NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Innvígan av nýggjari urgu og konsert við Trio Ovis

28/6/2016

Comments

 
Billede
Innvígan av nýggjari urgu og konsert við Trio Ovis – Mikudagin 29. juni kl 17.00.

TrioOvis, við tí heldur óvanligu samansetingina av ljóðførunum; trumpet, trombon ogsaxofon, fer at framføra fýra nýggj føroysk verk í Kunoyar Kirkju.

Tað serstaka við TrioOvis er blandingin av træblásara og messingljóðførum. Við hesari nýggju samanseting ber til at finna fram til nýggj ljóð, og arbeiðir trioin við at finna síni egnu livandi ljómaløg. Áhoyrarin kann tí vænta at fáa eina heilt øðrvísi uppliving.

Stórur dentur verður lagdur á at spæla norðurlenskan tónleik, serliga føroyskan, sum eisini sæst í skránni, ið er samansett av verkum hjá E. Grieg, C. Nielsen, H. J. Højgaard, O. Waagstein við fleiri.

Billede
Av tí at talan ikki er um eina siðbundna samanseting av ljóðførum, var einki upprunaverk at spæla, tá ið trioin byrjaði sína yrkisleið heystið 2015. Næstan allur tónleikurin er tískil útsettur av limunum sjálvum umframt at Atli K. Petersen, Kári Bæk og Kristian Blak hava útsett hvør teirra verk.

Til Summartónar hevur bólkurin harafturat fingið fýra føroysk tónaskøld at skriva nýggj verk. Tað eru Kim Kristensen, Heðin Ziska Davidsen, Arnold Ludvig og Sámal Jákup Jakobsen, ið hava smíðjað hvør teirra verk til júst hesa samansetingina.

Billede
Trio Ovis byrjaði á Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus, tá íð tríggir tónleikarar vildu finna nýggjar leiðir innanfyri klassiska kamartónleikin. Tær, ið manna Trio Ovis, eru: Kristina Thede Johansen á saksofon, Maria Wang Reinert á trombon og Sofie Brems Sørensen á trumpet. Meginparturin av Trio Ovis er úr Føroyum (Kristina og Maria) og er tað tí einki undarligt at trioin hevur fingið júst navnið Trio Ovis. Ovis er latín og merkir seyður.

Ì hesum sambandi, verður nýggja urgan í Kunoyar Kirkju innvígd og tikin í nýtslu. Marjun Lómaklett vígur urguna. Eftir konsertina og innvígan av urguni, verður ein drekkamunnur í forkirkjuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Kelda: Kunoyar Kommuna

Comments

Chris Brown aftur ákærdur fyri vold!

26/6/2016

Comments

 
Billede
Amerikanski tónleikarin Chris Brown er aftur ákærdur fyri vold - hesa ferð hevur hansara fyriskipari, Mike G. meldað Chris. Sjálvur sigur Chris, at Mike G. bert er eftir hansara pengum - har Mike G. upprunaliga varð ansettur av Chris í 2012 fyri at reinsað hansara image - eftir at sangarindan Rihanna meldaði Chris Brown fyri vold í 2009. Tá slapp Chris undan geglinum, men hansara umdømið og fløgusøla fór í knús ..!

JáH (y) 26.06.2016

Comments

Neil Young er troyttur av Donald Trump!

12/6/2016

Comments

 
Billede
Tónleikarin Neil Young er troyttur av at hoyra um Donald Trump og hevur eisini biðið Trump latið vera við at brúka sangin hjá honum "Rocking In The Free World" í kampagn'ini hjá Trump.

70 ára gamli Young sigur á Facebook, at hann er passaliga troyttur av Trump og at hann ikki forstendur hví Donaldurin er komin so langt, sum hann í veruleikanum er komin. Sjálvur sigur Trump, at honum dámar væl tónleikin hjá Young og er harmur í, at Young ikki dámar seg so væl, sum honum dámar hann.

JáH (y) 12.06.2016

Comments

Shamrock á Country leygardagin

8/6/2016

Comments

 
Billede
​Í síðstu løtu hevur tað eydnast at fáa Shamrock á skránna. Shamrock hevur sín uppruna úr Miðvági og kunnu vit kanska kalla teir fyri teir føroysku Dubliners. Teir í mannað bólkin eru Henrik Børgesen sang/guitar, Marner Hansen bass/sang og Petur Bærensten mandolin/sang.

Vit halda at tað passar væl at byrja leygardagin við írskum fólkatónleiki, so Shamrock fer á lítla pall, leygardagin kl. 17.00.

Kelda: www.country.fo

​SáH

Comments

Birgir Kruse gesta DJ á Country tann 11. juni

3/6/2016

Comments

 
Billede
​Kendi country kennarin, Birgir Kruse, kemur at verða gesta DJ leygardagin 11. juni. 

Birgir kenna vit sum útvarpsvertur á sendingum sum Náttarravnarnir, 15 teir bestu og Rót og Rútmu og nógvum øðrum góðum útvarpssendingum. 

​Vit eru í øllum førum takksom fyri, at Birgir Kruse hevur sagt ja til at leiða okkum eina løtu við góðum tónleiki inni í Wild West.

Comments

Prince doyði av yvirdosis !!!

2/6/2016

Comments

 
Billede
Popparin Prince doyði av eini yvirdosis - og ikki vita tey enn, hvat fyri stoffir hann er deyður av.

Hann doyði einans 57 ára gamal, har hann bleiv funnin lívleysur í heiminum hjá sær í Minniapolis tann 21. apríl í ár.

Mangan spekulatiónir hava verið rundan um Prince, sum tí seinastu tíðina - livdi eitt sera stressandi lív. AP veit at siga frá, at Prince doyði av eini yvirdosis av opiat (opiumhavin svøvnráð) og at Prince, sum annars varð ímóti royking, drukk og banning - skal hava verið á læknavitjan, dagin fyri, at hann doyði.

JáH (y) 02.06.2016

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.