Forsangarin Dee Snyder fekk veruliga fjøldina við sær, og ikki bert sungu teir allar teir gomlu "slagarnir", men hann varð eisini sera skemtingarsamur.
Konsertin varð buldur & brak, og ein tann besta konsertin undirritað nakrantíð hevur verið við til.
Fjøldin varð upp á kók, og sungu við til sangirnar, sosum "We're not gonna take it" og "I wanna Rock" - so at tað hoyrdist sikkurt for yvir til Havnar. Hetta er ein konsert, sum ein seint kemur at gloyma. Bravo, Summarfestivalurin !!!
JáH (y) 08.08.2014