

On the program is Danish, Swedish and English choral singing, and as extra number the choir will sing a version, which the choir leader has made of the popular song by Steintór Rasmussen "That could have been me". 

On Christ's Ascension day at 08 pm - welcome to the concert.

Christianskirkjan

Picture
Comments

Ungdómsgudstænasta í Christianskirkjuni

12/5/2022

Comments

 
Picture
Fríggjakvøldið 13. mai kl.20.00 verður ungdómsgudstænasta í Christianskirkjuni.  

Á skránni verður nógvur sangur. Umframt felagssang og lovsang fáa vit vitjan av Jens Marna Hansen, ið kemur at framføra nakrar sangir. Hanus á Gørðum, prestur, talar, og eisini verður altargongd.  

Eftir gudstænastuna verður hugnaløta í kirkjukjallaranum við kaffi, køkum og hugnaligari samveru.

On Friday, 13th' of May at 08 pm, there is a youth worship service with the priest, Hanus á Gørðum.- Praise // Sermon // communion - .

We get song from Jens Marni Hansen.

After the service everyone is welcome for coffee/thea end cakes in the church basement.

Christianskirkjan 

Comments

16 filmsverkætlanir fáa 1.8 mió. kr.

5/5/2022

Comments

 
Picture
Stuðul verður latin 16 umsóknum um stuðul til film í fyrra umfari 2022. 31 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 5,9 mió. kr. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.
​
Hesi 16 fingu stuðul:

Picture
Kykmyndir hjá Jón Hammer hevur fingið 450 tús. kr. til spælifilmin The Last Paradise on Earth

Kykmyndir hjá Jón Hammer hevur fingið 450 tús. kr. til spælifilmin The Last Paradise on Earth eftir Sakaris Stórá. Tað er søgen um ungan mannin Kára, sum arbeiðir á flakavirkinum í heimbygdini, og sum býr heima saman við pápanum og yngru systrini. Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama, síðan mamman doyði, og sorgarrakti pápin megnar ikki at taka sær av familjuni. Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí flakavirkið er um at tapa bardagan móti marknaðarkreftunum, og teimum umhvørvisbroytingunum, sum ávirka havið og fiskaríið runt oynna og landið. Tá pápi Kára fer aftur til skips, má Kári taka ábyrgdina við hús og taka sær av systur síni.


Hetta er ein filmur um at finna sítt pláss í lívinum, og tematisk verður komið inna á evni sum, hvussu umhvørvisbroytingar ávirka dagligdegin í okkara samfelag, og hvussu teir siðbundnu kynsleiklutirnir ikki altíð hava tað so lætt í einum moderniseraðum heimi.


Jónfinn Stenberg hevur fingið 175 tús. kr. til ein novellufilm við arbeiðsheitinum Meg minnist eina mynd. Filmurin viðger evnið “eftirmæli” og varpar ljós á, hvat ein letur eftir seg, tá ein fer úr hesum heimi. Tað er ein søga um, hvussu avgerðir verða raðfestar, og hvat ein stendur eftir við. Trongdin at seta sítt fingramerki á heimin kann vera sera stór.

Samlaða filmsjáttanin er 3,5 mió. kr. Næsta stuðulsumfar verður lýst í juli við freist 1. septembur 2022.

Mynd: Kykmyndir: The Last Paradise on Earth


​Uttanríkis- og mentamálráðið
Comments

Kom og syng við í Christianskirkjuni leygarkvøldið kl. 19:30

5/5/2022

Comments

 
Picture
Leygarkvøldið 07.maj kl. 19.30 - og tað er komandi leygarkvøld - , verður "Syngið við kvøld" við Harmonikuvinum í Christianskirkjuni.

Komið og verið við til eina gevandi sangløtu, við nógvum góðum gomlum missiónssangum, sum vit øll kenna. 

COME AND SING ALONG ON SATURDAY AT 07.30 PM

On Saturday, 07th' of May at 07.30 pm we have a singing evening with Accordion friends in the Christianschurch.

Welcome for a singing evening with many good old mission songs that we all know.

Christianskirkjan

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.