G! kundi tann 6. juli kunngera skránna fyri ársins festival. Talan er um eina sera fjölbroytta og spennandi skrá, ið tónleikaliga fevnir frá ekstremum deyðsmálmi til svenskan popp, og frá ordiligum rumpusparkandi rokki til fólkatónleik, umframt nakað av tí besta innan elektroniskan tónleik.
Av høvuðsnøvnum er vert at leggja til merkis, at Dizzy Mizz Lizzy, At The Gates, Teitur, AVE og Enekk eru sett á skrá leygarkvøldið, meðan Amason, Hackney Colliery Band, Eivør, Hamferð og Lena eru millum nøvnini fríggjakvøldið. Eisini hóskvøldið er skráin sterk og fjölbroytt við Jamie Woon, Kiasmos, Barren Earth, Guðrið Hansdóttir, Høgna og Sakaris millum nøvnini.
Stutt sagt er talan um eina framúr spennandi festivalskrá.
G-Festivlaurin byrjar nú hósdagin. Sjá skrá herundir ella klikk her: "G-Festival skráin 2015"
Kelda: www.gfestival.fo
SáH