Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við átakinum er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Men eisini at lata upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar hesum endamáli.
Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum.
Kunning um tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skulu boðast frá í seinasta lagi mikudagin 19. apríl.
Boða frá her: Virkið Vár 2024
Klaksvíkar Kommuna