NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

AVE fekk væl-á-veg prísin

19/7/2015

Comments

 
Picture
Iceland Airwaves, Atlantic Airways og G! handaðu í ár, fjórða árið á rað, Væl-á-veg-prísin á G! Festival í Syðrugötu, í ár var tað ársins bólkur á FMA AVE, ið vann prísin, ið er luttöka á Iceland Airwaves og ferðastuðul frá Atlantic Airways.

Henny Maria Frimannsdóttir, umboð fyri Iceland Airwaves, segði:
– Vit eru sera spent uppá at fáa Ave á Iceland Airwaves í november. Tað er eitt sindur síðani, at Benjamin og Petur fangaðu okkara áhuga og hildu vit at teir ljóðaðu spennandi og passaðu væl inn í okkara festival. Vit gleða okkum!

Benjamin Petersen og Petur Pólson leggja aftrat:
– Vit eru sera glaðir og takksamir fyri hendan heiður og gleða okkum at spæla í Íslandi aftur.

Kelda: gfestival.fo

SáH

Comments

Nýggja skráin er tøk

18/7/2015

Comments

 
Picture
Nýggja skráin er tøk

Síðsti dagurin á G! er nú byrjaður, og alt bendur, á at hetta verður ein framúr góður dagur. Eftir at konsertin hjá Eivør varð flutt í gjár, er skráin uppaftur sterkari.

Nakrar smávegis broytingar eru í skránni fyri at fáa pláss fyri Eivør á stóra palli, men neyðugt hevur ikki verið at avlýsa nakra konsert.

Konsertin hjá Spælimonnunum á Spæliplássinum í kvøld er flutt til at liggja á sandinum kl. 17, meðan stóra matveitslan G! Apa er.

Meðan Teitur nú fer á pall á Spæliplássinum beint aftaná konsertin hjá Eivør er liðug.

Stóra rokkbrakið við Dizzy Mizz Lizzy verður sum ætlað kl. 22.40 á sandinum.

Kelda: gfestival.fo      
 
SáH

Comments

MOMO við nýggjum lagi á G-Festivalinum!!!

15/7/2015

Comments

 
Picture
MOMO við nýggjum lagi, Apricot children

Í samband við sína einastu konsert á føroyskari grund í 2015,
gevur føroyski/danski bólkurin MOMO út nýggja lagið ”Abricot Children”.

Konsertin verður á G! Festivalinum leygardagin kl. 18.00 Hoyr “Apricot Children” Klikk her: https://soundcloud.com/musicmomo/momo-apricot-master

Sangurin “Abricot children” vendir sær til øll aprikosubørn. Men hvat er eitt abrikosubarn? Ert tú eitt abrikosubarn? ella eru tíni børn kanska abrikosubørn? Eitt orðafelli, sum hóskar væl til boðskapin er tað arabiska: “filmishmish” sum merkir “tá
aprikosurnar blóma” ella "bukra filmishmish" sum merkir “í morgin, tá aprikosurnar blóma”. Av tí at aprikosu træið bert blómar eitt stutt bil, verður orðafellið brúkt um okkurt, sum er sera ósannlíkt. Til dømis um eitt lyfti, sum mann ikki ætlar at halda: Eg geri tað í morgin, tá aprikosurnarblóma.

Sangurin um aprikosubørnini sipar til eitt ættarlið í dagsins samfelagi, sum byggir sínar vónir og dreymar uppá tann ómakasleysa vegin til eyðnu og víðagitni, so sum “talent show” ella ”one moment of fame”. Teirra eydna kemur, tá aprikosurnar blóma.....

Kelda og mynd: www.gfestival.fo

SáH

Comments

Fólkatónleikarastevnan á G!

13/7/2015

Comments

 
Picture
G! krásar eisini fyri fólkatónleikagómum við fimm umboðum fyri Fólkatónleikarastevnuna, bæði føroyskum og útlendskum.

Fiona & Brian
Skotsku Fiona og Brian skapa tónleik, ið hevur skapt ringar langt út um landsoddarnar. Saman spælir parið heilt serligan singer/songwriter tónleik, ið samantvinnur siðbundnan og nýmótans sang á bæði skotskt-gæliskum og enskum.

Sandy Brechin
Sandy Brechin er ein tann kendasti skotski harmonikuspælarin. Hann hevur turnerað um allan heim við ymiskum bólkum so sum Burach, Seelyhoo, Sandy Brechin Band og The Sensational Jimi Shandrix Experience. Hansara heilt serstaki spælistílur er ikki til at taka feil av.

Holgar
Vælkendi villmaðurin Holgar fer at spæla sín egna singer/songwriter tónleik, ið vit kenna frá teimum vælumtóktu fløgunum ‘Ongan Veg’ og ‘Kanska tú svav’. Hetta er inniligt og vakurt, tó at tað hevur ein ráleika, ið ger, at tað ongantíð gerst keðiligt.

Janus á Húsagarði
Janus á Húsagarði spælir gittar, mandolin og syngur, og fer at framføra egin løg íblást úr írskum fólkarokki.

Spælimennirnir
Spælimenninir verða eisini við, við sínum hugnaliga og glaðlynta spælimanstónleiki, ið kann fáa næstan ein og hvønn í gott lag. Tú kanst trampa, dansa ella hoppa, men illa standa stillur/still, tá hendan orkumaskina setur futt í.

Spælimenninir eru ein tann føroyski bólkurin, sum hevur spælt oftast í útlandinum og, sum hevur selt flest fløgur uttanlanda. Nú verður bólkurin aftur at hoyra á G

Kelda: www.gfestival.fo

SáH

Comments

Ársins mest fjølbroytta ská fyri G-Festivalin

12/7/2015

Comments

 
Picture

G! kundi tann 6. juli kunngera skránna fyri ársins festival. Talan er um eina sera fjölbroytta og spennandi skrá, ið tónleikaliga fevnir frá ekstremum deyðsmálmi til svenskan popp, og frá ordiligum rumpusparkandi rokki til fólkatónleik, umframt nakað av tí besta innan elektroniskan tónleik.

Av høvuðsnøvnum er vert at leggja til merkis, at Dizzy Mizz Lizzy, At The Gates, Teitur, AVE og Enekk eru sett á skrá leygarkvøldið, meðan Amason, Hackney Colliery Band, Eivør, Hamferð og Lena eru millum nøvnini fríggjakvøldið. Eisini hóskvøldið er skráin sterk og fjölbroytt við Jamie Woon, Kiasmos, Barren Earth, Guðrið Hansdóttir, Høgna og Sakaris millum nøvnini.

Stutt sagt er talan um eina framúr spennandi festivalskrá.

G-Festivlaurin byrjar nú hósdagin. Sjá skrá herundir ella klikk her: "G-Festival skráin 2015"

Kelda: www.gfestival.fo

SáH

Picture
Comments

Jeanett og Elsa kláraði seg væl í Maverick Barr

11/7/2015

Comments

 
Picture
Tað er langt síðani at Maverick Barr hevði live tónleik, men í gjárskvøldið fingu Jeanett Holm og Elsa Gunnarsdóttir Sevdal roynt seg og tær komu bara væl frá uppgáuvni.

Fitt av fólki var og lurtaði eftir teimum og NP tosaði við onkran aftaná og tey øll søgdu, at tey dámdi væl teirra tónleik.

SáH

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.