NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Guitaristurin úr Jefferson Airplane deyður

29/1/2016

Comments

 
Billede
So doyði aftur ein kendur tónleikari og hesa ferð er talan um Paul Kanter.

Guitaristurin úr Jefferson Airplane, Paul Kanter er deyður, 74 ára gamal. Paul Kanter doyði av hjartaslagið í hjarta ígjár.

Jefferson Airplane er best kent fyri sangirnar White Rabbit, Nothing gonna stop us now og Somebody to Love - allir sangir frá 1967.

JáH (y) 29.01.2016 

Comments

Guitaristurin úr The Eagles, Glenn Frey er deyður

19/1/2016

Comments

 
Billede
Guitaristurin úr The Eagles, Glenn Frey er deyður av lungnabruna og hevur annars barst við sjúku tey seinastu vikurnar, men ígjár orkaði Frey ikki at berjast meira. Frey gjørdist einans 67 ára gamal.

Les eisini: David Bowie er DEYÐUR

Frey varð annars við at skrivað sangir sum Heatache Tonight, Take It Easy og Hotel California.

JáH (y) 19.01.2016



Comments

​Klaksvíkingarnir Danny & The Veetos spæla í Grønlandi íkvøld

15/1/2016

Comments

 
Billede
Danny & The Veetos gera um seg í Grønlandi. Ígjár vórur teir og vitjaði Nuuk handilsmiðstøðina og har spældi teir ein sang fyri teimum vitjandi og komu teir í blaðið Sermitsiaq, klikk her: "Færinge overraskede i Nuuk Center"

Íkvøld fara teir hava konsert saman við grønlendska bólkinum Sisimiut-bandet Atsinnermiut í Katuaq, hoyr sangin sum teir sungu í Nuuk sentrinum, klikk link herundir:

SáH

Comments

David Bowie er DEYÐUR

12/1/2016

Comments

 
Billede
Sangtalenti David Bowie er deyður - einans 69 ára gamal. David Bowie varð ein sonn legenda innan tónleik í 80'inum og hvør minnist ikki sangir, sosum: "Space Oddity", "Heroes" og "Changes" ..?

Familja skrivar, at David Bowie hevur barst ímóti krappa í góðar 18 mánaðir og at øll familjan varð rundanum hann, tá ið hann lat lív ígjár. Tey skriva eisini, at nú orkaði hann simpulten ikki at kempa meira og at hann svav seg friðarligan inn í deyðan.

JáH (y) 11.01.2016

Comments

Guns N' Roses saman aftur !!!

7/1/2016

Comments

 
Billede
Amerikanski rockbólkurin frá 1985 Guns N' Roses kemur at spæla aftur saman í ár og skula teir spæla á Coachella-festivalinum, sum byrjar tann 15. apríl.

Les eisini: All Saints argaðu bara

Grundað av klandri, so fór Slash úr bólkinum í 1993 og bólkurin varð ongantíð tann sami aftur. Men nú er Slash við aftur og vit sum dyrkaðu Guns N' Roses sum børn - kunna bert gleðast um hetta og tey sum ætla sær til Coachella festivalin í Kalifornia fara sikkurt at fáa eitt upplivilsi fyri lívið - tí Guns N' Roses varð eitt ta besta "live" tónleikabandi í 90'inum.

JáH (y) 05.01.2016

Billede
Comments

MC-Hár fyllir ár - 25 ár

7/1/2016

Comments

 
Billede
Leygarkvøldið 20. februar verður føðingardagsveitsla hjá einum óskikkiligum føðingardagsbarni í Reinsarínum. MC-Hár verður tá 25 ár, og tað skal haldast við eini rimmar føðingardagskonsert á tremur við kærleika.

Grópað verður djúpt niður í lagaskjáttuna, tá vit bjóða eitt serligt kvøld við einum rokkbólki, ið hevur verið við til at mynda tónleikalívið í Havn síðan 16. februar 1991. Her verður við kærleika kýnt fyri sansunum hetta kvøldið.

