NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Twisted Sister rokkaði TOTALT !!!

7/8/2014

Comments

 
Picture
Twisted Sister varð tað stóra navnið, sum Summarfestivalurin hevði at bjóða uppá í dag, og teir leveraðu vøruna so sanniliga.

Forsangarin Dee Snyder fekk veruliga fjøldina við sær, og ikki bert sungu teir allar teir gomlu "slagarnir", men hann varð eisini sera skemtingarsamur.

Konsertin varð buldur & brak, og ein tann besta konsertin undirritað nakrantíð hevur verið við til.

Fjøldin varð upp á kók, og sungu við til sangirnar, sosum "We're not gonna take it" og "I wanna Rock" - so at tað hoyrdist sikkurt for yvir til Havnar. Hetta er ein konsert, sum ein seint kemur at gloyma. Bravo, Summarfestivalurin !!!

JáH (y) 08.08.2014

Comments

SUMMARRØDDIN 2014 SKAL FINNAST Á FESTIVALINUM

7/8/2014

Comments

 
Picture
Aftur í ár fáa gentur og dreingir í aldrinum millum 7 og 13 ár høvi til at royna seg á palli sum songstjørna á Summar Festivalinum.

Aftur í ár verður skipað fyri kappingini Summarrøddin á Summar Festivalinum. Øll børn, ið hava hug at verða við í kappingini, kunnu tekna seg til og velja sær ein sang at syngja. Kappingin er skipað sum ein karaoke-kapping, har børnini syngja til innspældan tónleik.

Angela og Anita standa fyri kappingini, sum verður í Silvalandi fríggjakvøldið kl. 19.00 Luttakarar til kappingina skulu møta ein tíma áðrenn og velja sær sang. Eisini ber til at hava ein karaoke-sang við sær á fløgu ella geyma.

Vinnarin av Summarrøddini fær eina lítla pengagávu sum vinning.


Comments

NJÓTIÐ GÓÐU LØTURNAR Á FESTIVALINUM

7/8/2014

Comments

 
Picture
Eitt hugaligt og hugnaligt vikuskiftið stendur fyri framman, sigur borgarstjórin í Klaksvík, nú býurin bjóðar gestum vælkomnum á Summar Festivalin

Hósdagin byrjar ársins Summar Festivalur, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, bjóðar fólki vælkomnum at halda festival í Klaksvík

- Seinastu 10 árini hevur stóra tónleikatiltakið verið ein afturvendandi partur av summarinum í Klaksvík og Føroyum annars. Fyri mong er júst hetta tiltakið eitt mást at uppliva, og fólk bæði leita heima ella bíða við at fara av landinum, tí vikuskiftið skal haldast saman við øllum hinum á festivali í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim.

- Í miðdeplinum er sjálvandi tónleikurin og tær stóru og smáu konsertirnar á teimuam ymsu pallunum. Fyrireikararnir av Summar Festivalinum hava megnað at drigið stór altjóða tónleikanøvn heim á lokalan bø at spæla, og hvør hevði fyri 10 ella 15 árum síðani ímyndað sær, at vit skuldu uppliva bólkar sum Westlife The Scorpions og Twisted Sister á palli mitt í Klaksvík.

- Saman við teimum heimskendu tónleikarunum fáa vit eisini høvi at uppliva tað besta av føroyskum tónleiki, og hesi árini hava víst, at føroyskir tónleikarar standa einki aftan fyri teir útlendsku, tá ið teir fara á festivalpall at spæla. Nógvar av teimum minniligu konsertunum hava verið við føroyskum bólkum – og soleiðis verður ivaleyst aftur í ár.

Jógvan Skorheim vísur á, at umframt tónleikin snýr Summar Festivalurin seg um so nógv annað.

- Fólk í hópatali finna leiðina til stóru campingbygdina á Sandinum og onnur campingpláss, bátar leggja at bryggju, ungfólk gista í tjøldum, og klaksvíkingar munnu hava nógvar liggjandi gestir. Alt hetta er við til at seta ein serligan dám á Klaksvík og ger Summar Festivalin til ein veruligan festival.

