NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Eivør á palli í París

18/2/2022

Comments

 
Picture
​Í gjárskvøldi spældi Eivør á fullsettari konsert í París. Við eini inniligari og kraftmiklari framførslu bergtók Eivør fronsku áhoyrarnar. Við sær á pall hevði Eivør Mattias Kapnas á klaveri.

Konsertin var fyri innbodnum, harímillum fjølmiðlafólkum og fólki í franska tónleikaumhvørvinum. Eisini vóru nøkur atgongumerki lutað út alment.

Konsertin varð hildin í Frederikskirken, sum liggur skamt frá Triumfboganum í París, og varð fyriskipað av Faroe Islands Music Export, Visit Faroe Islands, Le Bicolore, Sendistovuni í Brússel og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Eftir ætlan skuldi Greta Svabo Bech eisini framføra á konsertini, men hon hevði forfall. Undir tiltakinum vóru spæld nøkur løg hjá Gretu, og áhoyrarnir fingu høvi at hoyra hennara tónleik.

Tiltakið er partur av mentanarátakinum Føroyar í París 2022. Meira kunning um átakið er at finna (á fronskum) á www.lebicolore.dk

Føroyar í Paris 2022
Føroyar í Paris í 2022 verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark (Le Bicolore) og Visit Faroe Islands.

Átakið fevnir um eina røð av føroyskum tiltøkum innan myndlist bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, ið vera í Paris í tíðarskeiðinum januar til mars 2022.

Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist Listasavnið, FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list, og birta undir mentanarsamstarv millum Føroyar og Frakland.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Comments

Kallanes hevði 3.300 pund í dag

18/2/2022

Comments

 
Picture
Kallanes kom aftur frá útróðrið klokkna 08:00 í morgun. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.348 pund, tað mesta hýsa og toskur, 2.800 pund hýsa, 500 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv til Sjogæti klokkan 08:30.

SáH

KALLANES – ( FD 590 )
KLAKSVÍK (SJÓGÆTI)-18-02-2022   1.697

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.