Tað vóru rappararnir MC-Allah og Niels Uni Dam, sum stovnaðu bólkin. Hvørgin teirra var nakar stórur sangari, so hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og rokki, so valdu teir heldur at rappa.

Eg rappi, tí eg ikki dugi at syngja, eg rappi fúlt, tí eg ikki dugi so væl at rappa.

Niels Uni Dam

Í byrjanini, vóru tað bert teir báðir sum rappaðu. Teir luttóku m.a. við bólkum sum Paria og Panic. Men skjótt tók ein bólkur skap. Tá Tróndur Bogason kom við á heysti í 1991 tók lagsskrivingin veruliga dik á seg.

Síðan hevur bólkurin spælt 11 ólavsøkukonsertir, 2 Við Múrin, Útvarpskonsert 1992, Tungmálm 92-93, 2 Prix Føroyar finalur, allar fyrsta G! Festivalin, 1 Summarfestival, Norðoyastevnufestival, 2 Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivalar, 1 Spot Festival, Rock í Føroyum konsert, Tutl 25 ár konsert, í Sjónleikarahúsinum, í Ítróttarhøllini á Hálsi, á Kambsdali, í Lognbrá, Bládýpinum, Djónastovu, í TB-Húsinum, í Høllini í Hvalba, í Loppen, ja sjálvt á Chef Aid í Reinsarínum og nógv, nógv onnur støð.

Umframt luttøku á nógvum livefløgum, hevur MC-Hár lagt tvær útgávur eftir sær. Framvegis uttan vit og Burn me. Manningin var í nógv ár skiftandi, men í 2003 fall núverandi manning endaliga uppá pláss. Teir eru:

Niels Uni Dam, rappað í MC-Hár síðan 1991
Rókur Jákupsson Jakobsen, sungið í MC-Hár síðan 2001
Tróndur Bogason, spælt ljómborð og sungið í MC-Hár síðan 1991
Jens Virgar Jakobsen, spælt gittar í MC-Hár síðan 1999
Jónas Bloch Danielsen, spælt gittar í MC-Hár síðan 1998
Heri Reynheim, spælt bass í í MC-Hár síðan 1996
Rani Hammershaimb Christiansen, spælt trummur í MC-Hár síðan 2002

Tilsamans hevur MC-Hár havt 9 keybordspælarar, 3 rapparar, 13 gittarspælarar, 11 trummuspælarar, 8 bassspælarar, 6 blásarar og leysliga mett 40 sangarar. Umframt hetta eru sjálvandi 8 stripparar og nógvir dansarar.

Comments

All Saints argaðu bara ..!

4/1/2016

Comments

 
Billede
All Saints bólkurin fer eftir øllum at døma - IKKI at koma saman aftur í 2016, hóast at tað sá lovandi út á Twitter. Tær postaðu eina mynd av sær sjálvum (sí niðanfyri) og øll verðin varð beinavegin á gosið, tí nú sá tað also út sum um, at tær komu saman aftur, men álítandi keldur vilja vera við - at hetta bert varð ein joke frá teirra síðu av.

Hinvegin so hevur verið talan um, at Spice Girls ætla sær at koma saman aftur í 2016 - og enntá Guns n' Roses tosað um tað sama. Ja, hvør kann mótsiga tí, at 90'ini vóru ein heilt forbannað WELL tíð ..!

JáH (y) 04.01.2016

Billede
Comments

Natalie Cole er deyð

2/1/2016

Comments

 
Billede
Tann amerikanska sangarindan, Natlie Cole, er deyð. Dótturin av jazz-legenduni Nat "King" Cole doyði hósdagin, 65 ára gomul, skrivar AP.

Tað er enn ongin kunning um, hvat hon doyði av, men hon hevur kempa ímóti stoffmisbrúki og hepatitis, sum fyri nøkrum fáum árum síðani merkti tað, at tú varð noyddur at fáa ein nýggjan livur.

JáH (y) 02.01.2015

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.