- Eg fari at ynskja øllum gestum hjartaliga væl komnum til Klaksvíkar á Summar Festival. Býurin tekur ímóti tykkum við opnum ørmum, og eg vóni, at tit veruliga fáa nakrar hugnaligar dagar í okkara býi. Verið góð við hvønn annan, ansið eftir hvørjum øðrum og hugnið tykkum. Tað ræður um at njóta tær góðu løturnar, og Summar Festivalurin bjóðar nógvar góðar og stórar løtur, sum vit kunnu minnast fyri lívið, sigur Jógvan Skorheim.

Kelda: Summarfestivalurin


Comments

SILVALAND – FRÍSTAÐUR FYRI BØRNINI

7/8/2014

Comments

 
PictureMynd: Summarfestivalurin
Eins og undanfarin ár ger Summar Festivalurin nógv burtur úr, at eisini smæstu gestirnir fáa góðar upplivingar.

Silvalandið heldur aftur í ár til í báður ítróttarhallunum í Klaksvík, og nógv verður gjørt burtur úr at skapa ein frístað til børnini at spæla og hugna sær í. Bæði KÍ høllin og Badmintonhøllin verða brúktar til Silvalandið, og tað ber til at gang millum hallirnar undir taki.

Við tónleiki, framførslum, undirhaldi, sangi, skemti, djóragarði, hoppiborgum, teknikróki, teknikapping, matsølu og søgufrásagnum verður Silvalandi í ár einki aftan fyri undanfarin ár. Ein serligur krókur er gjørdur, har børnini kunnu sita og tekna, umframt at ein festivalútgáva av søguni um Kópakonuna og Páll Fanga verða at hoyra.

Silvalandið far sjálvandi eisini vitjan av Silva, og verður hann at síggja hesar tíðir:
Hósdagin kl. 18.30 í Badmintonhøllini
Fríggjadagin: kl. 16.00 við djóragarðin, ið er uttan fyri Norðoya Sparikass
Fríggjadagin kl. 18.00 í Badmintonhøllini
Leygardagin: kl. 16.00 við djóragarðin, ið er uttan fyri Norðoya Sparikassa
Leygardagin kl. 19.00 í Badmintonhøllini

Hugnaligur og góður djóragarðurin er uttan fyri Norðoya Sparikassa, sum saman við borðum, bonkum, hoppiborgum og karusell, og vitjanum av Silva, so avgjørt eisini er eina vitjan verd.

Kelda: Summarfestivalurin


Comments

VIT SPÆLA ALT TAÐ SUM FÓLK VILJA HOYRA

7/8/2014

Comments

 
Picture
- Vit spæla allar okkara bestu og kendastu sangir soleiðis, sum fólk vilja hoyra teir, sigur Jay Jay French, gittarspælari í Twisted Sister.

Hóskvøldið verður ársins rockkonsert – og kanska størsta rockkonsert í Føroyum nakrantíð – tá ið Twisted Sister spælir á Summar Festivalinum.

Amerikanski bólkurin, sum verður róstur til skíggja allastaðni, har hann spælir, er til reiðar at fara á landsins størsta pall, og teir ætla at geva alt tað, teir eiga.

- Vit spæla allar okkara bestu og kendastu sangir soleiðis, sum fólk vilja hoyra teir. Vit vita, hvørjar sangir fólk lurta mest eftir, og tey fáa teir allar á konsertini hóskvøldið. Vit leggja serligan dent á útgávuna Stay Hugry, sum hevur 30 ára jubileum í ár, sigur Jay Jay French, sum er gittarspælari og stovnandi limur av Twisted Sister.

- Vit eru sera fegnir um, at tónleikurin hevur ført okkum til Føroya og givið okkum hesa upplivingini. Hetta er nakað heilt serstakt, og vit ætla at geva føroyingum eina minniliga konsert hóskvøldið, sigur hann.

Twisted Sister spælir á Summar Festivalinum hóskvøldið kl. 22.30.

Kelda: Summarfestivalurin


Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.