Hósdagin byrjar ársins Summar Festivalur, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, bjóðar fólki vælkomnum at halda festival í Klaksvík
- Seinastu 10 árini hevur stóra tónleikatiltakið verið ein afturvendandi partur av summarinum í Klaksvík og Føroyum annars. Fyri mong er júst hetta tiltakið eitt mást at uppliva, og fólk bæði leita heima ella bíða við at fara av landinum, tí vikuskiftið skal haldast saman við øllum hinum á festivali í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim.
- Í miðdeplinum er sjálvandi tónleikurin og tær stóru og smáu konsertirnar á teimuam ymsu pallunum. Fyrireikararnir av Summar Festivalinum hava megnað at drigið stór altjóða tónleikanøvn heim á lokalan bø at spæla, og hvør hevði fyri 10 ella 15 árum síðani ímyndað sær, at vit skuldu uppliva bólkar sum Westlife The Scorpions og Twisted Sister á palli mitt í Klaksvík.
- Saman við teimum heimskendu tónleikarunum fáa vit eisini høvi at uppliva tað besta av føroyskum tónleiki, og hesi árini hava víst, at føroyskir tónleikarar standa einki aftan fyri teir útlendsku, tá ið teir fara á festivalpall at spæla. Nógvar av teimum minniligu konsertunum hava verið við føroyskum bólkum – og soleiðis verður ivaleyst aftur í ár.
Jógvan Skorheim vísur á, at umframt tónleikin snýr Summar Festivalurin seg um so nógv annað.
- Fólk í hópatali finna leiðina til stóru campingbygdina á Sandinum og onnur campingpláss, bátar leggja at bryggju, ungfólk gista í tjøldum, og klaksvíkingar munnu hava nógvar liggjandi gestir. Alt hetta er við til at seta ein serligan dám á Klaksvík og ger Summar Festivalin til ein veruligan festival.
- Eg fari at ynskja øllum gestum hjartaliga væl komnum til Klaksvíkar á Summar Festival. Býurin tekur ímóti tykkum við opnum ørmum, og eg vóni, at tit veruliga fáa nakrar hugnaligar dagar í okkara býi. Verið góð við hvønn annan, ansið eftir hvørjum øðrum og hugnið tykkum. Tað ræður um at njóta tær góðu løturnar, og Summar Festivalurin bjóðar nógvar góðar og stórar løtur, sum vit kunnu minnast fyri lívið, sigur Jógvan Skorheim.
Kelda: Summarfestivalurin