NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Loftbrúgvin aftur longd í trý ár

11/3/2022

Comments

 
Picture
Í dag skrivaðu Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommuna og Uttanríkis- og mentamálaráðið undir nýggjan trý ára sáttmála fyri Loftbrúnna.

Loftbrúgvin hevur til endamáls at breiða út kunnleika um føroyska list í útlondum við at stuðla føroyskum listafólkum við loftvegis flutningi úr Føroyum í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri landoddarnar.

“Loftbrúgvin er við til at vekja ans og áhuga fyri Føroyum og føroyskum listafólkum úti í heimi, og hon skapar eitt ótrúliga stórt virði fyri okkum øll. Eisini er Loftbrúgvin við til at stuðla uppundir listaliga umhvørvið í Føroyum, tí Loftbrúgvin er við til at gera tað gjørligt hjá listafólki at búgva og virka her heima. Vit ivaðust tí ongantíð í at leingja samstarvið, og vit eru errin av og fegnast um, at vit kunnu stuðla tí stóra arbeiðnum, sum føroysk listafólk standa fyri,” siga samstarvspartarnir í sambandi við, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.

“Korona hevur havt við sær, at seinastu tvey árini hava verið sera avmarkandi fyri okkara listafólk, og tí hevur Loftbrúgvin kanska ongantíð havt so stóran týdning sum júst nú, so Loftbrúgvin frameftir eisini kann vera við til at varpa ljós á okkara gávaðu listafólk og ríka listarliga umhvørvi,” leggja partarnir afturat.

Talan er um eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum byrjaði  í 2015.

Tað vóru Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, sum í dag skrivaðu undir nýggja trý ára sáttmálan.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.