Í samband við sína einastu konsert á føroyskari grund í 2015,
gevur føroyski/danski bólkurin MOMO út nýggja lagið ”Abricot Children”.
Konsertin verður á G! Festivalinum leygardagin kl. 18.00 Hoyr “Apricot Children” Klikk her: https://soundcloud.com/musicmomo/momo-apricot-master
Sangurin “Abricot children” vendir sær til øll aprikosubørn. Men hvat er eitt abrikosubarn? Ert tú eitt abrikosubarn? ella eru tíni børn kanska abrikosubørn? Eitt orðafelli, sum hóskar væl til boðskapin er tað arabiska: “filmishmish” sum merkir “tá
aprikosurnar blóma” ella "bukra filmishmish" sum merkir “í morgin, tá aprikosurnar blóma”. Av tí at aprikosu træið bert blómar eitt stutt bil, verður orðafellið brúkt um okkurt, sum er sera ósannlíkt. Til dømis um eitt lyfti, sum mann ikki ætlar at halda: Eg geri tað í morgin, tá aprikosurnarblóma.
Sangurin um aprikosubørnini sipar til eitt ættarlið í dagsins samfelagi, sum byggir sínar vónir og dreymar uppá tann ómakasleysa vegin til eyðnu og víðagitni, so sum “talent show” ella ”one moment of fame”. Teirra eydna kemur, tá aprikosurnar blóma.....
Kelda og mynd: www.gfestival.fo
SáH