Hóskvøldið verður ársins rockkonsert – og kanska størsta rockkonsert í Føroyum nakrantíð – tá ið Twisted Sister spælir á Summar Festivalinum.
Amerikanski bólkurin, sum verður róstur til skíggja allastaðni, har hann spælir, er til reiðar at fara á landsins størsta pall, og teir ætla at geva alt tað, teir eiga.
- Vit spæla allar okkara bestu og kendastu sangir soleiðis, sum fólk vilja hoyra teir. Vit vita, hvørjar sangir fólk lurta mest eftir, og tey fáa teir allar á konsertini hóskvøldið. Vit leggja serligan dent á útgávuna Stay Hugry, sum hevur 30 ára jubileum í ár, sigur Jay Jay French, sum er gittarspælari og stovnandi limur av Twisted Sister.
- Vit eru sera fegnir um, at tónleikurin hevur ført okkum til Føroya og givið okkum hesa upplivingini. Hetta er nakað heilt serstakt, og vit ætla at geva føroyingum eina minniliga konsert hóskvøldið, sigur hann.
Twisted Sister spælir á Summar Festivalinum hóskvøldið kl. 22.30.
Kelda: Summarfestivalurin