NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Teir syngja "slagarar" í bilinum!

31/3/2016

Comments

 
Billede
Sjónleikarin James Corden hevur sítt egna show og í show'inum bjóðar hann kendar stjørnur við til ein biltúr og á teirra biltúri syngja teir so sangirnar hjá stjørnunum.

Í hesum klippi hevur hann bjóða Rod Stewart og stuttligt er at síggja teir báðir syngja karoke saman.

Og hetta er veruligt eitt hitt á Youtube, tí bert henda video hevur verið at sjá av yvir 16 milliónir Youtube hyggjararum og video'in, har James syngur við Adele hevur yvir 90 milliónir. So ein kann ikki siga annað uttan at hetta er sera poplert ..!

​JáH (y) 31.03.2016 

Comments

Axl Rose nýggji frontmaðurin hjá AC/DC

26/3/2016

Comments

 
Billede
AC/DC máttu avlýsa fleiri konsertir eftir at læknin hevði fortalt fyri Brian Johnson (sangaranum), at hann varð um at blíva deyvur.

Men nú er vón fyri framman - tí nú vilja keldur vera við, at nýggji sangarin hjá AC/DC skal vera ongin annar enn Axl Rose frá Guns N' Roses orkestrinum

Og tað eru fjepparar eftir øllum at døma - glaðir fyri.

JáH (y) 26.03.2016

Comments

Føroyingur er við í Ísland Got Talent

16/3/2016

Comments

 
Billede
Ísland Got Talent er við at finna sín veg á skermarnar í Íslandi og er ein ógvuliga populer sending í Ísland.

Og sum vit skilja av lagnum, so er ein føroyingur eisini við kappingini um at enda sum størsta talenti í Íslandi.

Talan er um Dorthea Højgaard Dam (á myndini til vinstru) og er hon ein sangari við einari ógvuliga yndisligari rødd.

Vit á Norðoya Portali fara at seta okkum í samband við hana og spyrja hana nakrar spurningar um kappingina.

Sjá annars lýsing av tiltakinum niðanfyri:

JáH (y) 16.03.2016

Comments

Ísland hevur eisini Got Talent

15/3/2016

Comments

 
Billede
Tey flestu kenna kanska sendingarnir úr Amerika America's Got Talent ella seningarnir Britain Got Talent, sum bretar standa fyri - men kennur tú nakað sum helst til sendingina Iceland Got Talent ..?

Og tað er kanska onki at siga til, tí ongin føroyskir fjølmiðul fylgir við hesum, sjálvt um hetta tiltak er sera stórt í Íslandi.

Vit á Norðoya Portali fara at fylgja eitt sindur við og eitt nú, so megnaði 18 ára gamla Sara Pétursdóttir, at syngja seg víðari - og mong øðrin talentur eru eisini við í hesi kapping, sosum gandakallar, skemtarar osv., so hetta skal nokk vera stuttligt at skriva um.

Les meira um avrikið hjá Sara Pétursdóttir HER

JáH (y) 15.03.2016
Kelda: Vísir

Comments

Nýggj avtala um Loftbrúnna til listafólk

11/3/2016

Comments

 
Billede
Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna hava í dag skrivað undir nýggja samstarvsavtalu, ið tryggjar, at Loftbrúgvin til listafólk, sum í 2015 varð skipað sum royndarverkætlan, heldur fram næstu trý árini.

Loftbrúgvin er ferðastuðulsskipan til listafólk innan allar listagreinar.

Samstarvspartarnir hava nú tikið samanum royndarárið. Semja er um, at skjóta málsviðgerðin er fyrimunur fyri allar partar, serliga umsøkjararnar. Umsóknarfreist er altíð síðsta dag í mánaðinum, og stuðulsnevndin viðgerð umsóknirnar beinanvegin.

Staðfestast kann, at flestu játtaðu ferðir eru innan tónleik, men eisini myndlist og bókmentir eru væl umboðað. Í alt 362 ferðir eru latnar hetta fyrsta árið.

Stuðulsskipanin hevur ein samlaðan fíggjarkarm uppá kr. 1 mió. um árið at býta út sum ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways.

Loftbrúgvin hevur sum endamál at geva føroyskum listafólkum møguleika at breiða út føroyska mentan og list úti í heimi, har Føroyar eisini verða lýstar sum livandi, eyðkent og spennandi samfelag og mentanarstað.

Virðisløn

Í sambandi við, at avtalan varð undirskrivað, varð avgjørt at lata eina virðisløn, “Ársins Loftbrúgv 2015”. Hetta er virðisløn fyri umsókn frá 2015, ið mett verður fylgir serliga væl endamálinum við Loftbrúnni. Ætlandi verður henda virðisløn latin á hvørjum ári.

Ársins Loftbrúgv 2015 fekk bólkurin Hamferð í sambandi við ferð teirra í fjørsummar til Týsklands, Sveis og Fraklands.

Í grundgevingini verður m.a. víst á forkunnugu ferðaskránna hjá bólki við lutfalsliga ungum tónleikarum, ið longu eru komnir langt innan tónlistayrkið, og tónlistaliga profilin á høgum stigi, ið bæði gevur fatan av livandi føroyskari mentan og skapandi føroyska tónlistaumhvørvinum.

Virðislønin er sjálvandi flogferðaseðlar til eina nýggja konsertferð, sum Hamferð nú kann fyrireika seg til.

Umsóknir

Ætlar tú at søkja um ferðastuðul gjøgnum Loftbrúnna til listafólk, so er at fara inn á heimasíðuna www.loftbrugv.fo, har umsóknarskjal v.m. er at finna.

JáH (y) 11.03.2016
 Kelda: Mentamálaráðið 

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.