NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

MC-Hár fyllir ár - 25 ár

7/1/2016

Comments

 
Billede
Leygarkvøldið 20. februar verður føðingardagsveitsla hjá einum óskikkiligum føðingardagsbarni í Reinsarínum. MC-Hár verður tá 25 ár, og tað skal haldast við eini rimmar føðingardagskonsert á tremur við kærleika.

Grópað verður djúpt niður í lagaskjáttuna, tá vit bjóða eitt serligt kvøld við einum rokkbólki, ið hevur verið við til at mynda tónleikalívið í Havn síðan 16. februar 1991. Her verður við kærleika kýnt fyri sansunum hetta kvøldið.

Tað vóru rappararnir MC-Allah og Niels Uni Dam, sum stovnaðu bólkin. Hvørgin teirra var nakar stórur sangari, so hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og rokki, so valdu teir heldur at rappa.

Eg rappi, tí eg ikki dugi at syngja, eg rappi fúlt, tí eg ikki dugi so væl at rappa.

Niels Uni Dam

Í byrjanini, vóru tað bert teir báðir sum rappaðu. Teir luttóku m.a. við bólkum sum Paria og Panic. Men skjótt tók ein bólkur skap. Tá Tróndur Bogason kom við á heysti í 1991 tók lagsskrivingin veruliga dik á seg.

Síðan hevur bólkurin spælt 11 ólavsøkukonsertir, 2 Við Múrin, Útvarpskonsert 1992, Tungmálm 92-93, 2 Prix Føroyar finalur, allar fyrsta G! Festivalin, 1 Summarfestival, Norðoyastevnufestival, 2 Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivalar, 1 Spot Festival, Rock í Føroyum konsert, Tutl 25 ár konsert, í Sjónleikarahúsinum, í Ítróttarhøllini á Hálsi, á Kambsdali, í Lognbrá, Bládýpinum, Djónastovu, í TB-Húsinum, í Høllini í Hvalba, í Loppen, ja sjálvt á Chef Aid í Reinsarínum og nógv, nógv onnur støð.

Umframt luttøku á nógvum livefløgum, hevur MC-Hár lagt tvær útgávur eftir sær. Framvegis uttan vit og Burn me. Manningin var í nógv ár skiftandi, men í 2003 fall núverandi manning endaliga uppá pláss. Teir eru:

Niels Uni Dam, rappað í MC-Hár síðan 1991
Rókur Jákupsson Jakobsen, sungið í MC-Hár síðan 2001
Tróndur Bogason, spælt ljómborð og sungið í MC-Hár síðan 1991
Jens Virgar Jakobsen, spælt gittar í MC-Hár síðan 1999
Jónas Bloch Danielsen, spælt gittar í MC-Hár síðan 1998
Heri Reynheim, spælt bass í í MC-Hár síðan 1996
Rani Hammershaimb Christiansen, spælt trummur í MC-Hár síðan 2002

Tilsamans hevur MC-Hár havt 9 keybordspælarar, 3 rapparar, 13 gittarspælarar, 11 trummuspælarar, 8 bassspælarar, 6 blásarar og leysliga mett 40 sangarar. Umframt hetta eru sjálvandi 8 stripparar og nógvir dansarar.

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.