NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Borgarstjórin í Kujalleq vitjaði í Klaksvík

31/5/2024

Comments

 
Picture
Í vikuni hevur borgarstjórin í Kujalleq kommunu í Grønlandi, Stine Egede, verið og vitjað í Føroyum. Hon legði eisini leiðina framvið Atlantic Fair, har hon hitti umboð fyri Klaksvíkar kommunu.

Karl Johansen, borgarstjóri, vísti Stine Egede runt á messuni, og síðan varð skipað fyri einum fundi á loftinum í KÍ høllini, har tað m.a. varð greitt frá ymiskum viðurskiftum í Klaksvíkar kommunu.

​Theresa Turidardóttir Kreutzmann, leiðari á Visit Norðoy, luttók eisini og greiddi hon frá um ferðavinnu í Norðoyggjum. Eitt nú bleiv tosað um, hvussu meira kann fáast burturúr cruice ferðavinnu. Nógv var at tosa um, og Stine greiddi m.a. frá, at tey hava vitjan av umleið 40 cruise skipum árliga.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Stórsligið norðurlendskt sangtiltak í Kelduni í Skálafirði

2/5/2024

Comments

 
Picture
Í døgunum 9-11 mai verður Keldan í Skálafirði karmur um eitt stórsligið Norðurlendskt sang -og tónleikatiltak, undir heitinum ”Sangur yvir landamørk”. Tiltakið varð fyrstuferð hildið í Vennesla í Noreg í 2022 og varð árið eftir endurtikið, eisini í Vennesla í Noreg.

Hesaferð hava fyrireikararnir valt at halda tiltakið í Føroyum, og verður tað í Kelduni í Skálafirði í døgunum 9 -11 mai, har 2 tiltøk verða hvønn dagin, kl. 16.00 og kl. 20.00. 

23 ymiskir bólkar og einstaklingar úr øllum Norðurlondum koma at luttaka, og nærum 300 fólk úr Noregi og Svøríki vitja í Føroyum, í samband við tiltakið. Í samband við, at so nógv ferðafólk eru í landinum í samband við tiltakið verður eisini skipað fyri útferðum, har høvið verður hjá teimum vitjandi, at síggja ymisk áhugaverd støð í Føroyum. 

Nevndin, ið skipar fyri tiltakinum er mannað av Eyðun Jacobsen úr Føroyum, Aud Halsne og Johan Halsne úr Noreg og Mikael Järlestrand úr Svøríki. Hugskotið til tiltakið bleiv til í 2021, har tosað var um, at skipa eitt kristiligt sang -og tónleikatiltak fyri tilkomin fólk. 

Neyvan man nakað so stórt norðurlendskt kristiligt sang og tónleikatiltak hava verið áður í Føroyum, har so nógv útlendsk vitjandi hava verið. 

Fyrireikararnir vóna at tiltakið fær góða undirtøku, og at nógvir føroyingar fara at nýta høvið at vitja tiltakið í Kelduni, har nógv verður gjørt burtur úr hesar báðar dagarnar.

 Atgongumerki skal keypast til tiltakið, og kann atgongd keypast til hvørja einkulta konsert, eindags atgongemerki ella til allar konsertirnar saman. Atgongumerki kann ognast á billett.fo.

Tað verður eisini høvi hjá teimum vitjandi, at keypa okkurt til matna áðrenn, ímillum og eftir tiltøkini.

Eyðun Jacobsen

Picture
Comments

​KIRKJUKONSERT MIKUKVØLDIÐ 1. MAJ KL. 19.30

1/5/2024

Comments

 
Picture
Mikukvøldið, 01.maj, fáa vit vitjan av kóri úr Minnesota úr U.S.A - Free Lutheran Bible college choir - . Kórleiðari er Andrew Hanson. Kórið fer at framføra góðan kórtónleik við bæði Scandinaviskum og Americanskum uppruna - alt kristnir sálmar og sangir - m.a. Amazing Grace, Joshua Fit the battle of Jerico, The Lord bless you and keep you, The Glory of the Father, bert fyri at nevna nakrar.

Kórið í Christianskirkjuni luttekur eisini, og konsertin endar við, at bæði kórini í felag syngja á føroyskum "Himnafaðir vár vit biða".

CHURCH CONCERT WEDNESDAY 1TH' OF MAY AT 07.30AM
On Wednesday, 1th' of May, we will have a visit by a choir from Minnesota U.S.A - Free Lutheran Bible college choir - . Choir director is Andrew Hanson. The choir will sing choral and hymns from Scandinavia and Amerika - among other things we will hear the choir sing Amazing Grace, Joshua Fit the battle of Jerico, The Lord bless you and keep you, The Glory of the Father, just to name part of the program.

The Choir in the Christianschurch also participates, and the final song will be sung by both choir together, a Faroese hymn "Himnafaðir vár vit biða".

Christianskirkjan

Picture
Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.