Tað serliga við hátíðarhaldinum í ár var, at eftir grækarismessuhaldið, var stór hátíðarløta, tá ið Skótalið Nólsoyar Pálls, hátíðarhelt sín 80 ára stovningardag.
Eftir grækarismessuhaldið, og áðrenn hátíðarhaldið hjá gulu skótunum, var ein stuttur steðgur, og tá tók Karl Johansen, borgarstjóri, orðið. Hann nýtti høvið, at heiðrað báðum skótaliðunum fyri teirra stóra arbeiðið millum børn og ung. Eftir eina stutta røðu, handaði hann teimum hvør sín kekk á 10.000 krónur, sum eina tøkk frá býráðnum.
Í sínari heilsan vísti borgarstjórin m.a. á týdningin av góðum og fjølbroyttum felagsskapum, og rósti skótunum fyri at gera eitt fantastiskt arbeiðið, har børn m.a. læra at skipa seg innanfyri ásettar karmar, fáa møguleika at vera kreativ, stuðla og hjálpa hvørjum øðrum, og ikki minst hava tað stuttligt.
Nógvir góðir felagsskapir eru í kommununi, og hesum eiga vit sum býráð at stuðla, tí sunnir felagsskapir geva børnum og ungum eina góða barlast til lívið.
Her fleiri myndir, klikk her: "Væleydnað Grækarismessuhald í Varpinum".
Klaksvíkar Kommuna