NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Innvígan av nýggjari urgu og konsert við Trio Ovis

28/6/2016

Comments

 
Billede
Innvígan av nýggjari urgu og konsert við Trio Ovis – Mikudagin 29. juni kl 17.00.

TrioOvis, við tí heldur óvanligu samansetingina av ljóðførunum; trumpet, trombon ogsaxofon, fer at framføra fýra nýggj føroysk verk í Kunoyar Kirkju.

Tað serstaka við TrioOvis er blandingin av træblásara og messingljóðførum. Við hesari nýggju samanseting ber til at finna fram til nýggj ljóð, og arbeiðir trioin við at finna síni egnu livandi ljómaløg. Áhoyrarin kann tí vænta at fáa eina heilt øðrvísi uppliving.

Stórur dentur verður lagdur á at spæla norðurlenskan tónleik, serliga føroyskan, sum eisini sæst í skránni, ið er samansett av verkum hjá E. Grieg, C. Nielsen, H. J. Højgaard, O. Waagstein við fleiri.

Billede
Av tí at talan ikki er um eina siðbundna samanseting av ljóðførum, var einki upprunaverk at spæla, tá ið trioin byrjaði sína yrkisleið heystið 2015. Næstan allur tónleikurin er tískil útsettur av limunum sjálvum umframt at Atli K. Petersen, Kári Bæk og Kristian Blak hava útsett hvør teirra verk.

Til Summartónar hevur bólkurin harafturat fingið fýra føroysk tónaskøld at skriva nýggj verk. Tað eru Kim Kristensen, Heðin Ziska Davidsen, Arnold Ludvig og Sámal Jákup Jakobsen, ið hava smíðjað hvør teirra verk til júst hesa samansetingina.

Billede
Trio Ovis byrjaði á Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus, tá íð tríggir tónleikarar vildu finna nýggjar leiðir innanfyri klassiska kamartónleikin. Tær, ið manna Trio Ovis, eru: Kristina Thede Johansen á saksofon, Maria Wang Reinert á trombon og Sofie Brems Sørensen á trumpet. Meginparturin av Trio Ovis er úr Føroyum (Kristina og Maria) og er tað tí einki undarligt at trioin hevur fingið júst navnið Trio Ovis. Ovis er latín og merkir seyður.

Ì hesum sambandi, verður nýggja urgan í Kunoyar Kirkju innvígd og tikin í nýtslu. Marjun Lómaklett vígur urguna. Eftir konsertina og innvígan av urguni, verður ein drekkamunnur í forkirkjuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Kelda: Kunoyar Kommuna

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.