NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Meludia sett í verk

10/4/2018

Comments

 
Billede
​Føroyskir myndugleikar veita øllum føroyingum og vitjandi í Føroyum ókeypis tónleikalæru við Meludia

Í dag hava Føroyar gjørt trý ára samstarvssáttmála við franska netmiðilin Meludia, sum er eitt amboð at læra tónleik. Fleiri enn 600 royndir eru í tónleikaskipanini, sum Nám hevur samskipað.

Les meira um tað her.

JáH (y) 11.04.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

Johann Helgason: "You raise me up" er stolin

4/4/2018

Comments

 
Billede
Íslenski komponisturin Johann Helgason hevur skrivað lagið You raise me up, sum hann heldur at Rolf Løvland hevur stolið frá sær. Hann hevur nevniliga skrivað sangin Søknudur, sum minnur um You raise me up.

Nú ætlar hann at fara í rættin við tí - eftir at hava hótt við tí sama í góð 10 ár. 

You raise me up stendur til at vera skrivaður av Rolf Løvland og bleiv fyrst framførdir av Secret Garden í 2001. Síðan hava Josh Garden og Westlife gjørt sangin heimskendan.

JáH (y) 05.04.2018

Comments

Spotify: Eitt ordans HITT

3/4/2018

Comments

 
Billede
Tá ið virði á Spotify skuldi gerast upp - har fólk kundu keypa sær partabrøv týsdagin, so kom virði á Spotify uppá góðar 160 milliardir krónir. So tað má sigast, at vera eitt ordans HITT - í sær sjálvum.

Spotify hevur brúkt sína orku uppá, at fólk kunna steyma tónleik haðani - har tónleikarin eisini fær eitt oyra fyri, hvussu nógv tónleikurin hjá viðkomandi verður spældur.

Nógvir tónleikarar úr Føroyum eru eisini í Spotify, men tað eru also ikki teir stóru pengarnir teir fáa við at vera partur av Spotify. Ein skal nevniliga vera spældir fleiri milliónir ferðir, áðrenn tað yvirhøvur loysir seg, at vera ein partur av Spotify, vilja summir føroyskir tónleikarar vera við til.

JáH (y) 04.04.2018

Comments

KAOS - ein trýlanda trio í kvøld kl. 21.00

2/4/2018

Comments

 
Billede
Kaos, er ein trýlanda trio úr Íslandi, Danmark og Týsklandi. Tey hava verið á tónleikaferð í Týsklandi, Hollandi, Danmark síðani á várið 2017 og hava nú eina konsert í Spaniastovu.
 
Tey sum mannað bólkin eru Siggi Bjørns, Íslandi, Franziska Gunther, Týsklandi, og Esben Langkniv, Danmark.

Tey hava útgivið eina upptøku frá konsertini í Kastens Landhaus í Norðurtýsklandi í 2017. 

Tónleikaferðin er komin í lag í samstarvi við Heima, klikk her: "KAOS - ein trýlanda trio"

Atgongumerki til konsertina 2.apríl kl 21 kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og í Leikalund.

Siggi Bjørns er ein íslendsk legenda. Sum ungur tók hann sær frí frá sjómanslívinum fyri at syngja og spæla gitar. Nú 30 ár seinri hevur hann framvegis frí frá sjómanslívinum. Siggi býr í Berlin, og ferðast runt í Týsklandi og framførir. Hann hevur somuleiðis undirhildið fyri summargestum seinastu 25 árini á Bakkerøgeriet í Åkirkeby á Bornholm. Siggi hevur útgivið fleiri fløgur og í mong ár skriva sangir saman við Esben Langkniv.

Franziska Gunther fekk íblástur til at spæla gitar og skriva sangir, tá hon sum ung hoyrdi Siggi Bjørns framføra á Bornholm. Seinri, tá tey 3 fóru at spæla saman og stovnaðu tónleikabólkin Kaos, kom tað púra óvænta á Siggi og Esbern at Franziska dugdi fleiri av sangum teirra betri enn teir sjálvir. Franziska gav út sína fyrstu fløgu í 2016 við heitinum “Franziska Gunther”. Ein tónleikaútgáva, sum hon hevur fingið góð ummælið fyri. 

Esben Langkniv hevur frá ungdómsárum verið við í fleiri orkestrum. Í ár 2000 valdi hann tó at seta elbassin, og fara at ferðast sum trubadur og forteljari. Eftir hetta kom hann víða um í Europa og USA. Serstakliga framførsla hansara av søguni Jens Langkniv er sera væl umtóktar. Hon er eisini orsøkin til at hann fekk sær navni Langkniv. Upprunaliga æt hann Esben Bøgh Laursen. 
​
Esben hevur útgivið 6 fløgur.Hin seinasta fløgan “I dissen tider”, 2016, hevur fingið góð ummælið.

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.